mánadagur 22. august 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað var Johan Dahl, lands
stýrismaður í fiskivinnu
málum, sum setti Føroya
Sjómannadag
í
Klaksvík
fyrrapartin leygardagin.
Hann vísti á, at Sjó
mannadagurin er evnaður til
av sjálvstøðugum fólki, sum
leggja egnan rygg til tiltakið.
- Av egnum áhuga vilja
tey lýsa eina vinnu øðrvísi,
enn hon verður lýst allar
aðrar dagar í árinum. Spírin
er sprottin úr tykkara øki her
norðuri og fleiri av tiltøku
num, ið dagurin fevnir um,
eru partar av vinnumynstri
tykkara. Onnur tiltøk lýsa
vinnu ella ítriv aðrastaðni, og
øll kunnu setast í samband
við sjógvin.
Johan Dahl segði, at Sjó
mannadagurin lýsir bæði
søgu og nútíð. Hann fevnir
um álvara, skemt og leik, og
samstundis er hann vorðin
sín heilt egni. Eitt øðrvísi og
gott alternativ til summar
stevnur, festivalar, tónleika
tiltøk og ítrótt.
- Júst hetta, at Sjóman
nadagurin er egin, gevur
honum sítt sjálvsagda pláss í
álmanakkanum. Hann er eitt
familju- og frítíðarátak, men
sanniliga eisini ein mentan
arberi, ið knýtir fiski- og
sjóvinnu okkara at øðrum
yrkis- og samfelagsbólkum.
Landsstýrismaðurin
vísti á, at eitt eyðkenni í
samfelagsgongdini
sein
nu árini hevur verið, at
støðugt størri partur av
fólki okkara arbeiðir í øðr
um yrkisgreinum enn fiski
vinnuni. Av somu orsøkum
metir onkur, at týdningurin
av fiskivinnuni, sum vinna,
er minkaður tilsvarandi.
Týdningurin ikki minni
- Vit, sum umsita og arbeiða
við hesum øki politiskt og
øll tit, sum vinna til dagsins
breyð í fiskivinnuni – vit
vita betri. Týdningurin hjá
fiskivinnuni er ikki mink
aður seinnu árini, tvørt
urímóti. Tí í dag, eins og í
tíðum sum koma, verða allir
teir mest avgerandi spurn
ingarnir
um
vælferð
og
búskap tengdir at okkara
felags evnum at umsita og
virka rætt innan fiskivinnu
na.
Hann helt fyri, at so løgið
tað ljóðar, eru tað ikki bert
vit, ið hava hesa fatan í dag.
- Øll tey væl lærdu á skriv
stovum og stovnum kring
landið hava somu fatan: At
fiskivinnan – og menning
innan hana – hava avgerandi
týdning fyri vælferð og bú
skaparvøkstur í landi okkara.
Í so máta – haldi eg – hev
ur makrelmálið havt ein
ávísan týdning. Tað minnir
fólk á, at tilfeingið og arbeiði
okkara hevur eitt stórt virði.
- Tað er ein stoltleiki at
hoyra heima í fiskivinnuni og
at umboða hana. Fiskivinnan
verður aftur viðgjørd breitt í
almenninginum og er javnan
ovast á tíðindabreddanum.
Ein aðaltáttur í virkinum hjá
okkum politikarum eigur
altíð at vera at taka avgerðir
í langtíðarhøpi við atliti at
heildini.
Johan Dahl reisti eisini
spurningin, hvussu vit trygg
ja øllum Føroyum besta bú
skaparliga úrslitið í tíðum
sum koma?
- Tann stóra andsøgnin
í slíkum arbeiði verður tó
ofta, at rætta avgerðin fyri
heildina í langtíðarhøpi kann
kennast skeiv, og kanska
áleypandi fyri ávísar yrkis
bólkar í stutttíðarhøpi. Men
lat meg gera tað púra greitt.
Tað
er
ongantíð
okkara
politiska ætlan at ganga
avísum yrkisbólkum ov nær.
Ætlan okkara er at skapa so
stór búskaparlig virði sum
møguligt, og skuldi tað hent,
at ætlan okkara kennist sum
eitt afturstig fyri onkran, so
skal tað bert vera í eitt av
markað tíðarskeið.
Fiskivinnan frælst lív
Hann segði, at samlaði bú
skaparvøksturin skal koma
seinni, og hann gagnar øllum.
- Eitt høvuðseyðkenni
fyri vinnu okkara – bæði
fiski- og alivinnuna – er, at
hon livir sítt frælsa lív. Úr
djúpum
aldudølum
upp
á hægstu kambar. Vinna
tykkara í hesum øki ber síni
boð í so máta. Tað frøir meg
almikið at staðfesta, at part
ar av vinnuøkinum eru virk
in í dag og geva avlop, sam
stundis sum tey eru ment
tøkniliga.
Johan Dahl nevndi nøkur
skip og virkir í síni setanar
røðu.
- Stásiliga skipið Norðborg
hevur sítt avgjørda pláss
í
uppsjóvarvinnuni,
eins
og onnur skip í hesum øki
innan hesa vinnu. Kósavirk
ið er aftur virkið og hevur
leiðandi leiklut innan botn
fiskavinnuna.
Vit
kunnu
staðfesta, at rakstrarúrslitini
hjá JFK eru góð. Hetta økið
umboðar týðandi partar av
alivinnuni, ið framhaldandi
hevur avgerandi týdning fyri
búskap okkara.
Hann segði, at dømini
skulu minna okkum á, at á
teimum vinnuøkjum, har tað
í dag ikki gongst eftir vild –
ja, har kann vend koma í sera
skjótt, so vøkstur og menning
aftur bera vinnuøkini inn í
eina bjartari framtíð.
Tíðin arbeiðir fyri
- Vit liva í trúnni á, at
viðurskiftini í fiskivinnuni
broytast meira enn í øðrum
vinnum. Men, vit liva sam
stundis í tí trúgv, at broyt
ingarnar ikki bert eru til
tað verra, tvørturímóti. Vit
vita, at í fiskivinnuni kanst
tú sanniliga hava tíðirnar
við, liva í viðráki, har møgu
leikarnir fyri menning og
vøkstri eru sjálvsagdir. Vit
vita, at hesir møguleikarnir
eisini liggja fyri framman hjá
teimum pørtum av vinnuni,
ið eru í tungum sjógvi í dag.
Tíðin arbeiðir fyri teimum,
segði Johan Dahl, tá hann
setti Føroya Sjómannadag.
vilmund@sosialurin.fo
Týdningurin
av fiskivinnuni
ikki minkaður
- Vit, sum umsita og arbeiða við fiskivinnuni, vita, at týdningurin hjá hesi
vinnu ikki er minkaður seinnu árini, tvørturímóti. Í dag eins og í tíðum
sum koma, verða allir teir mest avgerandi spurningarnir um vælferð
og búskap tengdir at okkara felags evnum at umsita og virka rætt
innan fiskivinnuna, segði Johan Dahl, tá hann setti Sjómannadagin
Johan Dahl,
landsstýrismaður
í fiskivinnumálum,
setti Føroya
Sjómannadag í Klaksvik
leygarmorgunin
Myndir: Dávur Winther