Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96 14 Sosialurin Ítróttarblaðið Tað er okkurt við málmonnum úr Klaksvík og at duga at skjóta mál. Jákup Mikkelsen er kendur fyri at traðka til, tá brotsspark er og hann hevur somuleiðis roynt seg sum útileikara. Sunnudagin skoraði aftur ein málmaður, ið er uppvaksin í KÍ, men hesa ferð fyri HB. Við seinasta sparkinum í dyst­inum millum risarnir í føroyskum fótbólti skoraði HB málmaðurin, Teitur Gestsson, útjavnandi málið. – Eg helt faktist ikki at málið bleiv viðurkent, tí alt var so stilt og allir róptu fríspark, men tað var tað ikki og so rann eg út til bonkin hjá okkum, segði Teitur Gestsson eftir dystin. HB fekk hornaspark og HB venjarin, Sigfríður Clementsen, sendi alt fólkið fram. – Sigfríður rópti meg fram og eg fari so við fram. Bólturin dettur fyri føturnar á mær og so knallaði eg hann í kassan, fortelur Teitur víðari. Hetta er fyrsta málið hjá Teiti sum mál­ maður. – Eg havi ikki roynt at skora sum málmaður fyrr, men eg havi skotið onkur mál sum smá­ dreingja spælari hjá KÍ, sigur Teitur at enda. Tað hevur ligið illa fyri hjá HB at skjóta mál í ár, so spurningurin er um ikki Teitur Gestsson skal framvið oftari í horna. trondur@sosialurin.fo HB hetjan Teitur Gestsson Mynd: nordlysid.fo U-18 landsliðið í hondbólti hjá monn­ um vunnu um vikuskiftið kapp­ing í Danmark. Talan er um Sport­ master Cup, sum varð avgreidd í Ribe. Liðið vann seg sannførandi í finaluna, sum var ímóti Fredericia. Tað stóð nógv á í finaluni, sum stóð á jøvnnum bæði eftir fyrra hálvleik og seinna hálvleik. Tí varð neyðugt við umdysti. Tað endaði við at føroyska liðið vann samanlagt 20- 18. Umframt tað, fekk Oyvindur Lützen heiðurin at blíva útnevndur »pokal-fighter« í finaluni. trondur@sosialurin.fo Um vikuskiftið varð íslendska steypafinalan hjá kvinnum avgreidd. Millum teir 22 leik­ arar­nir, ið vóru við frá byrjan var føroyska Olga Kristina Hansen, ið hevur spælt fyri bæði AB og KÍ í føroyum. Argja­daman skifti í summar frá íslendska 2.deildarliðnum Álftanes til KR í bestu deildini. Sambært heimasíðuni, kvinnu­fotbolt.com, sum er ein føroyska heimasíða um kvinnufótbólt, so spældi Olga Kristina allan dystin á høgra mið­vøllinum hjá KR. Serliga var hon eyðsýnd í fyrra hálvleiki. Føroyski landsliðsleikarin hev­ur spælt fast við KR síðani skitftið úr næstbestu deildini. Valur vann finaluna 2-0. Hetta er aðru ferð at ein før­ oyskur leikari hevur leikt steypa­finalu í Íslandi. Randi S. Wardum stóð í málinum hjá Vali í 2008, tá tær máttu lúta fyri KR. trondur@sosialurin.fo Olga Kristina tapti íslendsku steypa­ finaluna aftast: Allan Norðberg, Høgni Klein Olsen, Hallur Biskupstøð, Hans Eli Sigdurbjørnsson mið: Margrið Weihe, Oyvind Lútzen, Grímur Petersen, Jóhannus Henriksen, Frank Askildsen, Hjalmar Klein Olsen niðast: Pætur Joensen, Pætur Hjørtur Skýlindal, Poul Finnur Egholm. Á myndini vanta Mikkjal Hansen, Eirikur Simonsen U18 dreingjalandsliðið: Eg skilji ikki at vit hetta farna árið skuldu standa modell til at gjalda fyri til dømis handan stripparan og okkurt kopi av eini reality-sending, meðan ársins ítróttarfólk og ársins tónleikari mátti avskaffast. (www.svimjing.com) Harumframt kom bóltur á armin á verjuleikara. Alt hetta var líka mikið fyri Teit. Hann meddar til og í besta Schmeichel-stýli, bombar hann bóltin í máli. Javnleikur og heimasíðuverturin var um at svíma. Frálíkt, frálíkt, frálíkt. (www.HB.fo) Álvur skoraði tá 88 min. vóru farnir og lagt var upp til eina stóra veitslu í Klaksvík. Men í síðsta sekundinum javnaði HB til 2-2 og tað man verða langt síðani, at ein javnleikur hevur kenst so tungur sum tann í dag. (www.nordlysid.fo) Ofta verður tikið til, at góð lið eisini fáa stig á einum ringum degi, og er hetta so, so er eingin ivi um, at vit hava eitt framúrskarandi lið. Men tað vistu vit kanska eisini undan sunnudegnum. (www.b36.fo) Bonkurin hjá Víkingi hevur fingið nógva umrøðu í seinastuni, og tað er ikki av ongum. Í dag vórðu Hans Jørgen Djurhuus, Páll Klettskarð og Kaj Leo í Bartalsstovu skiftir inn, sum seinni hálvleikur leið, og tað gav úrslit. (www.vikingur.fo) Eina stigið eru vit avgjørt glaðari fyri, enn vertirnir av Toftum, ið helst áttu at fingið meira burturúr tomu gestunum. (www.07vestur.fo) Tá so eitt korter er eftir at leika, hendi nakað sum vit hava sæð áður; B68 er á odda, og fáa ein deyðbólt, og kasta nógva fólk fram, har tað samstundis er tunt afturi í verjuni. (www.b68.fo) Ótrúliga skuffandi, tá man nú sat við stiginum í hondini. Men hinvegin kunnu vit gleðast um at vit spældu fult upp ímóti einum toppliði og dugdu sera væl at frustrerað teir uttan sjálvir at missa høvdið. (www.b71-sandoy.com) hvat siga heimasíðurnar?