Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Mangan hava føroysk landslið og feløg havt tað trupult á útivølli í altjóða kappingum, tá hitin hev­ur gjørt um seg. Magni Mohr er odda­ maður í kanning, ið skal kanna hvat tað er, ið hendir tá fótbóltsleikarar spæla í nógvum hita. Kanning er umfatandi og fyribils úrslitini eru áhugaverd. Til Katar Í oktober í fjør fór føroyskt ferðalið til Katar. Við í ferðalagnum vóru fleiri leikarar úr millum annað B36 og nakrir danskir 1.deildar leik­ arar. Endamálið við ferðini var at verða við sum royndarpersonar í kanningini hjá Magna Mohr. – Eg og ein starvsfelagi hjá mær, Lars Nybo, fingu eina áheitan um at gera ein kanning um leikarar, ið spæla í nógvum hita og síggja hvussu teir ymisku leikararnir reagera upp á hitan. Fyrst var ætl­anin at brúka lokalar leikarar, men tað bleiv so til at vit brúktu leik­arar úr Føroyum og Danmark. Tað broytti so eisini endamálið við kann­ingini, til at kanna leikarar, ið ikki eru vanir at spæla í hita, sigur Magni Mohr. Kanningin vardi yvir 12 dagar og tí mátti kanningin gerast í einum landsliðssteðgi. Tí var neyðugt at finna eitt lið, ið ikki hevði so nógv at spæla fyri um tað mundið. – Eg setti meg í samband við B36 og tað vísti seg at bera til. Hin møguleikin var B68. Vit fóru so av­ stað við 14 leikarum úr B36, seks dønum og einum leikara frá FC Hoyvík sum royndarpersónar, sigur Magni Mohr. Tveir dystir í ymiskum umstøðum Fyri at kanna munin millum at spæla ein dyst undir vanligum um­ støðum og í nógvum hita, var neyð­ ugt at spæla tveir dystir. – Fyrsti dysturin var spældur í Aspire-høllini í Doha, sum hevur alskyns tøkni tøka. Millum annað er møguligt at áseta hitan í høllini. Hitin varð settur til 20 hitastig og síð­ani varð ein innanhýsis dystur mill­um teir útvaldu leikararnar spældur, sigur Magni Mohr. – Í kanningini tóku vit blóð­ royndir, vødda- og kropstempratur og ymiskar royndir av vøddinum. Millum mátaðu vit alt frá hvussu nógv leikararnir renna, til ferð á rennignum, avleveringum og fleiri onnur teknisk ting, sigur Magni Mohr. Hetta var er sama slag av ana­lysum, sum Magni hevur gjørt fyri Chelsea seinastu 3 árini. Seks dagar seinni varð so seinni dysturin spældur, men undir øðrum umstøðum. Hesa ferð var hitin heili 42 stig, men vøllurin var av sama slag og hevði somu stødd. – Eftir seinna dystin tóku vit somu royndir av leikarunum, so Nýtt frambrot í fótbolts­ gransking Fótbóltur Magni Mohr hevur, saman við dananum Lars Nybo, gjørt eina kanning við føroyskum fótbóltsleikarum, um hvussu hiti ávirkar teir í dysti. Kanningin varð gjørd í Katar og fyribils úrslitini eru áhugaverd fyri føroyskan fótbólt og ítrótt, sigur Magni Mohr Magni Mohr ger klárt