mánadagur 22. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
vit kundu samanbera úrslitini av
báðum dystinum Eisini kannaðu
vit leikararnar millum dystirnar og
gjørdu millum annað eina roynd í
einum hitarúmi, fyri at staðfesta
hvussu leikararnir reageraði upp á
hitastress, sigur Magni Mohr.
Tað verður gjørt fyri millum
annað at kunna staðfesta hvørjir
leikarar sannlíkt fara at klára seg
illa í hita.
Áhugaverd úrslit
Úrslitini vístu, at leikararnir runnu
nógvi minni í seinna dystinum, sum
varð spældur í hitanum. Millum
annað renna leikarar eisini styttri
í høgari ferð.
– Tað er ymiskt hvussu leikarar
reagera upp á hita. Teir allarflestu
runnu samanlagt nógv minni í
seinna dystinum, Men úrslitini
vísa eisini, at leikararnir runnu líka
nógvar skjótar renningar í hitanum
og rukku eina hægri renniferð,
umframt at tekniski førleikin var
betri. Eisini vístu úrslitini, at tveir
leikarar ikki blívu ávirkaðir av hit
anum. Tann eini rann enntá meiri
í hitanum. Tað er eisini ymiskt
hvussu langt niður teir ymisku
leikarar niðurseta arbeiðisorkuna
í hitanum. Summir fara eitt sindur
niður, meðan aðrir fara heilt niður,
sigur Magni Mohr.
Tað vísti seg at verða tætt sam
band millum hvussu leikararnir
reageraðu uppá testina í hita
rúminum, og hvussu ávirkaðir teir
vóru av hitanum í seinna dystinum.
Tískil kann tann testin brúkast, at
finna fram til leikarar, sum ikki tola
at arbeiða i hitanum.
– Tað áhugaverda í hesi kann
ingini er, at tá leikarar gjørdu
skjótar renningar, so komu teir í
hægri ferð enn í fyrra dystinum.
Eisini vísur tað seg, at leikarar
komu skjótari fyri seg eftir seinna
dystin, sigur Magni Mohr
Hann vísur á, at í nógvum hita
er tað heilin ið sigur stopp og ikki
vøddarnir, tí heilin í hita minkar
um styrkina á stignalunum til
vøddarnar. Hetta kallar hann fyri
»sentrala troyttheit«. Av tí sama
verða vøddarnir ikki stressaðir eins
nógv og undir vanligum umstøðum.
Tí blíva leikararnir skjótari klárir
eftir ein dyst í nógvum hita.
Kanningin vísti eisini, at leikarar
gera færri tekniskar feilir í seinna
dystinum hóast hann varð spældur
í nógvum hita.
– Ein forkláring upp á tað kann
verða, at ferðin á dystinum er so lág
og tí verða leikararnir ikki trýstir á
sama hátt, sum undir vanligum um
støðum. Tí fært tú eitt annað slag
av fótbólti í hita og er í sjálvum sær
áhugavert, tá tú skal velja tínar leik
arar til ein dyst í nógvum hita, sigur
Magni Mohr.
Týdningarmikið
at tillaga seg
Magni Mohr vísur eisini á, at tað er
týdningarmikið at tillaga seg hitan
áðrenn dyst. Tað er ger stóran mun
um fyrireikingarnar eru rættar.
– Tað vóru seks dagar millum
fyrra og seinna dystin. Í døgunum
upp til seinna dystin vandu leikar
arnir tá hitin var mestur og fingu
annars lov at verða nógv úti í sólini.
Um fyrireikingarnar eru rættar upp
til ein dyst í nógvum hita, so kann
tað gera stóran mun. Eina árið
spældu vit í Malta í nógvum hita,
tá eg var venjari hjá B36. Tá vunnu
vit 3-0 og skoraðu í yvirtíðini. Tá
fyrireikaðu vit okkum væl í hit
anum. Millum annað mátaðu vit
sambandið millum puls og krops
temperatur undir einari venjing
fyri at finna teir, sum ikki toldu
hitan væl. Jóhan Ellingsgaard var
Perifer møði: Hetta er vødda møði,
sum hendir i arbeiðandi vøddunum
orsaka av at javnvágin í vøddunum
kemur í ólag og at orkutroter í
parti av vøddakyknuni ella at
mikroskaðar eru í vøddakyknuni.
Sentral møði: Hetta er tá heilin og nervasystemið ikki
klára at aktivera vøddarnar og væl. Orsøkin er millum
annað at heilin verður ov heitur og at evnisjavnvágin
i heilanum broytist. Í nógvum hita byrjar tann
sentral møðin áðrenn vøddarnir at verða troyttir.
The Dome - Aspire
Elektrisk stimulatión og styrki test