Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96 Sosialurin Ítróttarblaðið ein av hesum, og hann hevði tað eis­ini trupult tann dagin minnist eg, sigur Magni Mohr. Venjingin millum dystirnar vísur seg at hava gjørt góðan mun. – Vit testaðu leikararnar millum dystirnar og tað vísti seg, at bara upp á seks dagar var framgongd hjá leikarunum at síggja. Eisini máldu vit blóðnøgdina í kroppinum hjá tí einstaka leikarinum. Tað vísti seg, at blóðnøgdin vaks nógv upp á hesar seks dagarnar, hóast intensiteturin í venjingini ikki var serliga høgur sigur Magni Mohr. Hann vísur á, at tað við rættari tilrættislagdari klimatisering ber til at betra likamliga formin nógv upp á seks dagar, og tí kann ein fyrireiking gera góðan mun hjá eitt nú landsliðnum. – Tað er einki at siga til, at tað hevði gagna landsliðnum, um teir eitt nú longdu ferðirnar tá teir spæla á útivølli. Men at venja í hita gevur eisini betri úrslit, tá spælast skal í vanligum umstøðum, tí oxygen­upptøkan kann betrast av at venja i hita, orsaka av øktari blóð­ nøgd, sigur Magni Mohr víðari Arbeiði heldur framm Í løtuni eru Magni Mohr og Lars Nybo í holt við at niðurskriva og granska øll úrslitini frá kanningini. Kanningin er tann mest umfatandi í heiminum av sínum slag. Tann fyrsta vísindaliga greinin er longu góðkend í granskingar-tíðrritinum Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports, og fimm aðrar verða í løtuni skrivaðar. Magni Mohr hevur verið knýtt­ ur at enska fótbóltsfelagnum Chelsea sum konsulentur seinastu árini. Hann sigur, at úrslitini eru áhuga­verd fyri lið sum Chelsea, sum ofta fara til Asia a pre-season tour har teir noyðast at venja í nógvum hita. Umframt hetta, so hevur Magni Mohr lagt nøkur av úrslitinum framm á fótbólts­ granskingarráðstevnuni World Congress of Science and Football í Japan fyrr í ár. Somuleiðis vísir hann á, at tað í dag gongur skjótt frá at nýbrot koma framm innan fótbóltsgransking til at tey verða inn­førd sum partur av venjing hjá fótbólt­sfeløgum. trondur@sosialurin.fo Máta vøddahita Sprint test Tróndur Arge B36 framherjin var ein av teimum, ið var við á ferðini í Katar og var royndarpersónur í kanningini hjá Magna Mohr og Lars Nybo. – Tað var heilt fantastisk og spenn­andi at verða við til. Fyri tað fyrsta so er Katar heilt fantastiska flott og umstøðurnar hjá okkum vóru framúr, sigur Jákup á Borg. Hóast leikararnir millum ann­ að sloppu at huga sær við smærri akførum í nógva sandinum, so var eisini neyðugt at bíta tenninar saman av og á. – Vit blivu kannaðir fyri alt møguligt. Millum annað skuldi vit hava ein lítið tól upp í bakpartin fyri at máta kropstempraturin. Eg var ein av teimum fyrstu, ið skuldi fáast við hetta og tað var ringt at fáa upp á pláss, sigur ein flennandi Jákup á Borg. – Tað vísti seg so, at teir høvdu gloymt at givið mær glíðikrem. Aftaná tað so gekk betri. Til end­ ans haldi eg bara at leikararnir vandu seg við allar royndirnar, ið skuldu takast, leggur Jákup á Borg afturat. – Ein stuttlig hending var við Herberti í Lon, sum avgjørt ikki er nøkur »tøs«, sum Jákup málber seg og forklárar víðari. – Hann skuldi sjey ferðir hava tikið royndir av vøddinum og eg haldi at seks ferðir raktu tey onkrar nervar, ið gjørdu at hann fekk óvanliga ilt, sigur Jákup á Borg og smáflennur. – Í eini av kanninginum, ið vit gjørdu skuldu vit spurta í ein­um klimarúmi. Ùrslitið vísti, at Odmar Færø var skjótastu á liðnum hjá okkum, fortelur Jákup víðari Tað blivu spældir tveir dystir á túrinum. Ein í Aspire-høllini, har hitin var settur til 20 hitastig og seks dagar seinni á einum vølli út í 42 hitastigum. – Tað var so bakandi heitt til seinna dystin, men eg haldi faktist ikki at tað var so gali at spæla í mun til tað eg roknaði við, sigur Jákup á Borg. Magni Mohr hevur í samband við kanningina lagt dent á, at tað er týdningarmikið at nýta nakrar dagar at venja seg við hitan. – Tað var stórur munur á fyrstu dagarnar í Katar og so seinni aftur. Onkur av teimum ting­inum vit gjørdu seinastu dagarnar á túrinum høvdu vit als ikki makta at gjørt fyrstu dagarnar, sigur Jákup á Borg. At enda leggur Jákup á Borg afturat, at hann heldur tað verða fantastiskt at slíkar granskingar­ royndir verða gjørdar og at tær avgjørt kunnu koma at gagna bæði føroyskum fótbólti og fót­ bólti sum heild. Enn eru øll úrslitini ikki komin til høldar í kanningini. Leikararnir hava tí heldur ikki fingið úrslitini aftur enn. Nakað, ið Jákup sigur seg gleða seg nógv til. trondur@sosialurin.fo Tað sigur Jákup á Borg um granskingarferðina hjá Magna Mohr og Lars Nybo í Katar. Ein partur av tíðini var spæl og hugni, men tað var ikki bara sum at siga tað at verða royndarpersónur hjá Magna og Lars – Fantastiskt og spenandi upplivilsi