mánadagur 22. august 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Koppaði
rætta
vegin hjá
oddaliðnum
Fótbóltur Tvær ferðir lá B36 undir ímóti NSÍ.
Fyrst 0-2 í fyrra hálvleiki, og síðani 2-3 í seinna hálvleiki.
Men tað endaði eydnusamt hjá heimaliðnum, tá samanum
kom í einum sera minniligum og undirhaldandi dysti
vodafonedeildin
Heri Simonsen
Tíverri er eingin undirhalds
virðisløn í fótbólti, men fanst ein
slík, so skuldu bæði B36 og NSÍ
fingið burtur av gávufænum.
Spælarar og viðhaldsfólk hjá
báðum liðnum fóru gjøgnum
alla kensluskrásetingina, har tað
fyrst gekk við, síðani ímóti, síðani
við, og so ímóti. Sjey mál í einum
dysti, har nógv var søkt at bera
boð um eina minniliga uppgerð,
har intiativið skifti gjøgnum all
an dystin.
NSÍ omaná
NSÍ hevði ein stóran fyrimun,
tá bara 20 minuttir vóru farnir
av dystinum. Tá eitt lítið korter
var farið av dystinum, var B36
verjan ikki nakað serliga árvakin,
ein sending kom inn í brotsteigin
hjá B36, og har slapp vandamikli
framherjin hjá NSÍ, Klæmint
A. Olsen at seta pannuna undir
bóltin, og beina hann í netið til
1-0. Seks minuttir seinni hevur
Oddmar Færø eina skeiva send
ing. Klæmint fangar bóltin, og
hann lobbaði hann hegnisliga
uppum Meinhardt Joensen í
B36-málinum, sum var farin væl
úr málinum hjá sær.
B36 kemur aftur
Tað gingu ikki meir enn fýra min
uttir, so hevði B36 minkað um
munin. B36 vann bóltin á miðjuni.
Atli Danielsen rann seg leysan, og
valdi at rulla bóltin til ein frían
Jákup á Borg, sum beindi hann
í netið. Nakrar minuttir undan
steðginum fekk Símun Joensen
B36 uppá javnt. Jákup á Borg
royndi seg við einum skoti, sum
meir ella minni miseydnaðist.
Símun var tó skjótur á bóltinum,
og fekk hann inn um málstrikuna,
og so var javnt aftur.
NSÍ omaná aftur
Tað undirhaldandi og málsókna
spælið, har verjurnar ikki vóru
serliga tunnutættar helt fram
í seinna hálvleiki. Beint aftaná
steðgin meddaði Heini í Skorini
hjá B36 eitt fríspark á tvørtræið
hjá NSÍ. Løtu aftaná lá bólturin í
B36-málinum. Heini í Skorini ger
eitt fríspark á miðjuni. Bólturin
verður sendur inn í brotsteigin
hjá B36, har Meinhardt Joensen
feilmetti støðuna stak illa, og
Jens Joensen kundi stúta NSÍ
framum aftur.
B36 kemur
aftur og framum
Men B36, og tá serliga Súni Olsen
vaknaðu aftur.
Bert tríggjar minuttir aftaná
málið hjá Jens Joensen sendir
Súni Olsen eitt væl tikið fríspark
inn í brotsteigin hjá NSÍ, har
Heini í Skorini stýrdi bóltin
í málið við høvdinum. Tá 20
minuttir vóru eftir sendir Súni
Olsen eitt væl tikið hornaspark
inn í brotsteigin hjá NSÍ, har
danska
verjukempan,
Jonas
Flindt Rasmussen stýrdi bóltin
í málið til 4-3. Eftir hetta vóru
møguleikar í báðum endum,
men málveitslan var liðug fyri
hesaferð.
Nøgdir og ónøgdir
John Petersen, venjari hjá B36
fegnaðist um, at liðið hevði
skorað fýra mál og tryggjað sær
trý týdningarmikil stig.
– Sigurin kom ikki av góðum
spæli, tað er púra víst. Vit sigla
allan fyrra hálvleik. Vanliga
hava vit gott fatur á bóltinum,
har vit hava dugað væl at flutt
hann runt, har vit hava sloppið
væl frá tí fyrsta trýstinum, men
onkursvegna megna vit ikki
hetta í dystinum í dag, staðfesti
John Petersen á Rás2 ígjár. Pauli
Poulsen, venjari hjá NSÌ iðraði
seg um, at eingin úrtøka fekst í
Gundadali, men hann valdi eisini
at fokusera positivt:
– Dysturin í dag prógvar
hvussu tungt tað er hjá okkum
at vinna dystir í løtuni, sjálvt
um vit hava nógvar góðar løtur
í dystinum. Vit skapa ein stóran
part av dystinum, og vit megna at
stressa B36 í pørtum av dystinum.
Leikliga er samlaða avrikið á
einari heilt góðari leið. Eg trúgvi
ikki, at tað eru so nógv lið sum
hava skapt so nógvar møguleikar
ímóti B36 í Gundadali. Tað er
nakað vit kunnu fegnast um,
men tað gav okkum tíverri ikki
nakað í posan í dag, segði Pauli
Poulsen á Rás2 ígjár.
B36
4
NSÍ
3
Undirhald
Innskifti Heini í SKorini,
hevur júst skalla bóltin í mál
til 3-3 eftir frísparsinnleggi
frá Súna Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang
comeback
Eftir at hava verið aftanfyri 2-0, javnar Símun
Joensen her til 2-2, og B36 er við aftur
Mynd: Jens Kristian Vang