mánadagur 22. august 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
Sosialurin
Ítróttarblaðið
vodafonedeildin
Rólant Waag Dam
Hóast 27 stig eru eftir at spæla
um, er ballið buðið hjá B71. Teirra
dagar í bestu deildini eru taldir,
og næsta ár spæla sandoyingar
leygardagsfótbólt. Tveir triðingar
av landskappingini eru lagdir aftur
um bak. 18 dystir eru spældir og av
hesum hevur B71 tapt 13. Einans
tríggir sigrar eru komnir í hús og
ein javnleikur. Tað er ov lítið!
Tað er spell, tí onkursvegna
tykiskt tað sum um, at sandoyingar
leikliga so smátt hava funnið stevið.
Tíverri er tíðin bara farin frá teimum,
tí tað verður ein ógjørlig uppgáva at
vinna seg fram um tvey lið og upp
um niðurflytingarmarkið.
Síðani lagt varð um til núverandi
landskappingarleist, hevur verið
neyðugt við gott og væl 20 stigum
hjá einum liði, sum ætlar at lívbjarga
sær í deildini. Lægsta stigatal eitt
lið, sum hevur yvirlivað í deildini
við 27 umførum, hevur havt, er 20.
Tað var VB/Sumba í 2006.
Og skal hetta vera tað, vit máta
eftir, so skal B71 tvífalda um stigini
upp á helvtina av tíðini, liðið nýtti
um at savna tíggju tey fyrstu. Tað
er ómetaliga trupult, fyri nú ikki at
siga ógjørligt!
Optimisturin Piotr
Sum tann ókúgandi optimisturin
Piotr er, so trýr hann sjálvsagt
uppá, at tað framvegis ber til hjá
B71. Hann trýr av sonnum upp á
tað, og liggur hansara lutur í løtuni
í, at fáa hesa trúnna yvir á einstøku
leikararnar. Og nógv bendir á, at
sandoyingar ikki hava givið skarvin
yvir enn – hóast hann sambært
hagtølunum langt síðani er flogin.
Tí hóast vónbrotið í gjár, har B71
misti í yvirtíðini, so býr framvegis
ein vón í Sandoynni um, at tað ber
til.
– Vit mugu bara taka okkum
saman aftur til dystin leygardagin
ímóti HB. Tann dysturin má næstan
vinnast, annars er vónin meir ella
minni farin.
Sostatt livir vónin, um enn hon
er lítil, á Sandoynni. Og tað er ein
asti mátin, B71 kann yvirliva uppá,
tí eingin annar trýr upp á teir í
løtuni.
EB/Streymur hevur styrkina
Samstundis sum tað tykist rættiliga
greitt, hvønn veg tað ber hjá B71,
er tað heldur truplari at meta
um, hvussu langt tað fer at røkka
hjá teimum. Tað tykist eisini vera
trupult at meta um styrkina hjá
liðinum. Í gjár løgdu teir út sum
eitt óløgi. Trýstu øgiligt og skaptu
eina rúgvu av kjansum. Úrslitið var
eitt mál. EB/Streymur gjørdi eisini
mistakið, sum førdi til, at B71 slapp
inn í aftur dystin. Felagsliðið og
favorittarnir mistu í uppspælinum
og gjørdu so fríspark, sum sandoy
ingar so skora uppá.
Eftir hetta missa sundalagsmenn
fótafesti og spældu avgjørt ikki
sum eitt lið, sum ætlar sær fremsta
sessin – ella medaljur fyri tann saks
skuld. Hinvegin vísa teir júst neyð
ugu styrkina og góðskuna, sum eitt
satt oddalið hevur. Tá liðið einki
hevði víst í stóran part av dystinum,
og flest øll roknaðu við stigabýti,
hevur liðið einstaklingarnar, sum
kunnu koppa øllum. Hesaferð var
tað Hans Pauli Samuelsen við bein
leiðis frísparki.
Sum tað sær út í løtuni, gera
sundamenn sítt. Men teir skulu
hava hjálp frá øðrum, fyri at røkka
sínum máli. Tað skulu sandoyingar
sanniliga eisini.
rolant@sosialurin.fo
Tíverri er tíðin bara farin frá B71, tí tað verður
ein ógjørlig uppgáva at vinna seg fram um tvey
lið og upp um niðurflytingarmarkið
B71
1
EB/Streymur 2
Ballið buðið hjá B71
FÓTBÓLTUR Líkt er
til, at B71 spælir í
næstbestu deildini
næsta ár. Hetta
hóast liðið leikliga
tykist vera komin
fyri seg. Men
sandoyingum vantar
rætt og slætt stig
Bæði B71 og EB/Streymur hava brúk fyri hjálp frá øðrum fyri at røkka sínum máli – B71 at lívbjarga sær og EB/Streymur at vinna Føroyameistaraheitið
Savnsmynd