mánadagur 22. august 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Við tveimum klassamálum eydn
aðist tað Víkingi at taka øll trý
stigini í grannauppgerðini á Fløtu
gerði í Fuglafirði ígjár. Tá bert 12
minuttir vóru farnir fekk Víkingur
hol á. Sølvi Vatnhamar, sum hevur
verið sera eyðsýndur seinastu tíðina
syrgdi við einum hegnisligum lobbi
fyri, at Finnur Justinussen kom at
standa fríur. Finnur var skjótur at
taka av møguleikanum, og hann
meddaði til við vinstra beini. Bólt
urin sat í málinum við handaru
stong. Gleðin var tó stokkut. Bartal
Eliasen skoraði enn einaferð fyri
ÍF ímóti Víkingi, tá hann gagnnýta
møguleikan í góðari frástøðu.
Gott sigursmál
Finnur Justinussen sendi ein gyltan
møguleika hjá Víkingi uppum málið
hjá ÍF í seinna hálvleiki, og spakuliga
vóru fólk farin at innstilla seg uppá
ein javnleik, tá tann innskifti Kaj
Leo í Bartalsstovu í 81. minutti ger
eitt hegnisligt gjøgnumbrot.
Kaj Leo sá út til at verða komin
í eina fastlæsta støðu, men hann
megnaði at sleppa sær framvið
trimum ÍF-spælarum, og lirka
bóltin yvir til Hanus Jacobsen,
sum takkaði fyri møguleikan, ið
var serveraður fyri føtur hansara,
og Hanus tryggjaði Víkingi øll trý
stigini.
Súrt tap
Søgan um ÍF er framvegis søgan um
tey keðiligu og súru tapini.
– Enn einferð er tað ótrúliga
súrt at tapa, tað mugu vit staðfesta,
segði Bartal Eliasen aftaná dystin.
– Fyrri hálvleikur er rættiliga
javnur, og seinni hálvleikur fyri so
vítt eisini. Tó vil eg siga, at Vìkingur
og Finnur Justinussen høvdu tann
størsta málmøguleikan í dystinum.
Í steðginum tosa vit um eitt taktiskt
upplegg, har vit skuldu steðga
teirra uppspæli, og skapa meira
frameftir. Tað riggaði rímiliga væl,
men teir fáa kortini eitt sigursmál,
sum eg vil siga er kleyvarskapur frá
okkara síðu, staðfesti Bartal aftaná
dystin.
Eru gandaðir
Seinastu løtuna aftaná seinna málið
hjá Vìkingi koyrdu fuglfirðingar
Poul Ennigarð fram í álopið, har
roynt var at oysa langar bóltar
fram, men tað gekk heldur ikki
eftir vild. Og tað er ikki nógv sum
gongur eftir hjá ÍF í hesum døgum.
– Onkur segði, at vit tóku Europa
Cup plássið frá Víkingi í fjør, og nú
er Tróndur í Gøtu eftir okkum. Tað
er so púra víst, at vit eru gandaðir.
Tó høvdu vit ikki líka nógvar mál
møguleikar í dag, sum vit hava havt
í onkrum øðrum dystum, sum t.d. í
dystinum ímóti HB í Gundadali
farna mikukvøld.
Uppiborin sigur
Innskifti Kaj Leo í Bartalstovu var
ikki í iva um, at Víkingur hevði uppi
borið at vinna dystin í Fuglafirði:
– Eg haldi vit høvdu uppiborið
at vinna, tað haldi eg fast við. Bæði
liðini høvdu málmøguleikar, men
eg vil siga, at vit høvdu størri mál
møguleikar enn teir, og eg eisini
siga, at vit leikliga vóru omaná,
segði Kaj Leo í Bartalstovu aftaná
dystin. Næsta uppgávan hjá Kaj
Leo í Bartalstovu og Víkingi er
heimadysturin ímóti B36 komandi
fríggjakvøld.
– Vit spæla á heimavølli ímóti
B36, og raka vit dagin, so eri eg ikki í
iva í, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit
fríggjakvøldið, staðfestir Kaj Leo í
Bartalstovu.
heris@sosialurin.fo
Víkingur hevði hægri
flog í Fuglafirði
Fótbóltur Gøtumenn og leirvíkingar hildu fast um góðu gongdina við enn einum sigri. Hesaferð
stóðu grannarnir í Fuglafirði fyri skotum. Málini hjá Vìkingi vóru tvær sannar perlur
vodafonedeildin
ÍF
1
Víkingur
2
Mynd: Álvur Haraldsen