mánadagur 22. august 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
Sosialurin
Ítróttarblaðið
vodafonedeildin
Teitur
Gestsson
bjargaði
HB
Fótbóltur Málmaðurin, ið er uppvaksin í KÍ,
skoraði langt inni í yvirtíðini í gamla klassikarinum
og tryggjaði samstundis HB eitt stig. Norðoyingar
vóru ikki í iva um, at tá Álvur Christiansen legði KÍ
á odda tveir minutir fyri, at nú vóru trý stig í hús
Tróndur Arge – Klaksvík
Bólturin fer av baklinjuni og
Eiler Rasmussen gevur tekin
um, at tað er hornaspark til HB.
Tíðin er langt síðani farin og tað
eru teir fýra minuttir, ið dómarin
legði afturat næstan eisini. Í eini
seinasti roynd at fáa okkurt
burtur úr gamla klassikarinum
í Klaksvík rópar HB venjarin,
Sigfríður Clementsen, á mál
verjan hjá sær og veipar við ørm
unum. Tað er ikki til at taka feil
av hvat boðskapurin er. Teitur
Gestsson skal framvið í horna
sparksstøðuni.
Innfyri royna fleiri at fáa
fatur á bóltinum. Havnarmenn
og klaksvíkingar stríðast fyri
lívinum bæði í brotsteiginum
og í landskappingini. Bólturin
endar við at detta fyri føturnar
á manninum í grønu málmans
troyggjuni, sum er komin heilt
tætt undir málið. Hann ivast ikki
og smekkar til sum var tað eitt
útspark. Eitt brotpart av einum
sekundi seinni brestur bólturin í
netmeskarnar.
Eina løtu valdar tøgn. Norð
oyingar
standa
sum
kánus,
meðan
viðhaldsfólkini
hjá
havnarliðnum ikki trúgva sín
um eygum. Eina løtu er óvist
um málið er viðurkent, men við
eitt byrjar maðurin í grønu mál
manstroyggjuni hjá HB at tuska
móti útskiftingsbonkinum við
hondunum hægst. Jú, fólkini
kring vøllin við Djúpumýru hava
akkurát verið vitni til eitt serstakt
mál í føroyskari fótbóltssøgu.
Hanus trívist
væl í Klaksvík
Hanus Thorleifsson hevur skotið
trý mál fyri HB síðani hann kom
til felagið á summri 2009. Tvey
av teimum hevur hann skotið í
Klaksvík móti KÍ. Tað fyrra var
eitt nógv umtalað mál í 2009, ið
klaksvíkingar ikki mettu skuldi
havt verið góðkent.
Í gjár var Hanus aftur í Klaks
vík og aftur skoraði hann. Hesa
ferð var einki gali við málinum,
sum kom eftir uppspæl í vinstru
síðu. Klokkan á KÍ høllini er illa
nokk komin runt níggju ferðir og
HB hevur verið leikliga omaná og
er á odda. Í eitt korter er eingin
ivi um hvør er uppflytari og hvør
er verandi føroyameistari. HB er
omaná, men KÍ prógvaði so seint
sum mikukvøldið, at teir ikki
leggja kongin fyri tað um teir
koma aftur um.
Hjalgrím javnar
Fyrri hálvleikur er bara eitt
korter gamal, tá javnvág kemur
í. Álvur Christiansen verður
feldur uttanfyri HB brotsteigin
í høgru síðu. Landsliðsleikarin
og liðskiparin hjá KÍ, Hjalgrím
Elttør, tekur sær av deyðbólt
inum. Fyrsta skotið fer beint
í manngarðin hjá HB, men
Hjalgrím gevst ikki so. Bólturin
kemur út aftur til manninum
við 10-talinum á rygginum og
hesa ferð liggur betri fyri. Hann
sendir bóltin við beinari kós móti
stongini longst vekk frá honum.
Teitur Gestsson í HB málinum
kann einki annað gera enn at
standa og hyggja, meðan bólturin
umvegis stongina fer í mál.
KÍ omaná
Restina av fyrra hálvleiki spældi
KÍ sum eitt lið í oddinum í før
oyskum fótbólti. Maskinrúmið
hjá klaksvíkingum, ið er mannað
við Nenad Stankovic, Høgna
Madsen og Hjalgrím Elttør, setti
seg nú á dystin. Fleiri ferðir vísti
Høgni Madsen sínar dygdir, tá
hann sendi langar avleveringar
út á vongin, har eitt nú Kristoffur
Jakobsen fleiri ferðir tók ímóti.
Tað var eisini nógv lív í KÍ
liðskiparinum, ið royndi at bjóða
av og annars stýra restina av KÍ
liðnum. Tættastur við at leggja KÍ
á odda var Sigmund G. Jacobsen,
tá hann úr vinstru meddaði til
bóltin. Einasta orsøkin til at
bólturin ikki brast í málið var, at
Teitur Gestsson fekk hondina á
harða skotið. Í ein hálvan tíma
var KÍ omaná og spælið hjá teim
um var gott og skapandi. HB
spælið hekk hinvegin illa saman
og fleiri feðir stóð Sigfríður á
síðulinjuni og ýldi á sínar leik
arar um at spæla bóltin runt,
ið staðin fyri at sparka langar
bóltar í høvdið, ella væl omanfyri
høvdið á Andrew av Fløtum og
Jón Krosslá Poulsen.
Linur seinni hálvleikur
Var fyrri hálvleikur undirhald
andi og spennandi at hyggja
at, so er ilt at siga tað sama um
seinna. Bæði liðini høvdu hug at
hála í hondbremsuna og tí var
sjáldan vandi á ferð. HB hevði
bóltin, men megnaði sjáldan
at spæla seg fram til nakrar
málmøguleikar. KÍ lá og bíðaði
eftir HB og royndi at fanga teir
í nøkrum skjótum mótálopum.
Tættastur
fyri
klaksvíkingar
mundi helst verða Hjalgrím, tá
ein góður tími var leiktur, men
royndin fór framvið málinum.
Fyri HB var Jón Krosslá Poulsen,
ið byrjaði inni í dag, tættastur
við at skora, tá hann kom í góða
støðu góðar tíggju minuttir fyri
tíð. Tíverri fyri hann, so fór skot
royndin omanfyri.
Álvur avgerð dystin
– halda teir
Tá klokkan á KÍ høllini vísur 88
minuttir sendir Høgni Madsen
eina frálíka langa avlevering
úr egnari hálvu oman í vinstra
borð. Heilt úti við síðulinjuna
tekur Kristoffur Jakobsen ímóti
og setur kós móti HB málinum.
Hann roynur seg við dribbling
og skoti, men HB verjan stendur
í vegin. Bólturin kemur útfrá til
Hjalgrím Elttør, ið meddar til.
Teitur Gestsson hálvbjargar og
so er Álvur Christiansen fyrstu á
og leggur KÍ á odda. Tey eru fá, ið
ikki halda, at Álvur hevur avgjørt
dystin.
Eina seinastu roynd
Teir seks minuttirnar, ið eftir eru
av dystinum, tveir minuttir av
vanligari leiktíð og fýra minuttir
av eykatíð, roynur HB at leggja
trýst á. Millum annað verður
Fróði
Benjaminsen
kroyrdur
úr verjuni og fram í álopið. HB
liðskiparin ger eisini um seg
beinanvegin og stutt inni í yvir
tíðini er hann nær við at javna,
men bólturin ferð eina Sim-korts
long viðsíðuna av. Var nakar í
iva áðrenn, so er ongin í iva nú.
KÍ hevur vunnið dystin millum
risarnir í føroyskum fótbólti og
bjargingin er nærri, men bara
til maðurin í grønu málmans
troyggjuni kemur fram við.
trondur@sosialurin.fo
bjarging
Ungi málverjin bjargaði
HB við at skora útjavnandi
málið í evstu løtu
Mynd: nordlysid.fo
KÍ
2
HB
2