mánadagur 22. august 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Soleiðis sum úrslitini lagaðu seg
fyrr á degnum, so var møguleiki
bæði hjá B68 og 07 Vestur at taka
stórt fet burtur frá niðurflytingar
strikuni, tá ið hesi bæði liðini í
gjárkvøldið hittust í góðveðrinum
á Svangaskarði.
Tá ið Dagfinn Forná hevði
bríkslað fyri síðstu ferð, høvdu
báðir partar flutt seg eitt vet
burtur frá niðurflytingarstrikuni,
men fetið var ikki so stórt, sum
partarnir ivaleyst høvdu vónað. Og
tá ið manningarnar hugdu aftur
á avrikið og leikgongdina, so var
skjótt hjá báðum pørtum at ásanna,
at møguleikin hevði verið har, men
at full nytta ikki var gjørd burtur úr
honum.
Útgangsstøðið hjá 07 Vestur
var væl skipaður verjupartur og
sera stutt fjarstøða millum ketur
nar. Dúvað varð upp á skjótar um
stillingar, tá ið bólturin varð fang
aður, og beinanvegin var onkur
støða, sum boðaði frá, at tað kundi
gerast vandamikið frammanfyri
B68 málið: Miðvallarin Joseph
Bassene fekk risa møguleika, tá ið
hann loftaði kiksaðari afturlegging,
men skotroyndin var óneyv. Løtu
seinni sendi hesin sami Joseph
Bassene fríspark í stólpan, og tá
ið Clayton royndi seg eftir at hava
fingið tamarhald á returinum, rakti
hann aftur í stólpan!
Gylta B68 løtan
Heimaliðið hevði yvirvág størsta
partin av 1. hálvleiki, og longu eftir
eitt korter eydnaðist tað at gera
mál. Kristian Anton Andreassen, ið
ikki hevur spælt so nógv í ár, sum
hann hevur gjørt undanfarnu árini,
var í 1. hálvleiki annar av fremstu
monnunum í klassiskari 4-4-2 upp
stilling. Hann takkaði fyri álitið, tá
ið hann, eftir at hava drigið nakað
fram eftir vøllinum, við rimmar
skoti
av
brotsteigarmarkinum
sendi bóltin í málið.
So hevði B68 sína gyltu løtu.
Bólturin var nógv á 07 Vestur
hálvuni, men tað varð ikki altíð so
vandamikið. Ikki minst tí 07 Vestur
verjan var væl skipað, og serliga
eyðsýndur var stóri og stinni mið
verjin Tehé Aristidé. Hann er sann
ur fongur hjá vágamonnum at hava
fingið.
Fleiri ferðir var talan um vanda
miklar B68 støður frammanfyri
málið hjá Hans Jørgensen, men tað
eydnaðist ikki toftamonnum at
økja um leiðsluna, og tað kostaði í
síðsta enda.
Gylta 07 Vestur løtan
Heimaliðið legði eisini bragdligari
fyri eftir steðgin. Tá umskipaðu
teir tíðliga soleiðis, at Keita var
einsamallur á toppinum, og Kristian
Anton og Jónleif Højgaard vóru
ytstir í miðvallaródnunum.
07 Vestur var vandamikið í skjót
um mótálopum. Joseph Bassene var
góður við bóltinum, og Jovan Panic
stríddist á miðvøllinum, og hann
hevði gott eyga fyri at leggja røttu
sendingarnar til altíð vandamikla
Clayton Soares og evnaríku ungu
menninar Dánjal Róa Olsen og
Holgar Durhuus.
Útjavnandi málið spunnu teir
burtur úr skjótum mótálopi, eftir
at B68 í deyðbóltsstøðu hevði havt
nógv fólk frammarlaga á vøllinum.
Joseph Bassene varð feldur av
Kristiani Anton Andreassen, og Eli
Falkvard Nielsen sendi av brots
teigarmarkinum bóltin upp um
manngarðin og í netið.
So lá tað til, at 07 Vestur skuldi
kroysta undirmannaða heimaliðið,
men tað tóktist sum um, at orkan
ikki var til tað. Ivaleyst mundi javn
leikurin mikukvøldið á heimavølli
ímóti Víkingi hava kostað nógva
orku!
vodafonedeildin
Felags fyri B68 og 07 Vestur er,
at liðini hava leitað sær styrk
uttanfyri
landoddarnar.
Tað
sást
á
liðuppstillingunum
á
Svangaskarði í gjárkvøldið. Á B68
liðnum vóru tríggir útlendingar
–
Ahmed
Keita,
Ndende
Adama
Guéye
og
Christian
Stein Stokholm. Teir vóru allir
eyðsýndir, ikki minst Christian
Stein Stokholm, sum er ein fínur
miðverji.
Fjórði
fremmanda
maðurin á Toftum, álopsspælarin
Ibrahima Camara, hevur verið
skaddur síðani mitt í juni. Tað
verður roknað við, at hann
verður tøkur aftur heilt skjótt.
Á 07 Vestur liðnum vóru fimm
útlendingar. Onkrir teirra hava
verið so mikið leingi í Føroyum, at
teir í fótbóltshøpi verða roknaðir
sum føroyingar. Téhé Aristide og
Kingsley Amunike vóru miðverjar,
Joseph Bassene og Jovan Panic
vóru á miðvøllinum, og Clayton
Soares var fremsti maður. Ein
annar
útlendingur,
Badara
Diedhiou, sat á beinkinum alla
tíðina. Hann hevur leingi verið
skaðaplágaður. Fleiri av 07 Vestur
spælarunum eru skaðaplágaðir:
málverjin
Kristian
Joensen
og
verjuspælararnir
Sjúrður
Ellefsen og Rógvi E. Nielsen eru
allir skaddir.
Nógvir fremmandir menn
At dysturin á Svangaskarði
ikki var fyrr enn klokkan
18 í gjárkvøldið komst av, at
tað var jarðarferð í bygdini.
Oda Højgaard varð jarðað, og
undan fyrsta bríksli mintust
øll á Svangaskarði hana í tøgn.
Synir Odu, Aksel og Ingemar
Højgaard, vóru í síni tíð stuðlar
á B68 liðnum, og nú eru tað
ommusynirnir, Jóhan Dávur
og Oddur Højgaard, sum eru
partar av liðnum. Oda og maður
hennara Dávur stuðlaðu væl
upp undir fótbóltin hjá næstu
ættarliðunum. Eitt nú høvdu
tey í fleiri ár ábyrgdina av at
vaska klæðini hjá B68 og av at
halda tað reint og hugnaligt í
hølunum hjá spælarunum.
Mintust Odu
Kendu ikki vitjunartíðina
Fótbóltur Toftamenn misnýttu møguleikarnar, sum teir høvdu í 1. hálvleiki,
og 07 Vestur tók ikki av, tá ið vágamenn síðsta korterið vóru yvirmannaðir
B68
1
07 Vestur
1
Savnsmynd