Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96 26 Sosialurin Tað er greitt fyri øllum, at niðurskurðurin yvir ein kamb av fiskidøgum rakar serliga meint tey skip, sum nýta allar sínar dagar. Løgi var annað, ella var jú einki høpi í fiskidagaskipanini. Júst hendan mekanisman er aðaltátturin í fiskidaga­ skipanini. Skal veiðan minka, má tað raka tey sum veiða! Men tað er greitt, at skulu vit hava eina vinnu, sum gevur neyðugt avkast, eiga dugnaligastu fiskimenninir og reiðararnir ikki at vera revsaðir, men skipanin eigur at geva teimum dugnaligastu (effektivastu) betri rásarúm. Vit kunnu spyrja: Hvat er tað fiskidagaskipanin eggjar reiðarum og fiskimonnum til: Jú, at fáa sum mest burtur úr hvørjum fiskidegi. Tí førir skipanin inn í eina ringrás, har veiðiliðið, ár um ár, roynir at kýta seg fyri at fáa størstu nøgdina, meðan myndugleikin sum regulerar, á hvørjum ári má taka hædd fyri hesi effektivi­ tetsbroyting. Og einasta amboðið, ið nýtt verður, er, at skera fiskidagarnar niður. Soleiðis hevur hendan ringrásin hildið á síðan skip­ an er komin í gildi. Og hon støðg­ar ongantíð. Arbeiðs­ tólið verður tilpassað fiski­ døgunum. Verður hetta sæð í mun til hvat ein kvotaskipan eggjar reiðarum og fiskimonnum til, so er tað at fáa tillutaða tonsatalið til høldar fyri minst møguligan kostna. Arbeiðstólið verður tilpassað tilfeinginum. Brúksskylda Júst nú tykist sum um brúksskylda er loysnin fyri fiskidagaskipanina. Hetta er ikki rætt. Nevndin, sum lat frá sær uppskot um nýggja fiskivinnulóg í 2007, hevði við í uppskotinum brúksskyldu. Hendan var tá ikki mett at hava serligan týdning sum regu­leringsmekanisma, men skuldi sláa fast prin­ sippið um, at tillutað fiski­ rættindi skuldu gagn­nýtast. Í frágreiðing latin lands­ stýris­manninum í fiskivinnu­ málum í 2010, er niðurstøðan so at siga tann sama. Politiska avtalan, sum nú er gjørd, sigur, at um 80% av døgunum ikki eru brúkt eitt tvey ára skeið, so verður skorið. Verður hugt eftir døgunum seinastu mongu árini, so er tað so at siga bara bátar í bólki 4A og 4B sum koma at merkja nakað til hetta. (Stórt tal av óbrúktum døgum í bólki 2 og 3, eru nærum altíð orsaka av serligum viðurskiftum einstøk ár). Um onkur hevur hug at rokna út fyri hvørt einstakt skip ella bát, so eru øll tølini tøk á www.fve.fo. Brúksskyldan kann rudda upp í óbrúktum døgum, men kemur ongantíð at gerast mekanisma til at regulera fiskskiskapin, soleiðis at ikki verður neyðugt at skerja teir fiskimenn og reiðarar, sum eru dugnaligast. Annars kann eisini rokn­ ast við, at fyri ikki at missa dagar, so fara bátarnir í 4A og 4B ein stimitúr nú og tá og avreiða nakrar fiskar, soleiðis at dagarnir vera brúktir. Hetta verður ikki effektiv fiskivinna og eggjar til økt veiðutrýst og óneyðuga nýtslu av arbeiðstólunum. Brúksskyldan einsamøll kemur ikki at bjarga nakrari fiskidagaskipan, og í samband við ásetingina av fiskidøgum á hesum sinni, má tosi um brúksskyldu roknast sum politisk sminka. Umsetiligheit Skipanir mega gerast, sum muna. Nevndin, sum gjørdi lógaruppskotið í 2007, skeyt upp, at gera betri møguleikar fyri avhending. Hetta eigur at vera gjørt við at veiðiloyvi, og harvið fiskiorka, kann verða – so at siga – klovin og seld í minni nøgdum. 60% reglan forðar fyri at summi kunnu avhenda endaliga, og tí átti hendan eisini verið avtikin eins og avhending millum ávísar bólkar átti at borið til. Neyðugt er, at skip og bátar gerast færri. Við ver­ andi árliga niðurskurði verður vinnan seigpínd. Spurn­ing­urin er bara hvør heldur út longst. Heldur átti skipanin at verði gjørd soleiðis, at smidligt var hjá teimum minni effektivu at sleppa burtur úr skipanini. Hetta er gjørligt við at gera møguleikarnar fyri avhending betri enn í dag. Bæði tá tað snýr seg um fiskidagar og sjálvt loyvi. Fyri at flotin kann tillaga seg, er besta loysnin at gera hetta við umsetiligheit. Annars verður neyðugt at fara inn á fyrr royndar skipanir, ið ikki eru mest gagnligar, so sum upphøggingarstuðul. Sí annars eisini frágreið­ ing­­arnar ”Brúksskylda til fiski­­rætt­indi”, og ”Um­setilig fiski­­rættindi” ið eru at finna á www.fisk.fo , og sum er lætnar Lands­stýris­manni­ n­um í fiski­vinnu­málum 27. juli 2010. Brúksskylda er bert at rokna sum sminka Brúksskylda kemur ongantíð at vera mekansima at regulera fiskiskapin við. Heldur eigur at vera hugt eftir møguleikanum fyri øktari umsetiligheit í skipanini Hjalmar Hansen vinnuløgfrøðingur Kjak Levi Mørk býráðslimur hjá Tórshavnar kommunu Nú tá ið tann sonevndi kommunali umskipar­nar­ pakkin kemur at galda, so er upp á tal, at Vestmanna og Kvívíkar kommuna skulu gerast partur av Tórshavnar kommunu, og at navnið skal vera Streymoyar kommuna. Sambært uppskotinum skulu verandi kommunur, sjálvbodnar leggja saman í nakrar útvaldar eindir áðrenn 1. juni næsta ár, men eydnast tað ikki, verða tær lagdar saman við lóg. Tórshavn er jú høvuðs­ staður okkara. Tað verður ikki lætt at marknaðarføra navnið Streymoyar komm­ unu sum høvuðsstað úti í verðini. Hetta havi eg víst á áður. Tí er sjálvsagt rætta navnið Tórshavnar kommuna og ikki Streymoyar kommuna. Fyrimunur og vansar eru við øllum, men vit mugu koma víðari og taka hetta stigið sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinnan leggur upp til. Fólk hava sjálvsagt tosað fyri og ímóti úr øllum ættum, tað hava tey eisini rætt til. Eitt nú í seinastuni hava røddir verið frammi við, at Havnin verður ov stór, og at tað skal vera fólkaatkvøða o.s.fr. Eg havi einki ímóti einari fólkaatkvøðu, tað er ikki tað. Men nær koma vit so víðari? Men, hendan kommunuskipan kann jú skipast við staðbundnum nevndum, har ein jú verjir nærdemokratiið og fólkafrælsi og ynskir hjá tí einstøku kommununi. Hetta gera vit í dag í Tórshavnar kommunu. Har tær ymisku bygdirnar í Tórshavnar kommunu hava staðbundnar nevndir, sum eru teirra umboðan og talirør. Somuleiðis er tað upp til veljaran, hvønn hann velur og hvar viðkomandi kemur frá o.s.fr. At vera partur av Tórs­ havnar kommunu hava borg­ arar í Kvívík og Vest­manna avgjørt við fólka­atkvøðu. Niður­støðan av fólka­at­ kvøðuni er eisini tikin til eftir­ tektar av landsstýrinum. Eg meti tað vera ein styrkur fyri høvuðsstaðin og fyri allar Føroyar, at vit fáa Kvívík og Vestmanna uppí Tórshavnar kommunu. Men, vit noyðast at koma víðari og gera færri kommunalar eindir í Føroyum. Eg vænti eisini, at í Føroyum koma í framtíðini at vera niður til 3 kommunalar eindir. Við einum suðurøki, miðstaðarøki og norðurøki. Tað hevði kanska eisini, givið eitt meira rættvíst býtið av kommunalu eindunum. Landið má hava serstakar stuðulsskipanir fyri tær eindir, sum ikki vera nógv sterkar í mun til eitt nú Tórshavnar kommunu. Hetta leggur álitið eisini upp til. Men hetta uppskotið um sonevnda kommunala umskiparnarpakkin, har vit fáa færri og sterkari kommunalar eindir, er ein gongd leið hjá okkum bert 48.000 íbúgvum her á landi. Men eitt er vist, at bæði Vestmanna og Kvívík eru vælkomin til Tórshavnar kommunu. Vestmanna og Kvívík – Vælkomin til Tórshavnar kommunu