mánadagur 22. august 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
Sosialurin
Tíðargrein
Johan Mortensen
Laksurin
Í
hesum
døgum
hoyrist,
at
laksamenn/kvinnur
undrast yvir, hvussu litið av
villum laksi sæst aftur í ár
í Leynum, Saksun og aðra
staðni, har vanliga laksur er
at fáa hesa tíðina.
NASF, The North Atlantic
Salmon Fund, NASF, undir
leiðslu
av
íslendinginum
Orra Vigfusson, ger eitt sera
stórt arbeiði fyri at verja um
villu laksastovnarnar nógva
staðni í Europa og Canada.
Sum kunnugt keypur NASF
veiðirættindini frá Felagnum
Laksaskip soleiðis, at føroy
ingar nú í skjótt nógv ár
ikki hava veitt villan laks
norðanfyri.
Eg haldi, at hjálagda kortið
hja NASF hevur føroyskan
áhuga. Tað vísir, at tað eru
nógvir vandar hjá villa laksi
num. Nevnt verður stóra ídn
aðarveiðan í Norðsjónum og í
NE Atlantshavi eftir hvítings
bróðuri og lodnu, sum er
føðin hjá laksaynglinum og
verður eisni nevnd veiðan
eftir makreli og sild, og at
hjáveiða kann verða har av
villum laksi.
Stóri vandin hjá villa
laksinum er tó sjálvandi aldi
laksurin, har sjúkur og lús
saman við stórum nøgdum
av aldum laksi sum sleppur
ur brúkunum og blandar seg
við villa laksin gera, at hann
ikki vinnur heim aftur til
áirnar.
Samanumtikið vil NASF
verða við, at samanrenningin
av ovurveiðu, ídnaðarveiðu
og negativ árinið av aluvinn
uni er sera skaðilig fyri livilik
indini hja villa laksinum. Tað
er ógvuliga sannlikt. at her er
ein orsøkin til, at so lítið sæst
av villum laksi hjá okkum
hagartil í ár !
Heimasiðan hjá NASF er
nasfworldwide.com
Javnaðarflokkurin
hevur
ta seinastu tíðina dyrgt
dúgliga eftir atkvøðum á
sambandsveinginum.
Tað
hevur flokkurin gjørt við
at útnevna seg sjálvan
sum
”samríkisflokk”
og
við at mæla til at gera ein
alliansu
við
Sambands
flokkin áðrenn tilstundandi
løgtingsvalið.
Sambandsflokkin hevur
tikið
væl
ímóti
hesum
boðum, hóast vit vistu, at tað
fór at kosta okkum nakrar
atkvøður. Ongantíð betur,
enn at vit verða fleiri um at
verja ríkisfelagsskapin, sum
hevur alstóran týdning, nú
tey í londunum rundanum
okkum
aftur
eru
farin
at tosa um eina hóttandi
búskaparkreppu.
Í hesum valskeiðinum
hava vit sæð, hvussu stóran
týdning ríkisfeagsskapurin
hevur, tá ástendur. Tey
sum ikki áttu partabrøv
í bankanum, sum fór av
knóranum, mistu ikki eina
krónu, tí gjøgnum ríkis
felagsskapin vóru føroysku
bankarnir partur av donsku
bankapakkunum.
Jú víst hava Føroyar
harðliga brúk fyri einum
samríkis-Javnaðarflokki.
Men í morgun brast
bumban!
Tann
nýggi
samríkis
flokkurin í sambandsallians
uni hevur valt at stilla Sjúrð
Skaale upp til komandi
fólkatingsval.
Ikki tí - ta tíðina, eg havi
sitið á løgtingi, havi eg
havt eitt gott samstarv við
Sjúrð Skaale. Hann er bæði
dugnaligur
og
sakligur,
og dugir at samstarva við
allar partar. Men lat ongan
iva vera um, at hann er
fullveldismaður. Og henda
fullveldismannin
ætlar
Javnaðarflokkurin at senda
niður á fólkating.
Tann avgerðin verður
neyvan
ein
styrki
fyri
ríkisfelagsskapin
og
sambandsalliansuna.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Enn ein fullveldis
maður á veg í
fólkatingið
Eg skilji væl, at Tjóðveldi vil hava ein fullveldismann
at umboða seg á fólkatingi. Men eg skilji als ikki,
hví Javnaðarflokkurin skal hava somu ynski
Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum
samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti
Er hetta tú, so hevur tú nú høvi at søkja tær starv,
har tú arbeiðir við nærum øllum sløgum av
samskifti.
Sum samskiftisfólk á TAKS starvast tú á HR- og
samskiftisdeildini, og arbeiðir burtur av við samskifti.
HR- og samskiftisdeildin er enn ung, og nógvar
áhugaverdar avbjóðingar eru fyri framman.
Dømi um uppgávur
· Samskipa samskiftisátøk
· Gera samskiftismátingar
· Leggja til rættis langtíðar samskiftisætlanir
· Menna nýggja heimasíðu
· Framleiða tekstir s.s. lýsingar, tíðindaskriv og
vegleiðingar
· Røkja intranetið
· Sparra og ráðgeva um samskifti innanhýsis á
stovninum
TAKS ynskir at vera besti almenni stovnurin í
landinum, og tí mást tú vera framsøkin í at menna
samskiftið hjá TAKS. Virkisfýsni, fakligur dugnaskapur
og stórur áhugi í samskifti eru soleiðis neyðugir
eginleikar fyri at eydnast og trívast í hesum
starvinum.
Nógvur tekstur verður framleiddur á TAKS, og tí
er umráðandi, at tú dugir og dámar at arbeiða við
teksti og kanst vegleiða øðrum í hesum.
Eisini er gott, um tú hevur royndir í at arbeiða við
løgfrøðiligum tekstum, og hevur áhuga í almennari
fyrisiting.
Førleikakrøvini eru viðkomandi útbúgving á
bachelorstigi ella hægri stigi ella samsvarandi
útbúgving, sum t.d. journalistútbúgving. Ítøkiligar
royndir við samskiftisarbeiði eru ein fyrimunur, men
ikki ein treyt.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið er TAKS á Argjum, men umfatar eisini
Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú venda
tær til Helenu D. Højgaard, HR- og samskiftisleiðara
á telefon 352600 ella skriva til hdh@taks.fo
Send umsókn, avrit av prógvum, ummælum,
CV og tveir tekstir, ið tú hevur skrivað, til TAKS í
seinasta lagi 12. september 2011. Merkt: Umsókn
samskiftisfólk.
TAKS, Postsmoga 2151, FO-110 Tórshavn
T-postur: taks@taks.fo
Framsóknum samskiFtisFólki
TAKS samskiftir við allar Føroyar. Sum samskiftis-
fólk á TAKS ert tú við til at menna hetta samskiftið.
www.taks.fo
Sosialurin 341800
Vit sóknast eftir
Kjak