Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96 28 Sosialurin Tann 11. august fylti Arne J. Arnskov 90 ár. Tí skuldi henda greinin verið skrivað fyrr. Men so beskeðin Arne er, vildi hann ikki hava hetta út áðrenn føðingardagin. Men fyri tað skal hann hava eina heilsan í samband við henda stóran dagin. Sheila og Arne eru nøkur av teimum mongu tilflytarum, sum hava ríkað okkara samfelag, so tað forslær. Søgan hjá teimum er rætti­liga kend frá teimum áhugaverdu útvarps­sam­ røðunum við tey. Tí skal ikki nógv takast upp aftur. Arne er dani og Sheila er skoti. Tey hittust tilvildarliga á eini studentaferð í Hollandi fyri nærum 60 ár síðani, og tey giftust 11. juli 1943. Tað er úti við 50 ár síðani, at Arne søkti starv á ríkis­ umboðnum. At byrja við segði Sheila korta nei til hetta. Hon kendi bert Føroyar veðurfrásøgnunum við teimum áhaldandi lágtrýst­ unum. Men so fór Sheila at lesa bøkur um Føroyar, og tá var skjótt leyst og liðugt. Arne tók við starvinum í Føroyum 1. februar 1964. Sheila og teir tríggir synirnir Michael, Carsten og Torkil komu nakrar mánaðar seinni. Og í Føroyum blivu tey bæði verandi. Meðan onnur líknandi embætisfólk van­ liga eru farin aftur til Dan­ markar eftir eitt stutt ára­ mál, so valdu tey bæði ikki bert at halda fram at arbeiða í Føroyum fram til pensjóns­ aldur, men eisini at búsetast her fyri lívið. Í veruleikanum eru tey meira føroyingar enn vit onnur. Meðan vit eru fødd til tað, so hava tey valt tað! Tað kunnu vit bert vera fegin um. Tey hava verið við til at ríka okkara samfelag. Hetta er ikki minst, tí tey eru so dámlig og positiv fólk, sum altíð eru við tí góða orðinum. Tey eiga eisini sín part í vanliga samfelags­virk­semi­ num. Ikki minst hava tey verið virkin innan føroysku deildina av Amnesty Interna­ tional. Har er eisini enska málið hjá Sheilu komið til góðar. Hesin teirra áhugi vísir eisini teirra menniskjasýni. Av øðrum virkisøkjum kann nevnast, at Sheila hevur eisini verið virkin í eldra­ráð­ num í Havn sum varalimur. Arne hevur verið og er enn virkin radioamatørur og er á henda hátt komin í samband við nógv fólk víða hvar. Eftir at vera fráfarin var Arne í mong ár virkin innan fyri okkara lógarverk at fáa allar føroyskar lógir útgivnar. Hesar taldu ikki færri enn sjey bind. Hetta hevur ikki verið smávegis avrik Tey hava eisini havt áhuga fyri politikki, og her er Arne framvegis virkin viðvíkjandi bústaðarpolitikki. Sandur hevur eitt serligt pláss hjá Arna og Sheilu. Her hava tey eisini hús, og Sheila fær stjørnur í eyguni, tá ið talan er um Sand. Tí eru tey nógv har. Sonurin Michael var sjey ár, tá ið hann flutti til Føroyar. Hann er verkfrøðingur og er giftur í Danmark. Karsten, kendur frá kringvarpinum, var fýra ár. Hann er giftur í Føroyum. Torkil, sum er tvey ár yngri, hevur føroyska konu og býr í Svøríki, men hann arbeiðir í Danmark sum verkfrøðingur. Fyri nøkrum árum síðani var eitt mál frammi, har Torkil ikki kundi fáa rættindi sum tann føroyingur, hann var, tí hvørki hann ella foreldrini vóru fødd í Føroyum. Lóggávan hevði ikki tikið hædd fyri, at ikki- føroyingar kundu búseta seg í Føroyum! Barnabørnini eru átta í Føroyum, Danmark og Svøríki. Tað skal verða ynskt Arna hjartaliga tillukku við tí stóra degnum. Vónandi koma vit at hava tykkum leingi afturat! ój Nøvn Danin sum gjørdist føroyingur: Arnskov 90 ár Poul Jacob er kendur har­monikuspælari og hevur henda verið við honum í mongum her í lívinum. Sein­astu mongu árini hevur Poul Jacob nýtt síni evnir, sum harmoniku­spælari, í Guds tænastu. Kanska fyrst og fremst sum kór­ leiðari fyri mannskórið í Fugla­firði. Saman við 20-30 monnum, hevur hann reist runt í landi­ num og sungi gleðiboðs­ kapin fyri mongum. Tað merkist at sangur teirra kemur frá hjartanum. Í 5 ár var Poul Jacob leiðari á Kafé Blákross­ stovuni í Havn. Eisini her kom harmonikan til sín rætt, kanska ser­liga til sangløturnar mána­ kvøld - men varð brúk fyri meira enn hesum kynstrinum í tí starvi­ num. Mangan kravd­ist tol, men so sanniliga eisini viðhvørt ein føst og avgjørd hond. Tað sást skilliga at Poul Jacon er húsligur og røkin. Hetta gekk hann ógvuliga høgt uppí. Mangan var konan, Rann­veig, honum eisini góður stuðul í arbeiði­ num á Kaféini. Í starvi sínum tók Poul Jacob sær mangan av teimum, sum ikki so nógv onnur hava hug at vera saman við. Takk fyri tað, Poul Jacob! Poul Jacob hevur heldur ongantíð krógva, at einaferð í lívinum gjørdis rúsdrekka ein trupulleiki, sum førdi við sær, at mest sum alt í lívinum fór í upploysn. Í Blákrossblaðnum nr. 2 frá 2004 er stór samrøða við Poul Jacob. Har sigur hann m.a. : ”Rúsdrekka kom inn í mítt lív, sum nakað stuttligt, sakleyst og spennandi, men tað endaði við, at gerast ein sonn marra.” Men hjá honum, sum hjá so mongum, so er broyting møgulig, hóast alt sær vónleyst út. Og lívið hjá Poul Jacob broyttist fullkomuliga. Við hesum fáum orðum ysnkja vit tær hjartaliga til­lykku við føð­ ingardegnum, Poul Jacob, við ynski um Guds ríku signig yvir lívsleiðina. Vegna Bláa Kross Føroya Hjalmar Hansen, aðalskrivari Poul Jacob Lundsbjerg 70 ár 23. august verður Poul Jacob Lundsbjerg í Fuglafirði, 70 ár