mikudagur 24. august 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Sjúkan, sum á føroyskum
verður
nevnd
glykogen
goymslu brek, virkar átann
hátt, at kroppurin ikki megn
ar at niðurbróta alt tað stív
ilsi, sum verður formað av tí
mati, vit eta. Talan er um part
avkolhydratum, ið vit eta, ið
verður goymt sum stívilsi.
Partur av glycogen blivur
goymt í tí, livurin upptekur,
hin parturin í musklunum.
Sjúkan virkar á tann hátt,
at livurin megnar ikki at
niðurbróta alt stívilsi við tí
úrsliti, at stigvíst meiri endar
ílivrini, sum tekur at vaksa.
Kemur sjúklingurin ikki
undir viðgerð, veksur livurin
alt meiri, meðan musklarnir
líðandi svinna, tí kroppurin
tekur neyðuga sukuri úr pro
teininum (eggjahvítan) sum
liggur í vøddunum í staðin.
Í dag er rættiliga lætt
at fáa staðfest sjúkuna, tí
hetta kann gerast við ein
ari
einfaldari
blóðroynd.
Fyrr var neyðugt við einari
livrabiopsi.
Sjúkan hevur uttan iva
verið í Føroyum í øldir, so hví
er hon ikki vorðin kend fyrr
enn fyri lutfalsliga fáum
árum síðani.
- Tað kemst uttan iva frá
góðu
kostvanunum,
sum
føroyingar høvdu fyrr. Tað
var ógvuliga proteinríkur
kostur, ið gomlu føroyingarnir
ótu, og tað er tann optimala
viðgerðin av sjúkuni, sigur
David Weinstein, sum er ein
av leiðandi granskarunum
innan sjúkuna.
Tann, ið kennir mest til
sjúkuna í Føroyum, er Ulrika
Steuerwald. Hon sigur, at vit
kenna til 16 tilburðir í Føroy
um, meðan tey í øllum USA
bert kenna til 18 tilburðir.
- GSD typa 3a merkir, at tú
gerst nógv skjótari svangur
aftur,
tí
livurin
megnar
ikki at niðurbróta stívilsi.
Og tess meira kolhydratir
tú etur, tess meiri stívilsi
savnast í livrini við tí úrsliti,
at hon bert veksur og veksur.
Hetta hevur so aftur við sær,
at tú tekur eggjahvítaevni
og førir inn í musklarnar,
fyri at yvirliva, sigur Ulrika
Steuerwald.
Weinstein á vøllin
So
hendi
tað,
at
fyri
trimum árum síðani var
Ulrika Steuerwald á einari
ráðstevnu í Manchester, og
har hitti hon víðagitna og
leiðandi granskaran innan
GSD, David Weinstein, og
tað gjørdist byrjanin til
eitt samstarv, ið allir partar
vænta sær nógv av.
- Hann hevur samband
við einar 350 sjúklingar úr 26
londum í øllum heiminum,
og hann bjóðaði sær at koma
hendan vegin at vitja teir
sjúklingarnar, sum vit hava
í Føroyum. Endamálið er
sjálvandi at vegleiða hvørjum
einstøkum sjúklingi soleiðis,
at viðgerðin verður optimal,
sigur Ulrika Steuerwald.
David Weinstein var í
Føroyum á fyrsta sinni fyri
tveimum árum síðani, og
hann vitjaði aftur nú um
dagarnar.
Fleiri av føroysku sjúkling
unum eru nú komin í tann
árini, og tí er tað av týdn
ingi, at fylgt verður upp á
viðgerðina.
- Vit høvdu skeið fyri
sjúklingum og foreldrum
fyri tveimum árum síðani,
men børnini eru jú tvey ár
eldri nú, eins og ein nýggjur
sjúklingur er komin aftrat, og
tí verður skeið fyri teimum,
eins og talan verður um eina
uppfrísking hjá teimum, sum
vóru við á skeiðinum fyri
tveimum árum síðani, sigur
Ulrika Steuerwald.
Sjúklingarnir spenna vítt
í alderi.
- Ja, tað gera teir. Tann
yngsti er trý, meðan tann
elsta, ið vit vita um, er 61
ár, og tað er heilt serligt, tí
tað, vit vita um, liva fólk
við hesi sjúkuni ikki meiri
enn 30 til 40 ár, sigur Ulrika
Steuerwald.
Kosturin avgerandi
Hinvegin eru møguleikarnir
góðir, um sjúkan verður
uppdagað, meðan børnini
eru heilt ung.
- Ja, tá eru møguleikarnir
sera góðir. Um tey vita,
hvussu tey skulu eta og
fyrihalda seg, kunnu tey liva
eitt fullkomiliga normalt lív,
sigur Ulrika Steuerwald.
Sjálv hevur Ulrika Steuer
wald ikki granskað í sjúkuni.
- Nei, tað havi eg ikki, men
eg eri so forvitin, og so havi
eg roynt at fáa tey fólkini
higar, sum veruliga kenna
til sjúkuna. Og í so máta er
David Weinstein júst hin
rætti. Hann granskar á einum
universiteti í Florida, og hann
granskar útilokandi í GSD,
sigur Ulrika Steuerwald.
Men hvussu er hon so
komin í samband við fólk, ið
hava hesa sjúkuna?
- Tað var tí eg hitti eitt
barn, ið hevði stóran búk og
lítlar musklar, og tað eru júst
symptomini upp á GSD. Ein
biopsi í livrini váttaði so, at
talan var um sjúkuna, sigur
Ulrika Steuerwald.
Í dag er ikki neyðugt við
einari biopsi, tí genini eru
kend, og tí kann sjúkan stað
festast við einari blóðroynd.
- Vit hava eisini í dag
læknar, sum kunnu staðfesta
sjúkuna í viðtaluhølunum,
bara við at spyrja rætt og við
at taka eina einfalda blóð
roynd, sum kann kannast
á laboratoriinum her, sigur
UlrikaSteuerwald.
Hon hevur eisini eina
frágreiðing um, hví GSD
er lutfalsliga so útbreidd í
Føroyum. Grundin til, at tað
finast so lutfalsliga nógvir
tilburðir í Føroyum í mun
til onnur lond, er, at tann
maturin, vit eta í Føroyum,
liggur so nær at tí kosti,
sum verður álagdur fólki
við GSD typa 3a at eta. Hetta
merkir,
at
smittuberarar
aðrastaðni doyggja, áðrenn
tey fáa børn, og tí eru sera
fáir smittuberarar aðrastaðni
enn í Føroyum, lutfalsliga.
-
Við
øðrum
orðum
doyggja
smittuberararnir
aðrastaðni,
áðrenn
teir
megna at formera seg, meðan
teir liva longri í Føroyum,
sigur Ulrika Steuerwald.
Ulrika Steuerwald
er tann í Føroyum, ið
veit mest um sjúkuna
Glykogal Goymslu Brek
Mynd: Jens Kristian Vang
Góðir kostvanar hava
bjargað føroyingum
GSD (glycogen storage disease) typa 3a er sera vanlig í Føroyum í muntil onnur
lond. Vit hava 16 sjúklingar í Føroyum, og bert 18 í øllumUSA. Men hóast sjúkan
uttan iva er gomul í Føroyum, hava góðukostvanarnir bjarga berarum