Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97 Sosialurin Leo Poulsen Seinastu árini eru læknar vorðn­ir varðugir við sjúkuna GSD 3a, ið er óvanliga út­breidd í Føroyum í mun til onn­ur lond. David Weinstein er gransk­­­ari við uni­versitetið í Florida og ein av leiðandi gran­­sk­­ar­­­un­ um innan GSD, og hví held­ur hann, at sjúkan er so nógv út­­ breidd her hjá okkum? - Orsøkirnar eru tvær. Tað eru nógv ættarlið síðani, at sjúkan kom til Føroya, ja, heilt afturi í víkingatíðini, so vítt sum vit duga at meta. Og av tí at samfelagið var ógvuliga lítið, spreiddist sjúkan skjótt og vítt, og í dag er ein út av hvørjum 21 ella 22 berari, sigur David Weinstein. Hin orsøkin er heilt ein­ falt, at føroyingar standa seg betri móti sjúkuni enn nakar annar í heiminum. - Fólk liva við sjúkuni her, meðan tey ikki megna at standa ímóti aðrastaðni í heimi­num, og orsøkin er, at kosturin er ógvu­liga góður og rætt og slætt heilivágur móti GSD, sigur David Weinstein. Kosturin her – áðrenn vit fingu Burger King, sum serfrøðingurin málber seg – var hópurin av proteinum, nógvur fiskur og nógv kjøt, nakað, ið er gott móti sjúkuni og heilsubót fyri fólk. - Sjúklingarnir í Føroyum eru ógvuliga heilsusterkir, men hyggur tú at øðrum pørt­um av heiminum, so sum Wales ella Bretlandi, eru sjúk­ ling­­arnir ógvuliga sjúkir, tá teir koma upp í 20-ini og enda í koyri­stóli. Fleiri doyggja longu í 30-árunum, meðan vit í Føroy­um hava fólk, ið eru nógv eldri og hava tað gott, tí kosturin er so heilsu­góður, sigur David Weinstein. Upplagt granskingarøki Lutfalsliga høga talið av sjúk­ l­ing­um við GSD ger tað sjálv­ andi áhuga­vert hjá David Wein­stein at granska her, men tað er ikki fremsta orsøk­in til, at hann kem­ur til Føroya. - Sjálvandi er tað áhuga­ vert at vera í Føroyum, men eg eri her fyrst og fremst fyri at hjálpa sjúklingunum, og tað er tað, sum eg havi gjørt í 13 ár, og tit hava næstan líka nógvar tilburðir í Føroyum, sum vit hava í USA. Tað hóast tit eru undir 50.000 íbúgvar, meðan USA hevur oman fyri 300 milliónir, sigur David Weinstein. Hann granskar í sjúkuni, tí hann ynskir at hjálpa børn­ um og vaksnum. - Fyri meg ræður tað um at hjálpa fólki, og eg eri ikki her, tí tað er áhugavert. Eg eri her, tí eg kann gera mun, sigur Weinstein. Men høga talið av fólki við GSD í einum so lítlum øki ger Føroyar til eitt upplagt stað at granska sjúkuna. - Tað hevði verið upp­ lagt at gjørt Føroyar til mið­ depilin fyri gransking av GSD. Vit hava verið í sam­ band við læknar á Lands­ sjúkra­húsinum, og felag er sett á stovn fyri at veita hjálp til sjúklingar og foreldur, so tað hevur verið ein ótrúliga áhugaverd gongd seinastu árini. Føroyar eru einastand­ andi í so máta, tí vit kundu granska nógv effektivari her, enn nakað annað stað í heimi­ num, sigur David Weinstein. Ein kanning, sum føroy­ ingar luttóku í, førdi til, at viðgerðarhátturin varð heilt umlagdur (sí stubban). - Fyrr var viðgerðin móti GSD sukur fyri ein stóran part, men við hesari kanning­ ini í Føroyum er tilráðingin púra broytt fyri allan heimin. So tað er í veru­leikanum føroy­­­ingum fyri at taka, at við­­gerð­­ar­­hátturin fyri GSD er broytt­ur, sigur David Weinstein. Kemur aftur Hetta er sum nevnt aðru ferð, at David Weinstein er í Føroyum, og stendur tað til hann, verður hetta ikki seinastu ferð. - Nei, tað vóni eg sanniliga ikki. Mær dámar so stak væl her í Føroyum. Her er ógvu­ liga gott at vera, og fólk­ini eru so framúr fitt og blíð, og mær dámar so væl at hjálpa, at eg púra vist komi aftur, um so er, at tit vilja hava meg, sigur David Weinstein. GSD er ein sjúka, sum í dag ikki kann lekjast, og tí ber bert til at halda henni niðri, men granskað verður alla tíðina í GSD. Weinstein granskar á University of Florida, og hann hevur eina lækna­lesandi við sær, sum hjálpir honum. Talan er um Laurie Minarich. - Eg vóni, at vit ein dag finna ein kur sum kann lekja sjúk­una, men í dag fáa vit bert viðgjørt hana. Tað ljóðar kanska ikki spenn­andi, men við høga protein inni­haldi­ num og við maizena í kosti­ num, er sjúk­an gjørd bøt­andi, og fólk eiga at kunna liva eitt gott lív. Men vit arbeiða fram ímóti at finna ein leki­dóm, sigur David Weinstein. Hetta verður millum ann­að gjørt við hundum, ið náttúr­liga hava sjúkuna. - Teir hava líknandi sjúku, eina sjúku, ið er deyðilig, og vit gera gen-relateraða við­ gerð fyri at lekja teir. Vit vóna við tíðini at testa hetta við hundum, ið hava typu 3, ið er næstan eins við tað, fólk hava, og kunnu vit lekja hundar­nar, vóni eg, at vit eisini við tíðini kunnu lekja fólk. Men inntil ta tíð kunnu vit bert viðgerða, sigur David Weinstein, professari í GSD. leo@sosialurin.fo David Weinstein saman við læknalesandi Laurie Minarich. Tey bæði vitjaðu í síðstu viku í Føroyum og tosaðu við teir 16 sjúklingarnar, ið hava fingið staðfest GSD (Glycogal Storage Disease) Mynd: Jens Kristian Vang Føroyingar eru lykilin til viðgerð móti GSD SJÚKUVIÐGERÐ Tað er ein kanning, har føroyingar eisini hava tikið lut, sum hevur ført til, at tilráðingin í sambandi við sjúkuna GSD er broytt frá nógvum sukri til høgt innihald av proteini. - Góðu kostvanarnir verja føroyingar móti sjúkuni, sigur David Weinstein, leiðandi granskari Vitjan Ein umfatandi kann­ ing fór fram fyri nøkr­um árum síð­ ani har millum ann­ að føroy­ingar vóru partar. Hendan gransk­ ingin gekk út upp á at kanna, hvussu kost­vanar ávirka Glycogal Storage Disease. Kanningin vísti, at kostur við høgum protein inni­ haldi stóð seg best. Tey, ið ótu pro­tein­ ríkan føroyskan mat vóru nógv betri fyri, enn onnur, ið vóru við í kanningini. Hendan kann­ ingin fekk stóran týdn­ing fyri tilráð­ ing­ina í sambandi við kost til sjúk­ling­ ar við GSD. Í staðin fyri at við­­gera sjúk­ una við sukri, fyrst og fremst, verður nú rátt sjúk­ling­um til, at eta proteinríkan kost. Kanning við føroyingum Foreldur, ið hava børn við GSD, tóku seg saman og í mai 2009 stovn­aðu tey egið felag, GSD felagið. Í nevndini sita Rúna Sivertsen, for­ kvinna, Rannvá Isak­ sen, næst­for­kvinna, Gunnleyg Wang Jacobsen, peninga­ røkil, John D. Olsen, skrivari, og Hildi­ gunn Sørensen. Nevnin skipaði fyri skeiði fyri fólk við GSD og familj­ um teirra hetta sama árið, ið var fyrsta árið, at David Wein­stein og Laurie Minarich vóru í Føroy­um, og aftur hesa­ferð skip­aði felagið fyri líknandi skeiði, nú tey bæði vitjaðu aftur. Vit fara at hoyra meira til felagið og skeiðini í blaðnum fríggjadagin. GSD egið felag