mikudagur 24. august 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
6
Sosialurin
Hesaferð verður tiltakið 9.
– 11. september. Hetta er eitt
øðrvísi, stuttligt og gevandi
tiltak, sum undanfarnu lut
takarar hava dámt sera væl.
Á leguni eru menn í øll um
aldri saman bæði um tað
sosiala og tað andliga. Nógv
tiltøk eru á skránni, bæði
fyrilestrar, ítriv, sangur og
annað ‘mansligt’ virksemi.
Evnið í ár er ‘Menn, sum
tæna Kristi’. Tað verður Símun
P. Jacobsen, prestur, sum fer at
hava tveir av fyrilestrunum,
har hann viðger mannin sum
tænara í familjuni, í kirkju
liðnum og í samfelagnum.
Triðja
fyrilesturin
á
mansleguni fer ein kvinna at
hava, nevniliga Marjan Niel
sen, barna- og familju ráðgevi
hjá Heimamissiónini. Heitið
er ‘Menn tæna børnunum’.
At Marjan sum ein kvinna
undirvísir á mansleguni er
vegna tað, at Marjan dagliga
stendur í støðuni, at bara fá
mannfólk taka lut í barna-
og familj uarbeiðinum. Hon
fer eisini at vísa monnum á
týdningin at vera fyrimynd
fyri børnini.
Á mansleguni er annars
nógv annað á skránni enn
fyrilestrar. Har er mill um
annað ítriv av ymiskum slag,
so sum ein fiskitúrur, gongu
túrur, fótbóltur, tónleikur,
jamming, sangur og annað.
snorri@sosialurin.fo
Snorri Brend
Í juli mánaði vóru 119 skipa
vitjanir á Fuglafirði, harav
tey 35 vóru útlendsk.
- Hetta er tað hægsta talið
í ein einstakan mánað, verður
sagt úr Fuglafjarðar Havn.
Tað var kortini ikki bert
í talinum av skipum at
nógv virksemi var. Brutto
tonsatalið í farna mánaði
var 224.000 tons, harav tey
140.000 vóru útlendsk.
Hetta
var
samstundis
næstbesti
mánaðurin
í
tonnagu nakrantíð.
Um hugt verður eftir
hagtølu num fyri Fuglafjarðar
Havn, sær ein eisini greitt
ta menning, sum her hevur
verið tey seinnu árini.
Í juli mánaði 2008 vitjaðu
62 skip her, og í 2009 66 skip,
meðan talið í 2011 er nærum
tvífaldað til 119 skip.
Tað er olj uterminalurin
hjá Effo, frystiterminalurin
hjá Bergfrost og Nóta- og
Trolvirkið Vónin, ið standa
fyri øktu skipavitjanunum.
snorri@sosialurin.fo
119 skip í ein mánað
Ongatíð áður hava so nógv skip vitjað í Fuglafjarðar Havn sum í juli mánaði í ár
Æðuvík: Hesar seinastu dagarnar hevur verið arbeitt
við at leggja asfalt á landsvegin hjá æðuvíkingum.
Arbeiðið verður liðugt í hesi vikuni.
Arbeiðið byrjaði hósdagin í farnu viku, og hevur
hetta havt ávirkan á ferðsluna. Meðan arbeitt verður,
er vegastrekkið strongt fyri ferðslu mill um klokkan
9 og 12, og aftur mill um klokkan 13 og 16.
Arbeitt hevur annars verið við at breiðka henda
vegin í smáum pettum á hvørjum ári.
sb.
Nógvir menn - bert ein kvinna
Vestmanna: Juli gjørdist fyrsti mánaðurin í ár, har
skattainntøkan var hægri enn sama mánað í fjør. Í
juli í fjør komu góðar 2,8 mió krónur inn í skatti, men
í ár góðar 3 mió.
- Vøksturin er uppá 4,19%, sigur Vestmanna
kommuna.
Sum vera man, er kommunan sera væl nøgd við
hetta, tí juli í ár var i miðal 1,43% lakari enn í fjør.
Víst verður á, at flestu grannakommunurnar
hjá vestmenningum høvdu afturgongd í skatti -
Kvívíkar Kommuna -5,84%, Sunda Kommuna -1,37%
og Tórshavnar Kommuna -2,88%.
- Orsøkin til vøksturin kann vera, at nakrir arbeiðs
dagar hava verið hjá Vestmanna Seafood í juli, men
tað er neyvan øll orsøkin, vísir kommunan á.
sb.
Eiði: Í løtuni verða boraðir tunlar í samband við Eiði
2-verkætlanina. Samstundis við hetta verður Eiðis
verkið hjá SEV sunnanfyri Brimnes eisini útbygt.
Við hesi útbyggingini fer verkið at kunna hýsa
eini triðju turbinu aftrat. Byggifelagið MT Højgaard
stendur fyri hesum arbeiði, ið verður liðugt í heyst.
Nýggja turbinan verður 7,7 MW. Hinar báðar
turbinurnar á verkinum eru 6,3 MW hvør. Hon
kemur væntandi til Føroya í næsta mánaði, og miðað
verður eftir at taka hana í brúk fyrst í næsta ári.
sb.
Tryggari at koyra
Nógvur skattur í juli
Nú kemur triðja
turbinan
Teir menn, ið vóru á manslegu í Nesvík í fjør, dámdu sera væl. Her læra teir at bøta trol
VIRKSEMI
Nógv virksemi er í havnini í Fuglafirði. Í juli mánaði
var eitt metstórt tal av skipum og vitjaðu
Triðja árið á rað verður manslega í Leguhúsinum í Nesvík