Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97 Sosialurin Uni Holm Johannesen Tíðindamiðlarnir funnu søgur­nar á Facebook. Fyrst róp­ti Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, danska forsætisráðharran eitt r-hol. Síðani setti Levi Mørk, valevni fyri Javn­að­ ar­flokki­num, fram fasis­tisk sjón­ar­mið og gav musl­i­mum skuld­ina fyri bumbu­at­sókn­ ina í Oslo og hópdrápið á Utøya. Tað eru feskastu døm­ ini um, at Facebook ávirkar al­men­na kjakið, og dømini verða helst enn fleiri undir val­stríð­num. Tað sigur Høgni Reistrup, miðla­se­r­frøðingur. - Tað er broytt. Valevnini hava heilt øðrvísi samband við veljararnar enn fyrr. Tað stytt­ist millum borgaran og val­evn­ini, og tað eru serliga Face­book og YouTube, sum eisi­ni verður brúkt, sum ger fjar­støðu­na styttri, sigur hann. Samskifta beinleiðis Politikkarar skulu vera sjón­ ligir fyri at verða valdir. Tað er rætt og slætt ein for­treyt. Tá bløðini, útvarpið og sjón­ varpið spældu høvuðs­leik­ lut­in fyri 10 árum síðani, hava valevnini nú aðrar møgu­leik­ar við sosialu miðlu­num. Sosialu miðlarnir eru ikki landafrøðiliga av­ mark­að­ir. Meðan tú fyrr dyrgdi eftir atkvøðum til fót­ bólt­s­dystir, á Kósini, í Mikla­ garði ella hitarúminum í svimjihøllini, er eingin landa­ frøði­lig fjarstøða millum politik­ar­an og veljaran á sosialu miðlunum. Gott og væl helmingurin av føroyingunum eru á Face­ book. Tað ber við sær, at politikarar kunnu bein­leiðis ávirka og stýra sam­skift­ið við veljaran á hesi heima­ síðuni. - Øll vera hoyrd á Facebook, og á tíðinda­portal­ unum, har tað er møguligt at viðmerkja greinar. Fyri 20 árum síðani bar til at skriva lesarabræv og bíða tveir dagar eftir aftursvari. Tað er munandi lættari á Fac­e­book. Tú svarar bein­an­ vegin, og tað broytir sam­ skiftis­liga útgangsstøðið mun­andi. Samrøðurnar eru almennar, og øll kunnu lut­ taka. Tað er ein stórur fyri­ munur fyri fólkaræðið, tí sam­bandið millum veljaran og politikaran verður nógv bet­ur, sigur Høgni Reistrup, miðla­serfrøðingur. Gomlu miðlarnir, bløðini, útvarpið og sjónvarpið, eru fram­vegis neyðugir. Tað er tó ein sannroynd, at hesi miðl­ ar­nir eru munandi meira formellir. Har tosar politik­ arin við veljaran, sum ikki kunnu svara aftur. - Facebook og aðrir sosialir miðlar gera, at velj­ ar­in sleppur undan at tosa í almenna útvarpinum ella sjón­varpinum við siðiligari rødd. Tað er meira óformelt á internetinum, og tá tíma fleiri borgarar at taka lut. Hó­ast tað er óformelt, verð­ ur borgarin hoyrdur og fær ávirkan. Tað kann bara stimbra eitt demokratiskt sam­felag, heldur hann. Facebook var eisini við á løg­tings­valinum í 2008, men tað hevur vundið munandi meira upp á seg seinastu ár­ ini. Høgni Reistrup, miðla­ser­ frøð­ingur, dregur fram Sjúrð Skaale, sum dugir væl at gagn­nýta sosialu miðlarnar. Tað hevur verið ein fragd at sæð hansara atburð á sosiala palli­num. Tað er gott fyri politiska samskifti, heldur miðla­serfrøðingurin. uni@sos.fo Uni Holm Johannesen Meðan hinir flokkarnir bryn­ja seg til valstríðið, hev­ ur nýggi flokkurin hjá Poul Michelsen, Framsókn, fram­ veg­is einki valevni. Eingin upp­still­ing­arfundur hevur ver­ið hjá flokkinum. - Framsókn hevur fremst av øllum hugs­ að um politikkin sein­as­tu mánaðirnar. Vit hava verið partur av fiski­vin­nu­re­formi­ num, og eiga virknan lut í kommunureforminum og pen­sjóns­reforminum. Flokk­ ur­in er stovnaður, tí vit vilja hava broytingar í føroyskan poltikk. Framsókn hevur ikki gjørt stórvegis um seg í fjøl­mið­lu­num, tað er kanska ein vansi, men orsøkin er, at vit hava hugsað um politikk, og ikki valstríð, sigur Poul Michel­sen, formaður í flokki­ num. Spurningurin er, um Poul Michelsen og Framsókn eru til reiðar til eitt valstríð. Hann veit, at veljararnir eru ótol­nir. - Øll spyrja, nær valevnini verða kunngjørd. Tað fer tíð­ in at vísa. Politisku málini, vit hava verið partar av, gev­ ur vónandi eitt álítandi tek­ in um, at vit vilja hava broyt­ ingar. Tað er eisini umráðandi at hava í viðførinum til eitt valstríð. Vit skulu eisini fyrireika okkum til val­stríð­ ið, men politikkurin hev­ur verið raðfestur hægst sein­ as­tu mánaðirnar, sigur Poul Michelsen, sum ikki kann siga, nær valevni verða kunn­ gjørd. Í nýggjari veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið sæst, at Fram­ sókn kemur ikki á ting. Flokk­ur­in fær 2,5 prosent av at­kvøðu­num. Facebook broytir valstríðið ØÐRVÍSI VAL Komandi løgtingsval verður munandi øðrvísi enn undarfarnu. Sosialu miðlarnir verða karmar um politiska samskiftið. – Nú bíðar politikaran ikki tveir dagar eftir aftursvari, men samskiftir beinleiðis við veljaran, sigur miðlaserfrøðingur Gomlu miðlarnir, bløðini, útvarpið og sjónvarpið, eru framvegis neyðugir. Tað er tó ein sannroynd, at hesi miðlarnir eru munandi meira formellir. Har tosar politikarin við veljaran, sum ikki kunnu svara aftur. Framsókn hugsar bara um politikkin - Øll spyrja, nær valevnini verða kunngjørd. Tað fer tíðin at vísa, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn - Tað er meira óformelt á internetinum, og tá tíma fleiri borgarar at taka lut. Hóast tað er óformelt, verður borgarin hoyrdur og fær ávirkan, heldur Høgni Reistrup, miðlaserfrøðingur ÓFORMELT