mikudagur 24. august 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
Sosialurin
Hon mátti lúta fyri nýggju
útstykkingini, sum verður
gjørd
í
Vatnsoyrum.
Vága kommuna er nevniliga
farin
undir
nýggja
útstykking í Vatnsoyrum.
Gjørt verður klárt til fyrstu
húsini, sum verða bygd oman
fyri fyrstu húsini, komið
verður til, tá ein kemur í
Vatnsoyrar
úr
Miðvági.
- Farið verður varliga fram,
og í fyrsta umfari verða
bara nøkur fá stykki gjørd
byggibúgvin, hóast bíðilisti
er fyri at fáa grundstykki í
Vatnsoyrum, verður sagt úr
Vága kommunu.
Má víkja
Rættin, uttarlaga í Vatnsoyrum verður nú tikin niður, tí sethús skulu byggjast her ístaðin
Mynd: vaga.fo
Sjónleikur
Eyð greiðir
frá um
Cederblom
Ókeypis
vestar
og
hjálmar
Lítil náti at síggja
Mentanarvika við Sundalagið
Rættin mátti víkja
fyri menningini
framburður Rættin hjá norðara Leiti
haganum, sum hevur staðið heimanvert fyrstu
húsini í Vatnsoyrum, er nú niðurtikin
Sjóvevur Tað er eitt norðurlendskt
felag, ið hevur boðið Eyð Matras til
Tårnby at framføra einrøðuleikin
Bátarnir á Sandoynni siga frá lítlum náta,
veit Sandoyarportalurin at siga frá.
Seinnapartin í gjár tosaðu teir við
ein útróðrarmann, ið lá nakað vestur úr
Sandsgrynnuni. Út hagar sá hann bert
tann eina nátan.
- Nei, her er ongin á hesi leiðini og helst
er tað nakað tíðliga enn, segði bátsmaðurin.
Tiknir verða um 50.000 til 100.000 nátar á
hvørjum ári.
Í døgunum 18. til 25. september verður aftur
mentanarvika í Sunda Kommunu við eini
fjøltáttaðari skrá.
Eftir
ætlan
verða
tiltøk
í
flestu
bygdunum í kommununi, eftir sama leisti
sum í fjør, ið sum heild royndist væl.
Kunnað verður nærri um einstøku tiltøkini
tíðliga í september mánaði á heimasíðuni
hjá kommununi og í faldara, sum verður
borin í øll hús tá.
Í hesum døgum fáa
børn í 1. flokki ókeypis
e n d u rs k i n s ve s ta r
og børn í 2. ókeypis
hjálmar frá Ráðnum
fyri Ferðslutrygd.
Í dag er fyrsti heyst
ardagur, og við heysti
num gerast dagarnir
styttri og myrkari. Tá er
umráðandi hjá børnum
at vera í endurskini,
soleiðis at tey eru sjón
lig í ferðsluni bæði í
skýming og myrkri.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
mælir øllum til at seta
endurskin á jakkar,
taskur,
barnavognar
og gjarna fleiri á hvønn
persón. Eisini vaksin
eiga at nýta endur
skin, sigur Ráðið fyri
Ferðslutrygd.
Í løtuni verða hjálm
ar og vestar pakkaðir og
sendir skúlunum kring
landið. Hetta arbeiðið
verður gjørt í sam
starvi við Verkstaðið
Vón. Væntandi hava
allir skúlar móttikið
endurskinsvestarnar
til 1. flokk og súkkl
uhjálmar til 2. flokk
fyrst í september.
Súkkluhjálmarnir
verða latnir børnum
í samstarvi við Trygd
og
Tryggingarfelagið
Føroyar, meðan endur
skinsvestarnir
verða
latnir í samstarvi við
Tryggingarfelagið
Føroyar.
Í
gjár
vóru
tað
børn í Kvívíkar skúla,
sum fingu vestar og
hjálmar, og tað var
nýggi stjórin á RFF,
Brynhild Høgnadóttir,
ið býtti út til børnini.
Talan er um einrøðuleikin,
»Sjóvevur«,
ið
byggir
á
egnu
frágreiðingina
hjá
Ainu Cederblom, sum hon
sigur hana í bókini, »Som
sjöluffar på Atlanten«.
Aina
Cederblom var ævintýrari
burtur av, og í 1933 fór hon
einsamøll í lítlum motorbáti
úr Svøríki við kós móti USA,
men setti sum kunnugt upp í
Klaksvík.
Einrøðuleikurin er
dramatiseraður av íslendsku
Sigrún
Valbergsdóttir,
og
leikurin
varar
í
40
minuttir.
Tað
er
eitt
norðurlendskt felag, ið hevur
boðið Eyð Matras til Tårnby
at framføra einrøðuleikin,
sum
verður
framførdur
nú fríggjakvøldið klokkan
20.00.
Sjóvevur hevur áður
verið framførdur. Tað var í
Klaksvík í 2008, tá bðyurin
fylti 100 ár.