mikudagur 24. august 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
10
Sosialurin
Orð: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Velbastaður: - Tey vildu hava
síni dreymahús á hesum
staði. Og tað haldi eg so
sanniliga eisini at tey fara at
fáa, sigur Ragnar Trier.
Hann er ein av arbeiðs
monnunum hjá byggifyri
tøkuni Eyðstein Jacobsen í
Havn, og sum nú hevur átikið
sær at byggja enn eini sethús,
hesaferð á Velbastað.
At byggja sethús og gera
onnur
timburarbeiði
er
nakað av tí, sum menninir
hjá Eyðsteini so líðandi hava
fingið góðar royndir í. Og tá
so eitt ungt par við einum
grundøki á Velbastað setti
seg í samband við teir, fingu
tey tosað seg til sættis um
eina góða loysn.
Her er talan um eini hús
í einari hædd uppá 200 fer
metrar. Tá er stóra bilhúsið
íroknað.
- Jú, hetta verða eini fín
hús, staðfestir Ragnar Trier,
sum saman við trimum øðr
um handverkarum arbeiðir
her.
Útsýnið
Tey seinastu árini eru mong
sethús bygd á Velbastað.
Orsøkirnar til hetta kunnu
vera so ymiskar. Summi
høvdu kanska trupult við at
finna sær egnað grundøki í
Havn, meðan uppaftur onnur
høvdu tilknýti til bygdina á
vestursíðuni á Streymoynni.
Júst hetta seinasta er
uttan iva eisini orsøk til, at
mong fólk - við ella uttan
tilknýti til Velbastað - hava
valt at búseta seg her. Tað
er ikki á mongum øðrum
støðum, at ein fær eitt so
framúr gott útsýni sum her.
Eins og myndirnar á
síðuni her fullgott prógva,
hevur ein allan Hestfjørð
frammanfyri sær, og ein
sær langt bæði eystureftir,
suðureftir og ikki minst ímóti
vestastu oyggjum okkara.
Unga parið, sum um ikki
so langa tíð kann flyta inn
í hesi nýggjastu húsini í
bygdini, hevur eisini hugsað
um hetta sama.
Tað sum á mangar mátar
júst er í samsvari við áhuga
mál teirra:
Hon við atelierinum til
málningar sínar.
Hann við garasjuni til
bilar sínar.
- Tey hava haraftrat valt at
hava rættiliga stór vindeygu
út ímóti fjørðinum, greiðir
Ragnar frá.
Tann, sum fer inn á Gerðis
breyt við øllum teimum
nýggju húsunum, skilir uttan
iva væl, hví fólk hava búsett
seg júst her - og hví tey hava
gjørt húsini júst soleiðis.
Í september
Tá ein skal seta føtur undir
egið borð, so tekur tað altíð
sína tíð. Kanska ofta longri,
enn ein í fyrstu syftu ætlar
sær.
Byrjað varð uppá hesi
sethúsini í februar mánaði í
ár. Síðani var ein lítil steðgur
í, men ta seinastu tíðina
hevur arbeiðið gingið út í
eitt.
- Vit ætla at verða lidnir
innan í hesi vikuni (t.v.s. í
farnu viku, blaðm.). Og nú
fara vit so at klæða uttan,
leggja takið á og so alt hitt,
ið manglar í, greiðir Ragnar
frá.
Ætlanin var upprunaliga,
at unga parið skuldi flyta inn
í húsini í september mánaði
í ár - tað er: um nakrar fáar
vikur.
- Og sum tað gongur nú, so
verður tað eisini í september
mánaði.
snorri@sosialurin.fo
Dreymahúsini
við tí ótrúliga
útsýninum
SETHÚS Tað hoyrist nærum ikki mannamál í nánd av hesum nýggjastu sethúsunum á Velbastað.
Bæði innanveggja og uttanfyri hoyrast ljóð frá maskinum og amboðum, her menn eru í ferð við
at leggja seinastu hond á hetta vælaverkið - hesi 200 fermetrar stóru dreymahúsini hjá einun
ungum pari, sum í næstum fer at seta føtur undir egið borð. - Arbeiðið hevur gingið avbera væl,
og nú nærkast vit endanum, sigur ein av hesum ídnu handverkarunum, Ragnar Trier av Tvøroyri
Menninir hjá byggifyritøkuni Eyðstein Jacobsen
leggja seinastu hondina á verkið. Teir vandnu
læra tann unga, hvussu arbeiðið skal gerast
HANDVERK
- Hetta er eitt fínt arbeiði, sigur
Ragnar Trier, sum varð útlærdur sum
timburmaður í Danmark í 2000
TIMBUR
Húsini eru tí tryggjað,
bjálvað og fest uppá
allar besta máta. Og
konstruksjónin er
sjálvandi eisini gjørd
rættiliga kraftig