mikudagur 24. august 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
Sosialurin
Hyggur ein eftir fólkatalinum á Velbastað
seinastu 26 árini, er eingin ivi um, at her
er fólkatalið bara vaksið og vaksið.
Í 1985 búðu einans 92 fólk her, men
árið eftir varð tað økt til 97, og í 1987 var
tað á fyrsta sinnið komið upp um tey 100,
sambært hagtølum frá Hagstovuni.
Síðani, er fólkatalið vaksið so at siga
øll árini, til tað í ár rakk enn einum varða
á vegnum, tá tað fóru upp um tey 200.
Í mai mánaði í ár búðu sostatt 215 fólk
á Velbastað. Men tað er ikki nógv sum
bendir á, at bygdin fer at minka í bræði.
Hugsandi er, at onnur fara at fylgja
slóðini hjá hesum unga parinum á
Gerðisbreyt.
Unga parið á Velbastað, og sum hevur
valt at byggja her á Gerðisbreyt, hevur
samstundis valt eitt stað við sera góðum
útsýni.
Tá ein byggir soleiðis, er mangan
vandi fyri, at tað er rættiliga vindhart á
ávísum ættum. Og soleiðis er støðan júst
á hesum staði.
- Hetta vita vit, og hetta hava vit
sjálvandi eisini tikið hensyn til. Húsini
eru tí tryggjað, bjálvað og fest uppá
allar besta máta. Og konstruksjónin er
sjálvandi eisini gjørd rættiliga kraftig,
slær Ragnar Trier fast.
Serligu umstøðurnar hava eisini ført
við sær, at teir millum annað hava límað
allar tróðurpláturnar á, og alt annað er
styrkt í hesum sambandi.
- Sum tú sært, eru stórir glasrútar í
húsinum, soleiðis at ein kann njóta tað
vakra útsýnið. Hesi vindeyguni eru tí
eisini styrkt uppá allar besta máta.
Vindhart
Ongatíð so nógv
Tað er sjáldan at ein fær so gott útsýni
sum her á Gerðisbreyt á Velbastað. Tað er
ein fragd hjá handverkarunum at arbeiða
her. - Vit verða lidnir skjótt, soleiðis at
eigararnir kunnu flyta inn í húsini í næsta
mánaði, sigur timburmaðurin Ragner Trier
ÚTSÝNIÐ