mikudagur 24. august 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Johan Mortensen hevur í
fleiri førum verið slóðari, tá
ræður um nýtt matrák í Før
oyum. Hann hevur framveg
is ymisk hugskot um, hvussu
vit kunnu menna hin føroys
ka og norðurlendska køkin,
eins og lond uttan um okkum
hava gjørt.
Í samstarvi við fólk í
Føroyum og kendu donsku
fyritøkuna Danish Crown
eru væleydnaðar royndir
gjørdar at turka skinkur í
Føroyum. Tað næsta, sum
nú liggur beint hinumegin
hornið, er at turka ostar í
Føroyum, og her er tað stóra
mjólkarkonsernin Arla, sum
er við í hesi royndarverkæt
lan.
Skinkur og ostur
- Turkingin av skinkum,
sum framvegis er ein privat
verkætlan, koyrir nú í roynd
nummar tvey, har vit kunna
okkum betri um turking.
Í løtuni hanga 63 skinkur
og nøkur heil tjógv uppi.
Tjógvini viga 12 kilo hvørt.
Vit meta, at skinkurnar
eru turrar eftir umleið 12
mánaðum, og tað fer helst at
taka umleið hálvt annað ár,
áðrenn tjógvini eru turr. Nú
skinkurnar hava hingið upp
í stívliga eitt hált ár, hava vit
smakkað tær, og tær smakka
óføra væl.
Tað sigur Johan Morten
sen, sum gongur á odda í
hesum spennandi og forvitn
isligu royndum.
-
Úrslitini
higartil
hava verið ógvuliga góð,
og alt bendir á, at góðir
møguleikar eru at turka
skinkur
í
Føroyum.
Vit
vóna, at turkingin kann
fáa løggilduga góðkenning
næsta ár, og síðan hugsa
vit um størri nøgdir og
útflutning. Eg eri sannførdur
um, at hetta kann gerast ein
føroysk vinna við útflutningi
fyri eyga, leggur hann aftrat.
Royndin at turka skinkur
í Føroyum er eitt samstarv
millum ymiskar partar í Før
oyum og stóru donsku fyri
tøkuna, Danish Crown.
-
Danir
eru
ógvuliga
fegnir um, at tað ber til at
turka skinkur í Føroyum, og
royndin hjá okkum hevur
verið nógv umrødd bæði í
Danmark og aðrastaðni, sig
ur Johan Mortensen.
Arla til Føroya
Forvitnisligu skinkuætlan
inar í Føroyum eru eisini
komnar stóru mjólkakon
sernini, Arla, fyri oyruni.
- Tey halda, at turkingin av
skinkum sær so spennandi
út, at tey hava vent sær til
mín um møguleikar at turka
ost í Føroyum. Umboð fyri
Arla hava verið í Føroyum
og hava kunnað seg um
líkindini her á klettunum.
Tey meta, at tað saktans ber
til eisini at turka ostar her
heima.
Johan Mortensen sigur,
at um nakrar vikur byrjar
soleiðis ein nýggj og for
vitnislig turkingarroynd í
Føroyum, og her verða tað
ostar hjá Arla, sum koma upp
at hanga.
Sambært
pionerinum
er enn ov tíðliga at avdúka,
hvussu hendan turkingar
roydin ítøkiliga fer fram,
men Sosialurin hevur skilir,
at ætlanin eisini er at brúka
ymiskar
føroyskar
urtir
saman við hesi roynd, soleið
is at ymiskur smakkur setir
seg í ostin.
Johan Mortensen sigur, at
eins og við skinkunum, eru
nøkur fólk í Føroyum eisini
tengd at royndini við ostu
num, eitt nú Johannes Jen
sen, Leif Sørensen, Mortan í
Hamrabyrgi og Annika Waag,
sum starvast hjá Føroya Bjór.
- Eg trúgvi, at tað kann
gerast ein rættiliga stór
sensatión, um tað nú ber til
at turka ostar í Føroyum.
Arla heldur, at hitin og
veðurlagið til hesa turking
eru perfekt, sum hann tekur
til.
Eitt annað, sum eisini er
spennandi við slíkari turking
í Føroyum, er, at sokallaði
skimmelsoppurin, sum vit
kenna úr eitt nú skerpikjøti,
hevur góð livilíkindi her.
- Soppurin er góður fyri
matin, eins og hann letur
upp fyri stórum gransking
armøguleikum innan heili
vágídnaðin. Soleiðis kunnu
vit í Føroyum saktans sláa
fleiri flugur við einum slagi,
tá ræður um turking av eitt
nú skinkum og osti.
Johan Mortensen sigur
seg vóna, at tey, sum varða av
gransking í Føroyum, eisini
fara at gera brúk av hesum
møguleika.
- Talan kann soleiðis bæði
gerast um matframleiðslu,
gransking og heilivág við
hesi royndarverkætlan, sum
byrjaði við skinkum – og nú
eisini fer at fevna um turking
av osti, leggur hann aftrat.
Ymiskar plantur
Herfyri var Johan Morten
sen eisini úti í Nólsoy, har
Petricia Christiansen, van
liga rópt Disa, skipaði fyri
einum plantutúri, har hon
vísti á ein hóp av møguleik
um við ymiskum plantum.
- Stórur áhugi var fyri
hesum túri, og nógv fólk
vóru við. Disa dugir stak væl
at greiða frá, og fólk vóru
sera hugtikin av hennara frá
søguhátti. Hon vísti á nógvar
ymiskar møguleikar, sum
eru við plantum í Føroyum.
Ferðin í Nólsoy vísti okkum,
hvussu nógvir møguleikar í
veruleikanum eru – og ikki
minst vísti ferðin eisini, at
áhugin fyri at gagnnýta
hesar pantur, sum vit hava í
náttúruni, er stórur og veks
andi.
Úr rúgvuni sigur Johan,
at Disa eitt nú vísti á plantur
til matgerð, kryddaríir og
heilsubót av ymiskum slagi.
Hann vísir á, at vit í Før
oyum eiga eina rúgvu av
gagnplantum heilt úr fjøru í
fjallatind, sum hann tekur til.
- Alt hetta við turking
av skinkum og osti og stóri
áhugin, sum er fyri føroysk
um plantum, er forleyp
arin fyri einum ráki, sum
er í londunum rundan um
okkum, har lond eitt nú
tosa um ”ny nordisk mad”
og onnur fyribrigdi í hesum
sambandi. Rákið er nevniliga,
at lond venda sær aftur til
tað upprunaliga, har dentur
verður lagdur á teir møgu
leikar, sum eru hjá einum
sjálvum, sigur hann.
Nýtt matrák gevur
møguleikar fyri fram-
leiðslu og gransking
Stóra konsernin av mjólkarúrdráttum – Arla - heldur, at turkingin av skinkum í Føroyum sær
so spennandi út, at teir eisini hava áhuga at gera royndir við turking av osti. Umboð fyri Arla
hava verið í Føroyum og hava kunnað seg um líkindini her. - Tey meta, at tað saktans ber til at
turka ostar her heima. Um nakrar vikur byrjar soleiðis ein nýggj og forvitnislig turkingarroynd,
har ætlanin eisini er at brúka ymiskar føroyskar urtir í royndini, sigur Johan Mortensen
Vit hava so sanniliga okkara
veldugu møguleikar innan tað, sum
norðurlendingar rópa ”ny nordisk
mad” og gastronomi
JOHAN MORTENSEN
Nú farið verður undir at turka ost í Føroyum, verður eisini arbeitt við
ætlanini at seta ymiskar smakkir úr føroyskum plantum til ostarar. Ikki
minst, er hugsandi, at smakkurin úr hvannum er spennandi