mikudagur 24. august 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
Sosialurin
Matvøruráðharri
Johan Mortensen er onga
løtu í iva um, at tá løgtingsval
hevur verið, og nýtt lands
stýri verður skipað, eiga Før
oyar avgjørt at hava sín mat
vøruráðharra.
- Vit eiga at hava eitt
landsstýrisfólk, sum tekur
sær av hesum nýggja ráki, og
sum eigur at hava eygu og
oyru opin fyri alternativum
framleiðslum, bæði handils
liga og við atliti til eitt nú
ferðavinnu. Føroyar kunnu
fáa so nógv meiri burtur úr
sínum tilfeingi sum fiski,
fugli, ymiskum fenaði og
pantum. Sjálvur haldi eg tað
vera heilt ótrúligt, at Føroy
ar ikki hava eina ostafram
leiðslu úr mjólk undan neyt
um og seyði. Tað er eisini
ótrúligt, at Føroyar ikki eru
sjálvforsýnaðar við eplum
og rótum.
Hann fegnast tó um, at
Stóra Dímun nú hevur sínar
møguleikar at dyrka og selja
úrdráttir, sum kunnu fáa
heilsufrøðiliga góðkenning,
og hann fegnast eisini um, at
arbeitt verður leypandi við
ymiskum
ølframleiðslum
á Føroya Bjór, sum kunnu
drekkast aftur við eitt nú
skinkum – og seinni osti, sum
verða turkað í Føroyum.
- Eg havi smakkað for
vitnisligu og fantastisku jarð
berini á Sundi, og alt hetta
er ein liður í eini hugburðs
broyting, har føroyingar eru
farnir at hugsa meiri enn,
hvat vit sjálvi kunnu gera,
sigur Johan Mortensen.
Hann er sannførdur um,
at ein vegur at ganga fyri
at gera hesi tingini meiri
attraktiv, er, at landsstýrið
eggjar fólki til at koma í
gongd við ymiskum alter
nativum, samstundis sum
meirvirðisgjaldið hjá mat
stovum verður lækkað, so
hesar kunnu gerast meiri
áhugaverdar hjá vanliga før
oyinginum at vitja.
- Vit hava so sanniliga
okkara veldugu møguleikar
innan tað, sum norðurlend
ingar rópa ”ny nordisk mad”
og gastronomi. Hetta er eitt
nýtt rák, har Føroyar eru
nøkur ár eftir hini londini. Tí
haldi eg eisini, at okkara um
boð á fólkatingi eiga at vera
aktivir viðspælarar í hesum
ráki og eiga at verða við til at
føra hugskot heim til Føroya,
samstundis sum vit hava ein
matvøruráðharra í Føroyum,
sum er við til at taka hond
um teir veldugu møguleikar,
ið eru á hesum øki. Hetta
hevði ikki minst stimbrað
okkara møguleikar innan
ferðavinnu,
sigur
Johan
Mortensen.
vilmund@sosialurin.fo
Rákið er, at lond
venda sær aftur til tað
upprunaliga, har dentur
verður lagdur á teir
møguleikar, sum eru hjá
einum sjálvum
JOHAN MORTENSEN
SKINKUR
Úrslitini higartil hava verið ógvuliga góð, og alt bendir á, at góðir møguleikar eru at turka skinkur í Føroyum. Vit vóna, at
turkingin kann fáa løggilduga góðkenning næsta, og síðan hugsa vit um størri nøgdir og útflutning, sigur Johan Mortensen
Johan Mortensen er pionerurin, men hann er ikki
einsamallur. Saman við sær hevur hann góð fólk
í Føroyum – og stórar og dugnaligar fyritøkur
uttanlands sum Danish Crown og Arla