Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97 14 Sosialurin Uni Arge   Onkuntíð hevur verið sagt, at Danmark, Ísland og Japan eru einastu londini í heiminum, sum eru einmælt. Øll onnur lond eru tvímælt ella kanska trímælt, hevur verið nevnt, men hetta er als ikki rætt, tá tað snýr seg um Norðurlond. Sera nógv mál verða tosað í Norðurlondum, og so mong eru tey í Danmark, at tey tátta í 200. Í Noregi eru um­ leið 150 minnilutamál, og har er størsta minnilutamálið polskt, sum 50.000 pollend­ ingar í Noregi tosa. Hetta upplýstu profess­ ararnir Anne Holmen og Lars Anders Kulbrandstad í mál­ráðstevnuni, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. Anne Holmen er donsk og starvast á uni­versi­ tetinum í Keyp­manna­havn. Lars Anders Kulbrandstad er norðmaður og starvast á uni­versitetinum í Hedmark. Tey hildu sínar fyrilestrar týs­morgunin, og fyri fleiri, ið lýddu á, vóru nýggjastu tíð­indini, hvussu fjølbroytt Norðurlond eru málsliga.   Kanning um tolsemi Størstu minnilutarnir í Noregi eru pollendingar, sviar, pakistanar, irakar og so­maliar. Tilsamans eru 500.000 fólk í Noregi, sum ikki hava norskt sum upp­ runa­mál. Flestu teirra duga norskt, men tey hava alskyns onn­ur móðurmál, og  hetta setir krøv í undirvísingini og við­víkjandi tolseminum hjá fólki. Lars Anders Kul­ brandstad hevði júst kann­ að, hvussu stóð til við tol­ seminum hjá fólki í sam­bandi við mál í Noregi. Eitt nú hevði hann spurt fólk, um fleirmæli er ein dygd fram um einmæli. Meiri­lutin svaraði, at fyri ein­stak­lingin er umráðandi at vera fleirmæltur. Tað gev­ ur betri førleikar at sam­ skifta við onnur. Men tá fólk vórðu spurd, hvat tey hildu um fleirmæli í sjálvum samfelagnum, vóru tey ikki so positiv. Nú varð fleirmæli uppfatað meira sum ein trupulleiki enn ein dygd, og hetta var áhugavert, helt Lars Anders Kulbrandstad. Hann hevði eisini spurt, hvussu stórt tol fólk høvdu við dialektum í Noregi, t.d. hjá fjølmiðlafólki í NRK. Yvirhøvur høvdu fólk sera stórt tol við fólki, sum tosaðu eitt sindur øðrvísi enn tey sjálvi. Nærum 75 prosent søgdu, at norsku dialektirnar vóru í lagi. Tá so spurt varð, um tað var í lagi, at tað hoyrdist, at fjølmiðlafólk vóru av útlendskum upp­ runa, svaraðu munandi færri játt­andi, umleið 50 prosent. Tá var tolsemið ikki so stórt. Lars Anders Kulbrandstad vísti á, at hóast Noregi er ógvuliga fleirmælt land, og 12 prosent av fólkinum eru inn­ flytarar, ræður í landinum framvegis grundhugsanin um einmæli. Hon stavar frá tíð­ini, tá tjóðarbyggingin tók dik á seg. Norski professarin vísti á, at nú veruleikin er, at so mong mál  verða tosað  í Noregi, skulu hesi mál ikki einans viðurkennast, men takast við í málpolitikkin. Hetta verður fortreytin fyri at standa seg í alheimsgerðini, vísti hann á.   Málnationalisma Anne Holmen vísti á norður­ lendsku mályvir­lýsingina frá 2006, sum umrøður, hvussu mál kunnu verða nýtt parallelt í sama samfelag. Á donskum universitetum verð­ur enskt nógv brúkt í undir­vísingini, og mælt verður beinleiðis til hetta, tí fleir­mæli er ikki nakar trupul­leiki, men ein dygd. Tó er í danskari lóggóvu ásett, at danskt í allar mátar skal haldast í hevd og kunna brúk­ast á øllum økjum. Fleir­mæli er ein dygd við tí treyt,  at danskt ikki verður køvt. Ein annar fyrilestrar­ hald­ari, Karen Margrethe Petersen, greiddi frá, hvussu undir­vísingin í Týsklandi manga­staðni er tvímælt, t.d. á markinum til Kekkia og Frakland. Enn hevur bara verið undirvíst á hendan hátt í studentaskúlum, men í fram­tíðini verða eisini grund­skúlarnir tvímæltir. Fyri at geva fólki ein upp­ aftur positivari hugburð til fleir­mæli helt hon, at eis­ ini  barna­garðarnir skuldu verið tvímæltir. Karen Margrethe Petersen vísti eisini á eitt dømi um, hvussu ógvuslig málnationalisma kann vera. Hon nevndi ritið »Dansken på Færøerne sidestykke til Tysken i Slesvig,« sum Svend Grundtvig skrivaði mitt í 1800-talinum. Hann fanst hvassliga at, at danskir embætis­menn trýstu danskt inn í skúla, kirkju og á ting í Før­oyum. Hetta gjørdu teir sam­varandi einari eindar­ stats­hugsan um, at allur stat­ urin skuldi tosa danskt. Soleðis gekst sum kunn­ ugt ikki, og í dag hevði neyvan komið nøkrum donskum politikara til hugs at roynt nakað tílíkt í Før­ oy­um ella aðrastaðni. Í alheims­gjørda heiminum eru av­bjóðingarnar hjá norður­lendsku statunum heilt øðr­vísi og nógv størri enn tá. Málsliga fleirmælið er ein ljós­livandi veruleiki, sum er komin fyri at verða, og hvussu øll hesi málini kunnu virka lið um lið, er av­ bjóðingin nú. ua@sosialurin.fo Hundraðtals minnilutamál í Norðurlondum Norðurlond eru ikki so einmælt, sum ofta verður hildið. Í Danmark eru tilsamans 190 minnilutamál, og í Noregi eru minnilutamálini umleið 150 tilsamans. Hetta setir stór krøv til undirvísingarhættir og tolsemið í ymsu londunum, kom fram á málráðstevnu um fleirmæli í Norðurlandahúsinum týsdagin