Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97 Sosialurin Alivinnan í Skotlandi er í menning, og BBC veit at siga, at vinnan setti nýtt útflutningsmet fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár. Frá nýggj­ár­inum til 1. juni útfluttu skotar 35.000 tons av aldum laksi og laksa­úrdráttum, og tað er heili 37 prosent meiri enn somu mánaðir í fjør. Teir skotsku politikararnir siga, at tað er umráðandi at menna ali­vinn­una uppaftur meiri, so hon fær enn størri týdn­ing fyri búskapin. Í fjør stav­aðu 36 prosent av skotska mat­vøru­útflutn­inginum frá laksa­alingini. Alivinnan hevur eisini havt stóran týdning í royndunum at út­vega arbeiðspláss á bygd í Skot­landi, sigur BBC. Svenskir kavarar hava funnið vrakið av einum skipi á hav­ botn­inum í Eystrasalti, og teir halda, at talan er um eitt søgu­ ligt herskip, sum sakk í einum bardaga við donsk herskip nær­hendis oynni Öland í 1564. Her­skipið, sum æt Mars, var eitt av teimum størstu av sínum slagi tá í tíðini. Tað hevði 107 kanónir, og manningin taldi 800. Í mong ár hava svenskir kav­arar leitað eftir vrakinum av Mars. Teir, sum hava funnið vrakið beint norðan fyri Öland nú, ivast ikki í, at hetta er Mars, tí sambært søguni er einki annað herskip sokkið júst har. Richard Lundstedt, sum er ein av kavarunum, sigur við svensku fjølmiðlarnar, at vrakið ligg­ur á 50 favna dýpi, og at teir hava sæð fleiri kanónir, sum eru úr bronsu. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2012, sum danska stjórnin legði fram í dag, hevur knappliga 80 milliardir krónur í halli. Tað svarar til 4,3 prosent av bruto­tjóðar­framleiðsluni, og Danmark lýkur sostatt ikki ES- kravið, sum er 3,0 prosent. Danskir búskaparfrøðingar vænta kortini ikki, at Danmark kemur á tann svarta listan hjá ES, tí landið er ikki við í evru­ samstarvinum. Teir leggja tó afturat, at upp á sikt ber tað ikki til at fylla eitt so stórt hol í ríkis­kassanum við bara at hækka skatt og avgjøld. Ein orsøk til tað stóra hallið í 2012 er, at ríkiskassin fær minni inn í skatti næsta ár, sigur stjórnin. Skotska alivinnan í menning Hava kanska funnið søguligt skip Danmark stórt hall Okkurt bendir á, at tað hóvaði nógvum norðmonnum væl, tá Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, tosaði um meiri demokrati og størri opinleika sum svar upp á ræðu­leikarnar í Oslo og á Utøya. Í hvussu er áhugin fyri teimum politisku flokkunum vaksin síðani, og nógv fólk hava meldað seg upp í ein flokk. Blaðið Aftenposten skrivar, at flokkarnir og teirra ungdómsdeildir hava fingið næstan 4.500 nýggjar limir tann seinasta mánaðin, og tá eru tølini hjá Arbeiðaraflokkinum og hansara ungdómsdeild ikki við. Høyre og Unge Høyre hava fingið umleið 1.600 nýggjar limir tær seinastu fýra vikurnar, og á skrivstovuni hjá ungdómsdeildini siga tey, at tíðin síðani yvirgangin tann 22. juli hevur verið heilt øðr­vísi enn tíðin undan ræðu­leik­unum. – Ta seinastu vikuna undan 22. juli fingu vit tveir nýggjar limir. Vikuna eftir fingu vit 150, og tað vísir, at okkurt er hent millum tey ungu, sigur Hanrik Asheim, for­ maður í Unge Høyre, við Aften­ posten. Tað eru kortini ikki bara tey ungu, sum hava fingið størri áhuga fyri politikki. Nógv vaksin hava meldað seg upp í Høyre, men tað vísir seg kortini, at teir nýggju limirnir eru yvirhøvur yngri, enn limaskarin hevur verið, sigur Henrik Asheim. Sambært amerikanska tíðarritinum Forbes er Huang Nobu á 161. plássi á einum yvirliti yvir teir mest múgv­ andi einstaklingarnar í Kina, og nú ætlar han sær at brúka ein part av pengunum til at útbyggja ferða­ vinnuna í Íslandi. Huang Nobu hevur eftir øll­um at døma serligan áhuga fyri land­ nyrðingspartinum av Íslandi, tí tað er har, hann og umboð hansara hava verið og kannað møguleikarnar. Teir hava havt fundir við teir lokalu myndugleikarnar, og so seint sum í gjár vóru Huang og ráð­gevar hansara á fundi við komm­unu­stýrini í Norðurtingi og Langanesbygd. Kinesisku umboðini hava eisini tosað við tey, sum eiga jørðina á Grímsstøðum á Fjøllum, og sam­ bært Morgunblaðnum ætlar Huang Nonu millum annað at byggja eitt stórt hotell har. Enn hevur tann ríki kinesarin ikki sagt alment, hvussu nógvar pengar hann ætlar at brúka í Íslandi, men sambært Morgunblaðnum er í hvussu er talan um milliardir av íslendskum krónum. Størri politiskur áhugi í Noregi síðani 22. juli Teir politisku flokkarnir í Noregi hava nógv færri limir nú enn fyri eitt nú 30 árum síðani, men tann 22. juli kom broyting í – Vit skulu svara yvirganginum við størri demokratii og meiri opinleika, segði Jens Stoltenberg, og norðmenn tóku hann upp á orðið Mynd: Aftenposten Múgvandi kinesari ætlar at gera stóra íløgu í Íslandi Kinesarar hava nógvar pengar og gera íløgur í nógvum londum kring allan heimin. Nú ætlar ríkmaðurin Huang Nobu at seta pengar í íslendsku ferðavinnuna Tann kendi fossurin Dettifoss er eitt av teimum væl umtóktu ferðamálunum í økinum, sum Huang Nobu hevur víst áhuga fyri Mynd: Morgunblaðið