mikudagur 24. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
16
Sosialurin
Kjak
Fróði Magnussen
Samanumtøka: Ætlanin við
hesi grein er at geva eitt íkast
til samfelagskjakið. Ætlanin
er at vísa á týdningin av
einum haldgóðum fíggjar
politikki við, millum annað
at vísa á, at tað hevur menni
skjansligar avleiðingar, um
vit ikki føra ein haldgóðan
fíggjarpolitikk.
Fari
at
royna at vísa á, at fíggjar
politikkurin
ikki
er
so
haldgóður, sum hann átti
at verið, umframt at vísa á
eina gongda leið burturúr
hesum
afturvendandi
trupulleika. Eina leið har
okkara fíggjarstýring í størri
mun, verður løgd í fastar
karmar, soleiðis at skiftandi
stýri muga halda seg til
nakrar greiðar meginreglur.
Meginreglur, ið tryggja hald
góðan fíggjarpolitikk, sum
minka um neiligu sosialu og
fíggjarligu avleiðingarnar.
Týdningurin av
einum haldgóðum
fíggjarpolitikki
Hevur tað týdning fyri land
sins borgarar, at tey sum sita
við valdið fremja ein hald
góðan fíggjarpolitikk? Er tað
yvirhøvur áhugavert at brúka
tíð og orku at viðgera henda
spurning? Um vit hyggja
at avleiðingunum, so er tað
eyðsæð, at tað hevur stóran
týdning fyri hvønn einstak
an av okkum, at vit hava ein
haldgóðan fíggjarpolitikk.
Ein kann byrja við at
hyggja at teimum sosialu
avleiðingunum, tí tær muga
metast at hava størst týdn
ing. Setur landið í verk
skipanir, sum landið síðan
má niðurlaga, tí landið má
skerja, tá rakar tað beinleiðis
og ofta meint móttakaran
av hesi tænastu. Borgarar,
ið áðrenn fingu hjálp til
eitthvørt,
missa
henda
stuðul. Um vit fremja ein
minni góðan fíggjarpolitikk
og hjáárinini verða stór
búskaparlig
sveiggj,
tá
rakar hetta eisini sosialt
meint. Eitt gott dømi er
kreppan fyrst í nítiárunum,
sum hevði vanlukkuligar
avleiðingar fyri fleiri, og
nógv vórðu noydd at flyta
av landinum. Um ein hyggur
at gongdini hjá nøkrum av
evrulodnunum, so er í løtuni
sosialur
ófriður.
Sosialur
ófriður skaptur av vantandi
haldgóðum fíggjarpolitikki.
Ein onnur avleiðing, ið
kann nevnast sosial avleið
ing,
er
ótryggleikin
hjá
starvsfólki innan almenna
geiran. Velur landið at seta
á stovn tænastu, sum ferð
eftir ferð muga avtakast, tí
vit eftir stuttari tíð ikki hava
ráð til hesar, tá skapar tað
ein óneyðugan ótryggleika
millum starvsfólkini innan
almenna geiran.
Nakað tað sama kann ein
siga, er galdandi fyri veitarar
til tað almenna. Velur landið
at seta meira virksemi í
gongd, tá hjólini framman
undan mala av øllum alvi,
muga
veitarar
yvirbjóða
hvønn annan í td. løn og
øðrum treytum fyri at fáa
orku at lyfta uppgávurnar.
Hetta skapar í fyrstu atløgu
inflatión, síðan mist kapp
ingarføri mótvegis útheimi
num og endar meira enn so
við, at hesi somu starvsfólk,
sum fingu bjóðað sera góðar
treytir, standa uttan arbeiði,
tí landið má spara og alt
virksemið minkar. Inflatión
orsakað av konjukturvið
gangandi
fíggjarpolitikki,
sum millum annað er við til
at minka um kappingarføri, ið
aftur merkir lægri búskapar
vøkstur, er ikki ókent.
Harumframt muga vit
ásanna, at ein minni skila
góður
fíggjarpolitikkur
minkar um álitið hjá lánveitar
um, og merkir hetta hægri
renta. Ein minni skilagóður
fíggjarpolitikkur
minkar
eisini um íløguhugin hjá
okkum sjálvum, men eisini
hjá útlendskum íleggjarum.
Minkandi íløguhugur minkar
um búskaparvøksturin, sum
aftur merkir minni vælferð
enn annars møguligt.
Um ein ikki sparir meðan
tað gongur væl, verður ein
avleiðing, at ein ikki hevur
nakað at standa ímóti við,
tá tað gongur minni væl,
umframt manglandi møgu
leika at standa í móti óvænt
aðum stoytum ella, sum
langabbi varð vanur at taka
til “tann sum ikki sparir, tá ið
hann hevur, tekur ikki til, tá
ið tað krevur”
Haldi at dømini omanfyri
vísa, at serliga, menniskjaligu
avleiðingarnar
av
einum
minni haldgóðum fíggjar
politikki eru neiligar. Ein
kundi kanska hildið fram við
at vísa á neiligar avleiðingar,
men haldi at samanumtikið
er myndin greið. Tað er at
taka óráð fyri og at gera
ilt inn á landsins borgarar
ikki at hava ein haldgóðan
fíggjarpolitikk.
Hvat er haldgóður
fíggjarpolitikkur?
Ein tjóðarbúskapur er ein
samansett eind, og tí eru
fleiri
ymiskir
mátar
at
ávirka tjóðarbúskapin. Tí er
spurningurin kanska ikki so
einfaldur at svara. Haldi tó
at ein, í stuttum, kann loyva
sær at lýsa ein “skilagóðan”
fíggjarpolitikk,
sum
ein
politikk við átøkum, ið eru
konjukturmótgangandi. At
fíggjarpolitikkurin er “hald
góður” merkir, at skuldin
hjá tí almenna yvir tíð, ikki
veksur. “Haldgóður fíggjar
politikkur” kann soleiðis lýs
ast, sum ein samanrenning
av tveimum treytum.
Hyggur ein nærri at hugt
akinum konjukturmótgang
andi, so merkir hetta hugtakið
ein fíggjarpolitikk, har landið
tálmar ferðini á búskapinum,
tá búskapurin melur við ov
nógvari ferð. Hetta verður
gjørt við at taka meiri pening
inn, enn landið letur út. Koyrir
búskapurin hinvegin við ov
lágari ferð og td. arbeiðsloysið
verður ov høgt, tá velur landið
at økja um ferðina við at lata
meira pening út, enn landið
tekur inn. Á henda hátt kann
landið gagnnýta ta sokallaðu
multiplikatoreffektina
til at stimbra ella minka
um
búskapin.
Hugtakið
er kent frá John Maynard
Keynes, sokallaða Keynesian
economics.
Sum nevnt, so eru fleiri
møguleikar,
tá
ein
skal
velja hvørji fíggjarpolitiskt
átøk
skula
fremjast.
Er
neyðugt at økja um ferðina
á búskapinum, kann ein
td. velja at økja um ferðina
við at gera fleiri almennar
íløgur og/ella við at geva
skattalættar. Ætlanin er ikki
at koma inn á hetta evnið,
tí valmøguleikarnir fevna
víða. Møguliga kunna vit
venda aftur til raðfesting
arnar við eitt seinni høvi.
Fari tó at vísa á, at tað eru
metingar, sum vísa, at ein
lægri marginalskattur, heldur
enn størri almennar íløgur,
hevur jaligari langtíðar árin á
búskapin. Hetta evnið verður
millum annað viðgjørt í ritið
nevnt “Offentlige invester
inger eller skattelettelser
– hvordan får vi mest vækst
for pengene”, skrivað av Jan
Roes Skaksen, Jens Sand
Kirk og Peter Stephensen.
Hava vit havt
ein haldgóðan
fíggjarpolitikk?
Hyggur ein í frágreiðingina
hjá Búskaparráðnum á vári
2010 dagfest 8. mars 2010, so
viðger Búskaparráðið spurn
ingin,
haldgóðan
fíggjar
politikk. Í talvu 3.1 og talvu
3.2, sum eru endurgivnar
niðanfyri, vísir Búskaparráðið
á, at vit í 80’inum høvdu
ein
konjukturviðgangandi
fíggjarpolitikk, og úrslitið
var
áhaldandi
hall
á
gjaldsjavnanum. Í 90-árunum
var fíggjarpolitikkurin eisini
konjukturviðgangandi, men
nú øvuta vegin, tí samstundis,
sum fíggjarstovnar gjørd
ust varnir, fóru land og
kommunur
undir
skatta
hækkingar og útreiðsluskerj
ingar. Sosialu og fíggjarligur
avleiðingar merktu flest øll
her á landi, og fleiri valdu at
stinga í sekkin og rýma. Talva
3.2 vísir ábendingar um, at vit
eru við at endurtaka mynstrið
í tíðarskeiðinum 2001 og
frameftir.
Fíggjarstovnar
høvdu ein kredittvøkstur,
meðan landið valdi at vaksa
um útreiðslurnar, tvs. landið
valdi at halda ein konjuktur
viðgangandi fíggjarpolitikk.
Árið 2007 er eitt dømi, har
fíggjarstovnar
økja
um
útlán, meðan landið økir
um aktivitetin. Um sama
mundi vísir Hagstovan á, at
arbeiðsloysið í desember 2007
er 1,3% av arbeiðsfjøldini.
Henda
samanrenning
vil
leggja trýst á búskapin, og
merkir hetta millum annað
inflatión og mist kappingar
føri, sum eru avleiðingarnar
av
einum
konjukturvið
gangandi
fíggjarpolitikki.
Javnvágin millum inntøkur
og
útreiðslur
er
brotin
eftir 2007, og um verandi
gongd heldur fram, har vit
hava átikið okkum størri
útreiðslur enn inntøkur, vil
skuldin byrja at vaksa, og tí
er fíggjarpolitikkurin ikki
haldgóður. Her skal nevnast,
at ætlandi minkar undir
skotið í 2011 í mun til undan
farin ár. Átøk verða soleiðis
gjørd fyri venda gongdini,
men trupulleikin kann verða,
at vit blíva noydd at halda
ein
konjukturviðgangandi
fíggjarpolitikk, tí meðan tað
privata halda aftur, so ger
landið tað sama.
Samanumtikið eru greiðar
ábendingar um, at heldur enn
at halda ein mótgangandi
fíggjarpolitikk, so halda vit
ein
konjekturviðgangandi
fíggjarpolitikk
og
verður
hugsað um sosialu og búskap
arligu avleiðingarnar, sum
eru lýstar omanfyri, so er
hetta ein óheppin gongd.
Møguligar loysnir
frameftir?
Tá ein leitir eftir loysnum,
velur ein ofta at hyggja at,
hvørja loysn onnur hava valt,
og hvørjar royndir hesi hava
gjørt sær. Ein kann tí spyrja,
hvat hava onnur gjørt fyri
at tryggja ein haldgóðan
fíggjarpolitikk
yvir
eitt
longri tíðarskeið? Estlendski
fíggjarmálaráðharri, Jürgen
Ligi, sum vitjaði í Føroyum
mai 2011 vísti millum annað
á, at Estland hevur eitt
lógarverk, ið forðar fyri halli
á fíggjarlógini, og tí hevur
landið staðið seg væl í mun
til onnur lond í ES. Onnur
lond hava eisini lógarverk, tá
talan er um fíggjarpolitikk.
Norra hevur eitt nú ein
búskapargrunn til óvanligar
inntøkur og útreiðslur. Eisini
vísir Búskaparráðið í frá
greiðing sínari frá vári 2010
á royndirnar hjá Nýsælandi,
har lóg um ábyrgdarfulla
fíggjarpolitiska stýring bleiv
sett í gildið í 1994. Stendur tað
til evropeiska miðbankan, so
verður ein broyting framd í
italsku stýrisskipanini, soleið
is at javnvág millum útreiðsl
ur og inntøkur verður eitt
krav. Samanumtikið sær tað
út til, at ein gongd leið kundi
verið at umhugsað eitt lógar
verk, ið tryggjaði haldgóða
fíggjarpolitiska stýring.
Síðan
1980-árini
eru
ábøtur gjørdar innan fíggj
arpolitisku stýringina. Vit
hava til dømis fingið Bú
skaparskipan
Landsins
(1996), búskaparskipan fyri
kommunurnar (2010), játtan
arlógina (2009) og ikki minst
búskapargrunnin
(2011).
Játtanarskipanin og búskap
argrunnurin er heilt víst
eitt stig rætta vegin. Út frá
greiningini
hjá
Búskapar
ráðnum
má
niðurstøðan
verða, at neyðugt er við strang
um reglum fyri okkara fíggjar
politikki. Reglum, sum tryggja,
at skiftandi leiðslur landsins
muga halda seg til nakrar
greiðar meginreglur, ið tryggja
ein fíggjarpolitikk, sum er kon
juktur mótgangandi heldur
enn viðgangandi. Harafturat
má fíggjarpolitikkurin vera
haldgóður, soleiðis at skuldin
verður hildin niðri.
Eitt slíkt lógarverk virk
ar best, um tað er einfalt
at handhevja og skilja, sam
stundis sum tað fevnir um
allan almenna geiran, tvs. at
kommunurnar muga eisini
verða fevndar av lógvarverki
num. Lógarverkið má tryggja,
Møgulig átøk fyri at minka um sosialu
avleiðingarnar av okkara fíggjarpolitikki