Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97 Sosialurin at allar óvan­ligar inn­tøkur fara í búskapar­grunn , og at peningur úr grunn inum, í lítlan mun, kann brúkast til rakstur, men skal brúkast til at rinda skuld við, umframt serlig fíggjar­politiskt átøk eitt nú ísv búskaparkreppur, tá neyðugt er at stimbra búskapin við at økja um almenn u íløgurnar. Við verandi búskapargrunn i eru vit komin væl áleiðis, men kanska skuldu vit minkað um møguleikan at taka úr honum. Lógarverkið skal tryggja, at tað áhaldandi er javnvág millum almenn u inn tøkurnar og útreiðslurnar - í eitt treytað áramál. Lógar­ verkið skal eisini tryggja, at í hákonjukturi heldur tað almenn a aftur soleiðis, at fíggjarpolitikkurin er kon­juktur­mótgangandi, og peningur er tøkur at halda øktari almenn ari nýtslu uppi í lág­konjukturi. Eitt evsta mark fyri almenn u skuld­ini verður sett sum partur av BTÚ, soleiðis at lán­veitarar altíð hava álit á okkara búskapi. At enda átti lógarverkið eisini at staðfest, at viðkomandi, sum hava ábyrgd fyri fíggjar­­ politikkinum (lands­stýris­ maður, fíggjarnevnd osfv.), á ein hvønn hátt, kunn a ábyrgd­ast, um lógin ikki verður fylgd, ella um neyðug átøk at bøta um manglandi javn­vág ikki verða framd. Tað verður ein avbjóðing at fáa ein konjuktur­mót­ gang­ andi fíggjarpolitikk at virka, tað vísa allar royndir. Í óvanliga góðum tíðum, sum koma eftir fleiri ár við viðráki, hevur ein lyndi til at halda, at hetta viðrákið fer at halda á, og tí liggur nógv trýst á politisku skipanini, at brúka meira pening. Eitt trýst sum politiska skipanin ikki klárar at standa ímóti. So­ leiðis kemur ein í ta støðu, har útreiðslustøðið liggur oman fyri “miðal kon­­jukturin”, og tá viðrákið vendur til mótrák, tá muga skerj­ingar gerast, og ein fær konjuktur­ viðgangandi fíggjar­politikk heldur enn mótgang­ andi. Tí má eitt møgu­ligt lógarverk um hald­góðan fíggjarpolitikk stuðl­ast við einum ítøkiligum modelli, sum vísir karmarnar fyri fíggjarpolitikkinum kom­andi tíðina. Modellið má hava ein trekleika, ið tryggj­ar, at nýtslan í óvanliga góðum tíðum ikki verður ov stór, men ein kann brúka pening í ringum tíðum. Tó so, um tíðirnar ikki batna, má nýtslan niðurlagast, tí treytin um haldgóðan fíggjar­ politikk, har skuldin, yvir tíð, ikki veksur má haldast. Eitt brúkiligt modell má taka hædd fyri hesum. Sum nevnt, er tað ein treyt fyri at fáa eitt slíkt lógarverk at virka, at lógarverkið er einfalt og lætt at handhevja. Eitt møguligt modell má tí vera einfalt. Ein einfaldur háttur at byggja trekleika inn í modell er at brúka sokall­aða “tíðarrøð greining við seinkingum”. Ein kann flokka hetta, sum ein einføld útgáva av “Time Series Ana­ lysis” modell, har ein roynir at framskriva eina gongd tilvitað við støði í undan­farnum árum, heldur enn bert at brúka “her og nú” inn tøkutøl. Eitt slíkt modell vildi tryggjað, at nýtslan komandi ár var ein saman­­seting av søguligum tøl­um og forðar størri broyt­ ingum. Sjálv­andi kann ein geva loyvi til minn i fráviki, men frávikið má ikki verða av týdningi, ann ars er vandi fyri konjuktur­mót­gangandi fíggjarpolitikki. Til tess at vísa á hvussu eitt slíkt modell hevði virkað, kann ein seta fylgjandi dømi upp. Vit gera eitt modell har nýtslan fyri komandi ári er ein samanseting av inn tøkunum tey seinastu trý árini, og vit velja at viga hesi tølini soleiðis at tey, sum eru nýggjast viga mest, meðan tey, ið eru eldri viga minn i. Fyri fíggjarárið 2010 hevði fíggjarætlanin verið ein samanseting av inn tøkunum í tíðarskeiðinum 2007 -2009. Vit kunn a viga hesi tølini soleiðis, at árið 2009 vigar 40%, árið 2008 30% og árið 2007 vigar 30%, samlað 100%. Gera vit hetta fyri søgulig tøl, høvdu vit fingið eina saman­ seting, sum er víst í talvu A. Talvan er fyri tíðarskeiðið 2001 til 2010. Talvan byrjar við 2001 og byggir soleiðis á tøl frá 1998 fram til 2009. Høvdu vit fleiri enn trý ár við í modellinum, tá varð trekleikin størri. Eisini ber til at gera modell, sum hyggja longur fram enn tað eina árið, nakað sum játtanarlógin frá 2009 leggur upp til. Fyri at geva eitt betri yvirlit yvir úrslitið av einum slíkum modelli ber til at seta hetta upp í eina mynd. Myndin vísir til dømis, at í tíðarskeiðinum 2006 til 2008 hevði modellið virkað kon­jukturmótgangandi. Veru­liga nýtslan liggur á 4,0 mia. í 2007 og 4,5 mia. í 2008, meðan modellið hevði tryggjað, at nýtslan lá áleið 0,5 mia. lægri hvørt árið. Slík modell høvdu soleiðis merkt, at í bestu tíðum tálmaði modellið nýtsluna. Modellið hevði hinvegin til aðrar tíðir loyvt størri nýtslu, hetta er til dømis galdandi í 2009. Myndin tekur sjálvandi ikki hædd fyri tí sann roynd, at um nýtslan minkar orsaka av modellinum, tá hevði inn­­­ tøkan eisini minkað nakað orsaka multiplika­tor­ effektini. Saman­umtikið vísir myndin, at broytingarnar, yvir tíð, høvdu verið minn i og harvið høvdu møgulig sveiggj verið minn i til gagns fyri okkum øll. Vit sleppa harvið undan ov stórum neilig­um árinum av búskap­ ar­sveiggjum. Neilig árin, sum hava bæði sosialar og fíggjar­ ligar avleiðingar. Modellið, ið her er víst, er bert ein roynd at vísa jaligu ávirkanina av einum slík­um modelli. Møgulig modell, sum skulu brúkast, kunn a sjálvandi gerast meira neyv, men harvið verða tey meira torgreidd og tor­skild. Neyðugt er at viga neyvleik­ an uppímóti, hvussu tor­greitt modellið kann verða, soleiðis at tað verður góð­tikið, brúkt og handhevjað. Niðurstøða Haldi, at flest øll, sum velja at búseta seg her á landi, vilja hava fleiri av teim­um tænast­ unum, sum eitt vælferðar­ samfelag hevur at bjóða, men ein av fyritreyti­num er hald­góður fíggjarpolitikkur. Vantandi haldgóður fíggjar­ politikkur hevur bæði stórar sosialar og fíggjarligar avleið­ ingar við sær. Haldgóður fíggjarpolitikkur ávirkar vælferðina hjá tí einstaka, og tí hevur málið stóran týdn­ing. Í Føroyum hava vit tey seinastu nógvu árini ikki ført ein nóg haldgóðan fíggj­ ar­politikk, og vit hava kent neiligu árinini av hesum. Ein gongd leið úr hesari afturvendandi naggatódn, er, at vit fremja eitt lógar­ verk um haldgóðan fíggjar­ politikk. Eitt lógarverk, sum tryggjar, at politiska skipan­in megnar at standa ímóti ynskinum um meira nýtslu, tá tíðin er búgvin til at minka um nýtsluna, men hinvegin tryggja at peningur er tøkur at nýta, tá tørvur er á honum. Høgni Hoydal tosaði í sjónvarpinum týskvøldið um, hví arbeiðið at smíða føroyska stjórnarskipan end­ aði í ósemju og datt burtur. Sjálvur helt hann seg onga sum helst ábyrgd hava av hesum. Tjóðveldi, segði hann , "mæltu til semju og tað gera vit framvegis". Orsøkin til at alt datt burtur var sambært Hoydal, at "Tann semjan, mann royndi at dyrka, sum allir vildu hava, bleiv til eina ósemju, tí tað vóru ávísir per­ sónar, sum skuldu profilera ein flokk og summ­ir skuldu yvir í ein ann an flokk. Tað var tað, sum í veru­leik­anum var tann íspunn a ósemjan." Altso: Poul Michelsen og Sjúrður Skaale hava skyldina! Mangan verður sann­ leikin offraður í politikki, og stundum verður mann illur um tað. Men tá eg hoyrdi hetta bleiv eg bara paff... Mann kann altso verða so vavdur inn í tað parta­ polit­iska spælið, at alt ann­ að verður sekundert. Eisini vanligur sómi. Eitt ævigt togarí Tað er ikki vanligt at siga, hvat er farið fram í eini løg­ tings­nevnd, men nú noyðist eg altso at rætta nøkur ting. Sann leikin er, at átta av ellivu fólkum í nevndini vóru samd. Hini trý - Kári á Rógvi, Jenis av Rana og Høgni Hoydal - høvdu hvør sínar grund­ gevingar fyri ikki at vera við. Men øll vistu, at seks av sjey tjóðveldisfólkum helst fóru at fylgja Høgna, tá atkvøðast skuldi í tinginum. Og vit vildu hava meirilutan so stóran sum gjørligt. Tí stóðu øll á høvdinum fyri at fáa Høgna við. Hetta hevði við sær enda­ leysar tingingar í nevndini, har Høgni kravdi, at ymist skuldi vera akkurát eftir hansara høvdi. Hesar tingingar vóru stundum næstan absurdar, tí Høgnasa krøv vóru so kryptisk, at tað vóru fleiri enn eg, ið høvdu ilt við at fylgja við. Til dømis máttu vit ikki áseta mann agongdir fyri, hvussu farast skal fram, um Føroya fólk ger av at skipa Føroyar sum ein stat. Tí tað hevur Føroya fólk longu gjørt. Í 1946... Eg hevði eisini nógv samskifti við Høgna - bæði munn liga og skrivliga - har eg royndi at fáa hann við í semjuna. Men hann vildi ikki víkja frá sínum argumentum. Og eg vildi ikki geva meg undir tey, tí eg helt tey ikki hava nakað samband við veruleikan. Í víggj Men trupulleikin var ikki bara, at Høgni ikki vildi gera semju. Í vár fór hann eisini í víggj móti okkum átta, sum stóðu saman: Hann legði okkum alment undir at hava brotið eina semju, og at hava tillagað uppskotið sambært krøvum frá donsku stjórnini. Aftur og aftur málaði hann somu myndina: Átta hoyknaðu undir donskum trýsti, meðan ein - Høgni Hoydal! - stóð stinn ur. Hetta var svartasta lygn, og tað órógvaði sjálvsagt arbeiðið í nevndini. Fleiri bóðu hann eisini halda uppat við tí. Men tað gjørdi ikki mun - hann endurtók lygnina upp í saman. Og týskvøldið sat sami maður so í sjónvarpsstovuni og segði sann førdur, at hann alla tíðina hevur "dyrkað ta breiðu semjuna" - meðan tað vóru onn ur, sum vildu "forc­ erað eina ósemju fram"... Tað var altso heilt, heilt ótrúligt at hoyra. Hvør av øðrum liva má... Mínar royndir av tí sum hendi siga, at eina breiða semju er tað einasta, sum leiðslan í Tjóðveldinum IKKI vil hava. Tað var orsøkin til, at eg fór úr flokkinum. Tað sama er at siga um leiðsluna í sambandinum. Og tað er kanska ikki so løgið, tí øll vita, hvør vinn ur partapolitiskt, so leingi skot­ gravastríðið millum loysing og samband heldur fram: Veksur Tjóðveldi, veksur Sambandið eisini. Og øvut. Helst var tað tí, at ára­ lagið millum Kaj Leo og Høgna gjørdist so gott í hes­­um máli­num: So leingi eingin semja er, kann polari­ ser­ingin halda fram. Sum Poul Michelsen segði í útvarpinum herfyri: Hvør av øðrum liva má... Kaj Leo segði nei, tí upp­ skotið fór ov langt. Høgni segði nei, tí uppskotið ikki fór nóg langt. Partapolitiskt vinn a teir báðir. Men øll onn ur standa eftir við ongum. Sjúrður Skaale Høgni Hoydal hevur altíð dyrkað breiðu semjuna...! Tað var heilt, heilt ótrúligt at hoyra formann Tjóðveldisins í sjónvarpinum týskvøldið