Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97 18 Sosialurin Kjak Signar P. Heinesen Føroyska tærið – tann blóm­ andi ungdómurin – leitar sær í onnur lond ella hjá útlend­ ingum eftir hósk­­andi av­bjóð­ ing­um. Og aftur­fyri at fáa hóskandi samsýning. Valskeiðið, sum nú er farið at halla, meti eg var tað seinasta, sum kundi fáa føroy­ sku skútuna, sum vit kenna hana hesi seinastu 60 árini, á beint aftur. Mín met­ing er tí, at hendan skútan hevur sungið sín svanasong. Tey, sum vilja dugna tjóð­ini í komandi valskeiði, mega tí taka støðu til heilt grund­leggjandi viðurskifti. Hetta er galdandi fyri okkum veljarar og ikki minni fyri tey, sum bjóða seg fram at stjórna tjóðini. Nýggj stevnumið Kjarnumálini í komandi val­skeiði verða ikki um pen­ sjóns­reform, stjórnar­skipan, kommunureform, fiski­vinnu­ reform, Skálafjarðar­tunnil o.a.t. Ella sagt øvugt. Um slík mál fylla politiska arbeiðið í komandi valskeiði, dugi eg illa at síggja, at tað verða føroyingar, sum mynda eitt føroyskt vælferðarsamfelag. Tey grundleggjandi málini í komandi valskeiði verða um – og hvussu – tað er tekniskt, strategiskt og økonomiskt møgu­ligt at byggja eitt nýtt tilverugrundarlag undir føroy­sku tjóðini. Eitt til­veru­ grundarlag, sum byggir á rovini av verandi skipan, men sum heilt grund­leggj­ andi er øðrvísi. Eisini hóast tað kann vísa seg, at ítøki­liga innihaldið í hesum tilveru­ grund­arlagi partvíst er tað sama, sum í dag. Hetta nýggja tilveru­grund­ arlag kann samanberast við setningin frá Jólafundinum í 1888-89, har føroyskt mál og “at ganga fram í øllum lutum” setti stevnu fyri øllum, sum settu sær fyri at dugna føroysku tjóðini tey hundrað árini heilt fram til níti-árini. Hesin setningur røkkur ikki longur. Okkum tørvar eina nýggja stevnu. Hvat merkir tað fyri 50.000 fólk at hava eitt ‘rættar­samfelag’? Megna vit at byggja eitt slíkt upp? Og at røkja tað? Hvussu? Um ikki – hvussu gera vit tá? Hvat merkir tað fyri 50.000 fólk at hava eitt vinnu­ lív? Megna vit at byggja eitt slíkt upp? Og at røkja tað? Hvussu? Um ikki – hvussu gera vit tá? Hvat merkir tað fyri før­ oy­sku tjóðina at hava eitt fjølbroytt búsetingar­mynst­ ur um alt landið? Megna vit at fasthalda og menna hetta? Og at røkja tað? Hvussu? Um ikki – hvat gera vit tá? Hvat merkir tað fyri føroysku tjóðina, at hon hevur ábyrgd fyri egnari vælferð? Megna vit at menna okkum á hesi leið? Og at røkja tað? Hvussu? Um ikki – hvat gera vit tá? Hvør er tann føroyski leikluturin? At finna gongdar leiðir Í 1998 setti Anfinn Kallsberg stevnu ímóti fullveldinum. Ta gongdina kenna vit. Í 2005 setti Jóannes Eidesgaard stevnu fram ímóti 2015. Ta gongdina kenna vit eisini. Sjálvur ivist eg ikki í, at báðir vórðu væl meintir í tí, teir stungu út í kortið. Eins lítið ivist eg í, at báðir gjørdu sítt besta, til tess at vit í felag kundu røkka setninginum. Sitandi løgmaður boðaði í síni løgmansrøðu frá, at verandi kós er ikki gongd. Tað kundi neyvan sigast greiðari, um ein annars skal halda seg innan fyri vanligt tignarligt mark frá hægsta politiska embæti tjóðar. Vit síggja tað í løgtingi­n­ um í løtuni. Stórmál verða avgreidd uttanum van­ligu tingskipanina. Fiskivinnu­ politikurin og valskipanin eru fremstu dømini. Eisini í almennu fyrisitingini eru viðurskiftuni nú so ørkyml­ andi, at illa ber til at fáa mest neyðturviligu umsitingina at virka. Marg­háttliga málið í Uttanríkis­ráðnum er enn ikki fremsta dømi í so máta. Hyggja vit eftir føroyskum vinnulívi, er støðan neyvan betri. Dastið av fiskivinnuni er undir útlendskum ræði – og restirnar eftir føroyska partinum hava, sum er, einki strategiskt virði fyri føroysku tjóðina. Royndirnar hesar seinastu dagarnar við sølu av makreli, sum svimur í havinum, siga sína egnu søgu um strategiska armóð í fyrisiting, politiskari skipan og í vinnuni. Alivinnan er á útlendskum hondum. Í byggivinnuni eru vit hús­ kallar á egnum garði. Fíggjar­ vinnan hevur sínar trupul­ leikar at stríðast við. Tað er vert at leggja til merkis, at felags fyri tey ymisku málini seinastu 15 árini hevur verið, at himmal­ høg stevnumið eru sett, men samstundis eru ongar royndir gjørdar at umseta gerandisdagin í dag til eitt veruligt stig fram ímóti hesum settu málun­um. Heldur øvugt. Aðalorða­skifti eftir aðalorða­skifti, heildar­ ætlan eftir heildar­ætlan hava sæð dag­sins ljós. Ein arbeiðs­ bólkur fyri og annar eftir hava sitið og orðað ætlanir. Alt meðan jørðin á føroyska garðinum er fallin í órøkt. Ein teigur fyri og annar eftir. At finna gongdar leiðir og frá fyrsta degi at festa hesa gongu í ítøkiligum átøkum, soleiðis at kós og ferð kann rættast so hvørt, sum vit koma fram á leið, verður ein høvuðs­uppgáva í komandi valskeiði. Hvør er tann føroyski leik­luturin í teim mongu lutum, sum eitt samfelag er samansett av í dag? At seta orð á Vit eru so ymisk, og vit eru betur ella verri fyri, hvør einstakur okkara. Tað kann eisini vera so ymiskt, sum tað hepnast at seta frægastu fólkini til ymsu uppgávurnar. Men høvuðsorsøkin til, at føroyska skútan er kollsigld, er ikki ódugnaskapur. Høv­ uðs­­­orsøkin er heldur ikki ein óhóskandi bygnað­ur. Høvuðs­ orsøkin er, at upp­­gávan at halda eini føroysk­ari skútu á rættkjøl er óhugna­­liga trupul í tí nýggja veruleika, sum vit nú liva við - og serliga hesi sein­astu 20 árini síðani seinast í áttati­árunum. Ein óhósk­andi bygnaður elur óhósk­­andi atburð, sum aftur skúgv­ar frægastu fólkini frá sær. Hetta er ein annar veru­ leiki, sum hevur verið ein viðvirk­andi orsøk til gongd­ ina í Føroyum hesi seinastu árini. Heilt grundleggjandi eru Føroyar eitt gott og ríkt land, sum hevur møguleika at hýsa øllum føroyingum, sum ynskja at dugna sær sjálvum, hvør øðrum og tjóðini sum heild – uttan mun til út­ búgving. Og hetta land hevur eisini møguleika at geva eina hóskandi samsýning aftur fyri dygdarverk. Men tað krevur av okkum, at vit leggja væl meira orku í at seta hóskandi mál, sum kunnu røkkast í hóskandi stigum. Tað krevur av okkum, at vit leggja væl meira orku í at finna gongdar leiðir. Tí væl tær flestu leiðirnar, sum hómast fyri framman, eru ógongdar fyri okkara mikrotjóð. Hetta krevur av okkum, at vit leggja væl meira orku í at seta orð á. Bæði hvat viðvíkir teim málum, vit seta okkum fyri, og hvat viðvíkir teim loysnum, vit halda okkum hóma fyri framman. Ikki minst, hvussu vit taka avgerðir saman. Hvør er leikluturin hjá tí einstaka føroyinginum, sum ynskir at dugna tjóðini – og hvussu fáa vit hvørt einasta dugnandi íkast til høldar í einum føroyskum leikluti í hvørjum einasta luti? Tíðin komin til einstøk ítøkilig »prosjekt« Gongdar leiðir finnast bert við at hugsa seg væl um, at samskifta væl og skynsamt, og at gera royndir í verki. At ganga fram verður gjørt við at traðka tann eina fótin fram um hin, tryggja fótafestið, og flyta hin fram um aftur. Meðan uppgávurnar verða loystar, meðan orð verða sett á, og meðan nýggj stevnumið verða sett. Samstundis. Aftur og aftur og aftur – og aftur. Hetta eitur á fremmandum máli strategisk leiðsla. Hetta skal lærast í strategiskum læruprosessum, tí annars verða vit fasthildin í møsni. Strategiskar læruprosessir fáa vit einans til høldar ígjøgnum ítøkilig prosjekt, sum vit lyfta í felag – eitt og eitt prosjekt í einum og einum minni ella størri samanhangi. Vit kunnu siga nógv um makrelmálið, sum í løtuni ger um seg. Men eg skal so geva mítt viðmæli til hetta, at gera eina roynd, sum í verki vísir, hvussu ein skipan virkar. Kann vera, at vit fara skeiv, men tá ber til at rætta kósina so hvørt vit vinna framá. Samstundis vil eg mæla til skynsemi í tulkingini av gongdini í hesum máli, tí ein ‘naiv’ tulking (eitt nú at falda tons við krónum ella at byggja sínar loysnir á møguleikan at halda altjóða kapp­ingini frá durinum) kann vísa seg at kosta tjóðini dýrt. Óskyn­samar tulkingar hesi seinastu 15-20 árini hava higartil kostað tjóðini sítt framtíðar tilverugrundarlag. Tí er støðan, sum hon er. Og tí kann tulkingin av makrelmálinum vera ein tann fyrsta uppgávan at loysa til tess at byggja upp eitt nýtt tilverugrundarlag. Meðan tíð er. Sum støðan er í løtuni meti eg, at í komandi valskeiði verður neyðugt, at hvørt ein­asta mál verður viðgjørt sum eitt prinsippmál og sum ein roynd við tí endamáli, at tjóðin sum heild gerst klókari – um seg sjálva og um sítt umhvørvi. Við øðrum orð­um, at komandi valskeið í høvuðs­ heitum verður brúkt til at fóta tjóðini og at finna og seta orð á gongdar leiðir. Saman. At finna ein føroyskan leiklut í øllum lutum. At finna ein føroyskan leiklut í øllum lutum Føroyar sigla í hesum døgum vandasjógv. Altjóðagerð, tøknilig risafet og fíggjarkreppa eru sera truplar fortreytir undir einum mikroskopiskum fólkatali, sum tann føroyska tjóðin telur