mikudagur 24. august 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
Sosialurin
Nøvn
Týsdagin
28.
aug.
fyllir
Petrina Berg í Hvalba 100 ár.
Heilt higar til ellisár er hon
nevnd Lítla Petrina – ikki tí
at hon var nøkur lítil kona
– hon var heldur høg og
vælvaksin. Men hon búði
so nær ommu síni, sum hon
var uppkallað eftir. Fyri at
skilja tær at í umtalu, vórðu
tær nevndar Lítla Petrina
og Gamla Petrina, sum eisini
gjørdist elligomul.
Sjálvt um Petrina er væl
eldri enn eg, fór ein ylur
ígjøgnum meg, nú eg varnað
ist, at hon var 100. Tað ljóðaði
so óveruligt, tí eg minnist
hana so væl frá barna- og
ungdómsárunum. Hon var
og hjálpti mammu míni við
húsarhaldinum eitt skifti
og mamman segði, at hon
var bæði líklig og dugandi
og røsk í øllum, sum tá var
at gera í einum barnaríkum
heimi við kolkomfýri í køkini
og tveimum kýr í fjósinum.
Men Petrina var ikki eldri
enn so, at hon hillaði við
okun í Hagabyrgi og spældi
»Enkemand søger mage« inni
á Fitjunum. Nú er Petrina
gomul, farin úr húsum sínum,
har hon hevur sitið einsamøll
í fleiri ár, og er farin í Heim
býlið at búgva – eitt gott
tiltak í okkara »modernaðu«
tíð, men kortini á so mangan
hátt sárt. Sjálv ansaði Petrina
móður síni á ellisárum í mong
ár – ein gomul og heiðurlig
dygd í okkara fólki, sum ikki
eigur at verða gloymd.
Petrina varð gift við trí
menningi
sínum
Martin
Berg – Martini á Breyt. Tey
settu búgv í Nesi, har bæði
vóru uppvaksin. Tey fingu
fittan barnaflokk – 6 í tali,
og sum nú er floygdur og
flogin í ymsar ættir. Soleiðis
skifta tíðir og ættarlið. Og
gerandisdagurin broytist.
Petrina vaks upp í eini
tíð, tá ið kúgv var í hvørjum
húsi, eisini 20 kýr í Nesi tá.
Hálvvaksnar gentur høvdu
tá sum natúrligt arbeiði at
hjálpa móðir síni bæði inni og
úti – ikki minst í fjósinum við
at mjólka og tí, sum annars
var har at gera. Og tær
gingu til neytar við stokkum
og tóku lesullina upp, tær
komu framá. Tær royttu
hundratals nátar og lundar
hvørt summar og vóru við
at fylla salttunnurnar við
feskari grind; tær kruvdu og
greipaðu nógvar leypar av
seiði fleiri ferðir um vetur
in, tær vóru við at vaska
ullina um summarið, nappa,
karða og spinna av henni
um veturin, tá ið ein løta
var – ikki bara uppá tær
sjálvar, men eisini til faðir og
brøður frá innast til uttast.
Tær gingu í heimagjørdum
tuflum og í rotuskóm við
reyðum tveingjum húsanna
millum – í bundnum sokkum
og ullintum turriklæði um
bakið; tær vóru búnar at
taka hús upp á seg, tá ið tær
giftust og fóru at halda hús
sjálvar.
Í hesum øllum var Petrina
fulllærd.
Tá – í ungdóms- og mann
dómsárunum – fylgdi Petrina
við
útróðrarveðrinum
og
hugdi út í hav, tá ið vindurin
vaks og bátar vóru úti. Seinni
fór Petrina at fylgja við floglík
indunum millum lond, mest
tí, at ein ommudóttir hennara
við sama Petrinu-navninum
fleyg sum flogterna.
Jú, tíðir skifta.
Eg minnist, tá ið Martin
fór at grava burturúr har
ovast á kongsjørðini í 1933.
Fyrst brúkti hann hjólbøru
at koyra úrgrevsturin oman
á tann meira flata uttara
áarbakkan á Geilánni, sum
hækkaði so líðandi báði
úteftir og niðaneftir. Hann
hevði fingið loyvi at hækka
hetta lendi upp. Hetta hevur
eisini víst seg at vera gagnligt
seinni. At koyra við hjólbøru
helt hann ganga ov smátt.
Hann lánti sær tí ein hesta
vogn, seymaði sær breiðan
sterkan fetil við góðum
teggjum, sum hann festi um
vognarmarnar.
Við fetlinum um herðar
nar dró hann so einsamallur
vognin aftur og fram, fullan
oman og tóman niðan – eitt
hestaarbeiði.
Tað bar til hjá Martini á
Breyt, tí hann hevði hesta
kreftir, sum tikið verður til.
Martin var av menskastu
monnum. Tað var frøi í Nesi,
tá ið hesi nýggju húsini vóru
komin upp at standa, tí so
langt síðan var tá, at hús
seinast vóru bygd í Nesi. Av
teimum 16 húsmøðrunum,
sum tá hildu hús í Nesi, var
Petrina nú tann einasta, sum
fødd og uppvaksin var har.
Hinar vóru allar »innfluttar«,
flestar heiman úr Bø, barta
tríggjar úr øðrum bygdum.
Tá ið omma hennara, sum
var ættað úr Froðba, og sum
hon ber navnið eftir, í 1880
árunum giftist og setti búgv
í Nesi, vóru bara 5 hús har
frammanundan. Nú eru u.l.
46 hús í Nesi, men ov nógv
av teimum eru ov fáment at
taka við framtíðini.
Men Nes vaks ta tíðina. Ein
av teimum 7 nesmonnunum,
sum í 1925 keyptu motorbátin
»Johannu« var Martin á
Breyt. Sum motorpassari
var hann álitismaður hjá
teimum í nógv ár saman
við Johannes í Nesi, áðrenn
yngra ættarliðið tók við.
Martin var av bestu fiski
monnum
í
sjálvdrátti
í
slupptíðini. Tað eina árið
undan krígnum, hann var
við rokskiparanum Kristini
á Øgrum við »Havgásini«
var hann millum teir bestu
– 800,- kr. fyri árið í fiskipart,
og harafturat 100 kr. eyka
sum smyrjari t.e. ólærdur
2. motorpassar – rættari er
at siga sjálvlærdur, tí bæði
Martin og brøður hansara,
Danjal og Edmund, vóru
sjálvlærdir hegnismenn í
øllum
hondverki.
Henda
árslønin hjá Martini undan
krígnum var havd á munni
manna millum – soleiðis
vóru tíðirnar tá. »Johannu-
menninir« eru nú allir farnir,
men hesin fyrimyndarligi
felagsskapurin í lítlari bygd,
sum var handaður yvir í
næsta ættarlið, er dýrt minni
hjá Petrinu og okun øðrum,
sum minnast hann, at eiga
og at hava sum fyridømi hjá
teimum, sum framvegis fara
undir felagstøk í samfelagn
um. Petrina er nú elsta fólk,
sum er vaksið upp í Nesi og
minnist tí væl báði ta gomlu
tíðina undan krígnum og so
ta stóru samfelagsbroyting,
ið verið hevur eftir kríggið
– frá – um ikki grúgvu, so
fýrstaði til mikroovn.
Petrina er ein av teimum
mongu húsmøðrum í Føroy
um, sum hava verið við at
byggja landið – ikki við buld
ur og brak, men í stillum við
at halda hús og heim sum
sína borg, tí soleiðis sum
heimini eru, soleiðis verður
fólkið og landið.
Góða Petrina! Eg kundi
væl hildið fram at drigið
minni fram. Men nú gevist eg
við eini hjartaligari heilsan
og við øllum góðum ynskjum
um Guds signing í tíðini, sum
eftir er.
Johs. Andr. Næs
Petrina Berg í Hvalba 100 ár
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddust saman við
okkum á hjúnarbandsdegnum tann 4. juni
2011, takka vit hjartaliga.
Annika og Hákun