mikudagur 24. august 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
20
Sosialurin
Miðvikan
Fór til skips við
deyðsiglara
Niclas var føddur í 1912. Tá
hann var 14 ára gamal, fór
hann sum aðrir dreingir til
skips. Hann fór við ”William
Martin”, sum pápi hansara
Dánjal Petur Højgaard hevði
keypt í 1909 úr Hetlandi
saman við Sofusi Evensen í
Havn. Niclas var við ”William
Martin” í ikki færri enn 27 ár.
Inn ímillum sigldi hann við
trolara, eins og hann fekk
sær skiparaprógv og síðani
stýrimansprógv. Tey fyrstu
fýra
árini
var
”William
Martin” deyðsiglari.
Tá Niclas fór til skips,
nýttu teir als ikki flekiborð.
Tað
var
flakt
niðri
á
dekkinum, so menn stóðu
boygdir og arbeiddu. Hetta
var sjálvsagt sera ringt fyri
ryggin. Men tað merkiliga
var, at tá tosað var um
at fáa flekiborð, var stór
mótstøða móti hesum. Tað
varð enntá sagt, at flekiborð
vórðu blakað fyri borð aftur.
Hildið varð, at tað gekk nógv
skjótari ”uppá gamla mátan”.
Men Jørgen, beiggi Niclasar,
hevur greitt frá, at einaferð
varð skipað fyri eini kapping
millum eitt lið sum flakti á
flekiborði, og eitt sum flakti
á dekkinum. Eftir hesa kapp
ing var eingin ivi um, at
flekiborð var tað besta!
Sjálvt ljós var lítið av.
Arbeiðsljósið var antennuljós,
sum neyvan hevur gjørt tann
stóra munin, og niðri undir
var tað petroleumsljós. Seinni
fingu
skipini
karbidljós,
sum tó kundu vera sera
vandamikil. So tað kann illa
hugsast størri munur enn at
hava verið við deyðsiglara
í 1926 og so skipini nú. Ein
maður sum Niclas kundi
sigast at hava upplivað alla
ta menning sum yvirhøvur
hevur verið umborð á einum
skipi. Størsta framstig tá
hevur motorurin verið, og
hann fekk ”William Martin” í
1930. Men hann var nú ikki so
stórur. Nevniliga 36 hestar av
merkinum Vølund.
Skotin av týskarum
undir krígnum
Niclas hevði nógvar royndir
á sjónum. Hann sigldi øll
krígsárini, har teir eisini
fiskaðu undir Íslandi og
sigldu til Bretlands at selja
veiðina.
Serliga ein av hesum túrum
gjørdist
minniligur.
Teir
vóru uppi á Nesgrunninum,
norðanfyri
Langanes,
og
veiddu við línu, tá teir vóru
álopnir av einum týskum
flogfari, sum áhaldandi skeyt
eftir teimum. Niclas royndi
at skjóta aftur í móti, og tað
var um reppið, at hann ikki
fekk bast beistinum.
Tá hendi tað óhepna,
at ein maður varð raktur
niðri í lugarinum. Ein kúla
rakti skeilettið og fór niður
ígjøgnum, har hon brast og
eitt petti av henni rakti ein
oyndfirðing meint í ryggin.
Men tá var tað so heppið,
at tvey bretsk krígsskip nærk
aðust. Hetta gjørdi partvíst
tað, at týska flogfarið slapp
sær til rýmingar. Men sam
stundis fingu teir boðið sjúkra
viðgerð til tann skadda. Hann
fór umborð á annað krígs
skipið og varð lagdur undir
skurð innan ein tíma aftaná,
at hann var skotin.
Teir fóru so við ”William
Martin” inn á Seyðisfjørðin at
fáa bráðfeingis umvælingar
fyri tann skaða, sum teir
høvdu fingið av týsku skotríð
unum. Millum annað var
báturin oyðilagdur, og tað var
hol ymsastaðni í skrokkinum
á skipinum.
Seinni fáa teir at vita,
at særdi oyndfirðingurin
var innlagdur á sjúkrahús í
Reykjavík. Hann hevði havt
eina hendingaríka ferð inn,
tí bretska krígsskipið hevði
skotið eitt týskt flogfar niður
á veg inn. Oyndfirðingurin
var so illa meiddur, at tað
gingu eini tvey ár, innan
hann kom fyri seg aftur.
Men hóast hetta var hann
væl sloppin í mun til, hvussu
tað kundi havt verið.
Fóru ólógliga inn
í Aberdeen
Aftaná lokan túr fara teir
niður at selja, og komnir
niður móti Aberdeen varnast
teir, at tað er ikki eydnast
at tetta øll holini frá týska
flogfarinum, og skipið er
farið at leka. Tískil høvdu teir
tørv á at sleppa inn skjótast
gjørligt.
Men tað var ikki loyvt at
fara inn til Aberdeen uttan
loyvi frá einum eftirlitsskipi,
sum lá uttanfyri Aberdeen
um dagin, men sum fór inn á
kvøldið. Tá teir koma inn móti
Aberdeen var tað so mikið
seint, at eftirlitsskipið er við
at fara til lands. Teir royna at
fáa fatur á tí, so teir kundu
fáa neyðuga loyvið, men
hetta eydnaðist ikki. Niclas
tók tað avgerð, at teir fóru
inn kortini. Hetta var ólógligt,
og
beinanvegin
kemur
ein hópur av hermonnum
umborð at kanna hendan
óbodna gestin. Men Niclas
greiðir frá, hvussu vorið var,
og so var sloppið. Teir fingu
annars góðan prís fyri fiskin,
hóast túrurin var langur av
umrøddu orsøk, og fiskurin
kanska ikki var tann besti.
Men tað var tørvur á mati í
Bretlandi, og so máttu teir
rinda tað, sum kravdist.
..og so til Grønlands
Niclas
var
við
”William
Martin” fram til 1959, tá ið
hann eisini var á sild við
henni. Men frá hesum ári
kom hansara sjólív at vera
í Grønlandi. Jørgen beiggi
hansara var við einum báti
“Sujumut, har teir lærdu
ungar grønlendingar at fiska
við teimum reiðskapum,
sum vit kenna hjá okkum,
sum t.d. línu og sildagørn
um. Jørgen bað Niclas koma
yvir at vera við í hesi verk
ætlan. Og hann fór.
Teir komu tó eisini at
læra grønlendingar ein fiski
reiðskap, sum als ikki er
kendur í Føroyum, nevniliga
botngørn. Hetta er ein reið
skapur, sum er eitt slag
av eini fellu. Tá toskurin
gongur
fram
við
landi,
verður hann av einum neti
leiddur í ”felluna”. Tað var
annars ein dani, sum búði í
Narssak, sum legði Jørgeni
og Niclasi lag á, og sum
royndir fiskimenn komu
teir jú skjótt eftir at bera
kunnskapin víðari.
Í fleiri ár var veiðan við
botngørnum ein tann ber
andi
hjá
grønlendingum
inni á firðunum, men frá og
við 1963 kom lítið burtur úr
hesum veiðuhátti.
Tvey brúdleyp á
einum útróðrartúri
Frá síni tíð í Grønlandi hevði
Niclas nógv at greiða frá.
Hann upplivdi eina ferð, at
hann mitt á einum útróðrar
túri var í ikki færri enn
tveimum brúðleypum.
Forsøgan er, at fyrst í 60-
unum gingu meslingar uppi
í Umanakøkinum. Hetta var
sera vandamikið, tí tey flestu
av teimum vaksnu høvdu
ikki havt meslingar, og tá
kundi tað gerast hættisligt
at fáa sjúkuna, serliga um
viðkomandi ikki var væl fyri
frammanundan.
Læknin í økinum var sera
stúrin fyri, hvat kundi henda
í teimum smærru bygdunum
í økinum, um øll blivu sjúk í
senn. Her hevði gingið ein
ring influensa, og nógv vóru
framvegis illa fyri. Fingu tey
meslingar kundi roknast við,
at nógv teirra ikki hóraðu
undan.
Læknin tók tá tað stig, at
hann savnaði tey frískastu
fólkini í hvørji bygd. Niclas
fekk so til uppgávu at føra
tey til Umanak, har tey
vórðu smittað av meslingum.
Hugsanin aftanfyri var, at tá
Niclas:
Tá teir blakaðu flekiborðið fyri borð!
Í 2003 hitti eg Niclas Højgaard úr Rituvík á fyrsta túrinum hjá nýggju »Norrønu«. Hann var tá 91 ára
gamal, og dugdi so sera væl at greiða frá. Hann doyði stutt eftir, og tað var heppið at fáa hansara søgu
Niclas Højgaard var við til at flekja á dekkinum