mikudagur 24. august 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
Sosialurin
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
hini í bygdunum gjørdust
sjúk, vóru hesi blivin frísk
aftur, og kundu so taka
sær av teimum, sum seinni
gjørdust sjúk.
Aftaná hetta fór Niclas
ein útróðrartúr. Hann setti
línuna, og sigldi so upp undir
land í eini av bygdunum at
hvíla seg, til hann kundi fara
at draga aftur.
Men hann er ikki meira
enn komin til lands, tá verður
rópt eftir honum. Tá er tað
”butiksbestýrarin” á staðn
um. Hann skuldi giftast, og
ørindini vóru at fáa Niclas
í brúdleypið. Her var nógv
at fáa, ikki minst av tí váta
slagnum. Men Niclas hevði
sett í seg, at hann skuldi bert
drekka eina øl, og hon skuldi
strekkja so leingi, hann var
har.
Teir vildu hava Niclas at
dansa brúðardansin, men
tað hevði hann ongan hug
til. Men knappliga leggur ein
hondina á økslina á honum
og sigur, at ”nu skal vi danse”.
Tá er tað brúðurin, full upp
undir hendur. Sum eitt slag
av heiðursgesti kundi Niclas
ikki bera seg undan, so har
var einki at gera uttan at
fara uppá gólvið og svinga
brúðrina.
Aftaná nakrar tímar helt
Niclas, at nú var tíð at fara,
línan skuldi jú dragast aftur.
Men hann er ikki meira
enn komin útum, tá taka
tveir gestir úr brúdleypinum
undir armarnar á honum
og fara leiðandi við honum
gjøgnum
bygdina.
Hann
ánaði ikki, hvat hetta hevði
at týða, tí hann skilti einki
av tí, sum varð sagt. Men
tá vísti tað seg at vera eitt
annað brúdleyp í bygdini
eisini. Og hetta brúdleypið
skuldi hann eisini í. Men
her vísti tað seg, at hann
kendi brúðrina og annars
eisini fleiri av gestunum, tí
hesir vóru millum tey, sum
hann hevði ført til Umanak
í umrødda meslingaátaki. So
Niclas mundi ikki sloppið
avstað aftur, og her slapp
hann heldur ikki undan at
dansa við brúðrini. Tá hann
út móti morgni fór avstað,
fylgdi alt brúdleypsfólkið
honum
oman
á
støðna,
hagani hann eftir eina langa
nátt endiliga kundu sleppa
út at draga línuna aftur.
Hetta gjørdist ein rimmar
útróðrartúrur, sum ikki varð
gloymdur í bræði.
Biðin um ikki
at siga upp
Aftaná at hava verið í Grøn
landi í 4 ár gjørdi Niclas av at
fara heim og at siga starvið
upp. Komin til Danmarkar
verður hann av KGH biðin
um ikki at siga upp. Hann
skuldi nú fara heim og fáa
sær feriu, so skuldu teir
senda boð eftir honum til
aðrar uppgávur.
Tey boðini komu eisini
rættiliga skjótt. Nú skuldi
hann føra eitt 300 tons frakt-
og ferðamannaskip í stranda
sigling í Vesturgrønlandi,
og her skuldi hann sigla út
frá Egedesminde, seinni frá
Holsteinsborg. Skipið var
dupultbotnað, og tí kom tað
eisini at føra rættiliga fitt av
olju, sum fyrst og fremst kom
úr Føroyingahavnini, sum
hevði størstu oljugoymslu í
Grønlandi tá.
Dekkararnir umborð vóru
grønlendingar. Niclas letur
sera væl at teimum. Teir vóru
raskir og pliktuppfyllandi.
Hetta sást eisini av, at teir
vóru við í upp til 9 ár.
Rutan hjá teimum gekk
aðru hvørja ferð suður eftir
strondini og aðru hvørja ferð
norðureftir og runt í Disko
víkini. Vanliga tók ein slíkur
túrur 11 dagar aftur og fram.
Tað var ein stórur munur
á sigling við Grønland og aðra
staðni. Har var ísur, sum tað
stundum kundi vera nógv av.
Tað kravdi eitt serligt hegni
at sigla eftir eini ferðaætlan
í ísi. Men tað gekk hampiliga
væl at halda ferðaætlanina.
Tað gekk so mikið væl, at tey
vóru nógv, sum heldur vildu
ferðast við Niclasi, tá farið
varð úr bý í bý heldur enn at
líta á tyrluna, har tað kundi
gangast skjótt. Men tað
kundi eisini taka sera langa
tíð, um líkindi ikki vóru.
Annars kundi ísur vera
sera lumpisligur. Einaferð
fóru teir út frá Egedesminde,
og har var púra ísfrítt. Men
mestsum við eitt skot kom
ísurin, og tá teir vendu aftur
38 tímar seinni var pakkað
við ísi inni í Egedesminde. Í
Grønlandi er ofta so kalt, at
ísurin flotnar upp frá botni!
Ruddaði upp eftir
atombumbu
Teir gjørdu eisini árliga túrir
upp til Thule. Her var bert
siglandi á hásumri. So tá
mátti øll vøran, sum skuldi
nýtast um veturin, førast
har upp, og siglt var eisini
millum smábygdirnar har
norðuri við vøru. Umframt
hetta førdu teir eisini olju
fyri amerikanarar.
Niclas var eisini uppi í
Thule eftir at ein amerikan
skur
bumbuflúgvari
datt
niður, og teir hjálptu eisini
til við uppruddingararbeiði
num. Gitingar vóru um, at
atombumbur vóru umborð.
Fyri tann heilsuvandan, sum
fólkið kann hava verið í av
hesi orsøk, fingu tey fyri
nøkrum árum síðani eitt
endurgjald
frá
statinum.
Niclas fekk eisini eins og øll
hini.
Í Thule kom Niclas at
kenna ein løgnan japanara.
Hann vildi vera veturin yvir
í Thule, og hann bað um at
sleppa at búgva í ússaligastu
húsum í bygdini. Men eftir
sum Thule jú var nýbygd
funnust eingi ússalig hús.
Men hann kom so at búgva
saman við einum gomlum
manni.
Hann vitjaði Niclas um
borð og vísti honum myndir
av hægsta fjalli í heiminum
Mount Everest, har hann
hevði verið fleiri ferðir.
Fyri nøkrum árum síðani
las Niclas annars í bløðunum,
at hesin japanarin hevði
gjørt heimsins longsta túr
við hundasletu, har hann
hevði ferðast allan vegin um
Canada frá eystri til vestur.
Tað var ikki hissini bragd.
Niclas
var
verandi
í
Grønlandi fram til 1974, tá
hann kom aftur til Føroya.
Hansara seinasta uppgáva
har gjørdist at føra ”Dúgv
una”, gamla ”Smyril”, at flyta
ferðafólk til flogrutuna í
Streymfjørðinum í samband
við, at tyrlurnar ikki flugu
vegna verkfall.
“William Martin”, sum eisini Pauli Ellefsen,
systirsonur Niclas var við
Her hevur Niclas fingið hendur á eini grønlendskari!
Hann er ein slíkur gentlemaður, at hann ber hana um
fiskarúgvu, so hon ikki skal koma at lukta av fiski
So nógvur ísur kundi leggjast á skipini
Agdeleq, sum Niclas sigldi við. Her eru teir í ísi
Ikki vóru teir stórir, tá teir fóru til skips.
Niclas, tann minni, saman við beiggjanum Jørgen
Komandi partur
kemur um fjúrtan
dagar. Tá verður
greitt frá ættini John
Effersøe, beiggja
Rasmus og tey