mikudagur 24. august 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
22
Sosialurin
Ítróttur
Heri Simonsen
Klæmint Matras er ein stillur
maður, sum býr í einari kjallara
íbúð hjá foreldrunum í Fútalág
í eysturbýnum í Havn. Pápin,
Jákup er úr Gjógv, og mamman,
Masa er av Kirkju í Fugloy. Hvørki
í móðirætt ella í faðirætt kann
Klæmint Matras vísa á nakrar
framstandandi fótbóltsspælarar,
men evnini, og og ikki minst
hugin hevur Klæmint havt sum
fáur. Og fáur spælari, um nakað
viðhaldsfólk hjá B36 heldur, er so
góður við barndómsfelagið, sum
tann 30 ára gamli timburmaðurin,
ið er vorðin ein ímynd av B36.
Kona Klæmint, Birita er dóttir
stóru ítróttarlegenduna, Kára
Nielsen sum gjørdi nógv vart við
seg, bæði innan fótbólt, hondbólt,
badminton og annan ítrótt eisini.
Men hóast konan er av HB-
ætt, so var eingin ivi um, at tá
brúðleypið hjá Biritu og Klæminti
skuldi standa fyrr í summar, at
tað skuldi verða í B36-húsinum.
Um lítli sonurin hevur evnini
og stríðshugin hjá Kára og
Klæminti, so er veruliga orsøk at
gleða seg í ungdómsdeildini hjá
B36.
Mussar búmerkið
Spurdur um hví hann mussar B36-
búmerkið á troyggjuni, tá hann
skorar fyri barndómsfelagið, svar
ar Klæmint:
– Eg spæli fyri felagið, og tað
eri eg ógvuliga stoltur av, slær
timburmaðurin fast við sjey
tummaseymi. Hann vil ikki fjala
hvussu góður bulur B36 hevur
verið hjá honum gjøgnum árini:
– Eg havi verið so heppin at
hava verið í einum felagi, sum
B36, sum er eitt fantastiska gott
felag. Eg eri heilt ótrúliga góður
við felagið. Eg kann ikki rinda B36
aftur alt, sum felagið hevur givið
mær gjøgnum árini, undirstrikar
liðskiparin.
Debut ímóti NSÍ í Runavík
Vit mugu leita 12 kappingarár
aftur í tíðina, fyri at finna tann
fyrsta skrásetta landskappingar
dystin hjá Klæminti í bestu mans
deildini, sum tá á døgum bert æt
»1. deild«.
Ein pedagogiskur, svenskur
venjari, sum æt Pelle Anderson
stóð á odda fyri B36 í fyrru helvt
av kappingarárinum í 2000. Hann
valdi at geva Klæminti kjansin í
útidysti við Løkin í Runavík, og
hetta gjørdist grundarsteinurin
til tað fulla húsið hjá Klæminti.
Klæmint sigur seg ikki minnast
so nógv frá tí fyrsta dystinum,
men hann heldur seg minnast, at
dysturin endaði við javnleiki 2-2.
B36-Liðskiparin valdi tó ongan
háva at gera burturúr, at minniligi
4-3 sigurin á NSÍ var hansara
dystur nummar 300 fyri B36 í
bestu fótbóltsdeildini.
– Vit drukku eina øl í part, og so
fóru vit hvør til sítt aftaná, greiðir
Klæmint frá. Klæmint heldur, at
tað veruliga vitnar um klassa,
at B36 í jubileumsdysti hansara
megnaði at venda bæði 0-2 og 2-3
til ein 4-3 sigur.
Greipan var minnilig
Í 2001 var Klæmint við til at vinna
greipuna.
– Tað var eitt fantastiskt lið við
m.ø. Jákup á Borg og Heðin
á Lakjuni, sum enn spæla
fótbólt á hægsta stigi.
John Petersen var eisini
við, og hann var eisini ein
fantastiskur spælari.
Klæmint var aftur við
til at vinna løgmanssteypið
í 2003 og 2006, og føroya
meistaraskapið í 2005, men
hann iðrar seg kortini:
– Tað er alt ov langt síðani,
at vit vóru føroyameistar
ar, suffar B36-liðskiparin
tungliga.
Spældu seg víðari
Í 2005 og í 2006 spældi B36
seg víðari í UEFA Cup og
Champions League. Dyst
Timburmaðurin
hevur neglt
sítt navn fast
Fótbóltur Sunnudagin spældi 30 ára gamli B36-liðskiparin, Klæmint Matras sín dyst
nummar 300 á besta liðnum hjá B36. Dreymurin er at sleppa út aftur í Europa at spæla
300 dystir
Klæmint Matras, í dysti
nummar 300 fyri barndóms-
felagið B36, í stríði um
miðvøllin móti NSÍ
Mynd: Jens Kristian Vang