Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97 Sosialurin Ítróttur irnir ímóti Vest­manna­oyggjum, maltesisku Birkirkara, FC Midt­ jylland og Fener­bache standa frammaliga í hug­anum hjá Klæminti. Ikki minst dyst­ur­in í Turkalandi, har teir spældu á einum fantastiskum leik­vølli við einari fantastiskari atmos­ feru, har tað larmaði so nógv, at B36-spælarnir fingu ikki sam­skift sína millum. – Eg leingist at sleppa at royna meg í Europa aftur. Fyrsta kapp­ingarárið vit ikki kvalifiseraðu okkum til Europa tonkti eg: »Fínt nú fær man longri summarferiu«. Men nú er tað alt ov langt síðani, at vit hava spælt í Europa, staðfestir Klæmint, og vísir á, at mál­setn­ingurin at røkka euro­peiskum fótbólti komandi kapp­ingar­ár, er ikki so fjarur, nú tveir trið­ingar av kapp­ingini eru farnir aftur­um. Hevur spælt skaddur Offurviljin hjá Klæminti fyri B36 sæst aftur í, at hann hev­ur tíð­um bitið skaðar í seg, fyri at kunna geva seg fult út fyri fel­ agið, sum hann setur so høgt, men hann er greiður yvir, at tað kann hevna seg seinni í lívinum, at ein ikki viðger slíkar skaðar, og heldur fer út um síðulinjuna, fyri at koma fyri seg aftur. Høga dystartalið hjá Klæminti í bestu fótbóltsdeildini skyldast óivað eisini fyri ein stóran part júst hesum serliga offurviljanum. Klæmint fegnast um, at familjan altíð hevur bakkað hann upp, tí at verða fótbóltsspælari á hægsta støði í Føroyum krevur nógva tíð, umframt tíðina, sum tað krevur at arbeiða sum timburmaður. Tað eru ofta dagar, har hann er burtur størsta partin av degnum, orsaka av arbeiði, venjing og einari drúgv­ari dystarskrá. Má lurta eftir kroppinum Klæmint hoyrir eisini til ættar­liðið, sum tók tað stóra skiftið frá 18 dystum til 27 dystir, sum merkti eina enn strævnari dystarskrá, og ein styttri summarsteðg. Spurdur um hann ætlar at røkka 400 dystum fyri B36 í bestu deildini, svarar Klæmint sáttliga, sum altíð: – Eg má lurta eftir hvat kropp­urin sigur, og taka tað harfrá. Komandi fríggjakvøld er odda­uppgerð ímóti Víkingi á skránni. Klæmint Matras ætlar at sláa nakrar naglar aftrat fyri B36. Framtíðin má bara vísa hvussu nógvir teir verða. Klæmint hevur, ið hvussu er neglt navn sítt fast í B36. heris@sosialurin.fo Hoyr radio­ samrøðuna við Klæmint Matras á Rás2, fríggja­ dagin kl. 16.15 Málsetningurin at røkka evropeiskum fótbólti komandi kappingarár, er ikki so fjarur, staðfestir timburmaðurin og liðskiparin hjá B36 Klæmint Matras Mynd: Jens Kristian Vang nógv steyp Klæmint hevur verið við til at vinna nógv steyp fyri B36. Tað seinasta var Løgmanssteypið, eftir finalusigur á KÍ í 2006, ið felagið eisini vann til ognar Mynd: Álvur Haraldsen