mikudagur 24. august 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
24
Sosialurin
Herfyri seldi bilasølan Nordcar sín
fyrsta Alfa Romeo. Talan var um
ein svartan Alfa Romeo Giulietta
1,4 TB.
Helst eru meira enn 30 ár liðin
síðan ein nýggjur Alfa Romeo sein
ast varð seldur á eini føroyskari
bilasølu. Tað var Sølvi Reinert Han
sen í Saltangará, sum keypti hend
an fyrsta bilin.
Síðan 1986 hevur Alfa Romeo
verið partur av italsku Fiat-kon
sernini, og verða teir seldir saman
við Fiat. Alfa Romeo Giulietta er ein
nýggjur bilur, ið kom á marknaðin
í fjør sum ein jubileumsbilur í sam
bandi við at Alfa Romeo fylti 100 ár.
Giulietta er annars eitt gamalt navn
hjá Alfa Romeo. Teir gomlu Giuli
etta vórðu gjørdir frá 1954-1965.
Bilurin hevur 1,4 litra turbo
bensinmotor við 120 hk. Sum all
ir Alfa Romeo hevur hesin sport
ligar koyrieginleikar. Hann er
væl útgjørdur við t.d. Start/Stop
skipan, fartpiloti, 6 hátalarum,
2-zone klimaanleggi, koyriteldu og
6 airbag. Eisini hevur hann eina
skipan, sum nevnist DNA, har
skiftast kann millum D (Dynamic),
N (Normal) og A (All weather), alt
eftir hvørjar eginleikar bilførarin
ynskir. Giulietta fekk 6 stjørnur í
EuroNCAP krasjtestunum og er ein
tann tryggasti bilur í sínum klassa.
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í Onglandi eru Aston Martin kom
nir á marknaðin við minibilinum
Aston Martin Cygnet.
Tað er soleiðis, at ES krevur
at evropeisku bilverksmiðjurnar
skulu yvirhalda eitt ávíst miðaltal
fyri CO2-útláti. Tá Aston Martin
bert gera sportbilar við stórum
motorum og kosta milliónir, loystu
teir hendan trupulleikan við at gera
eina samstarvsavtalu við Toyota
um at framleiða minibilin iQ, sum
hevur eitt CO2-útlát upp á einans
110g/km. Aston Martin Cygnet er í
veruleikanum ein luksusútgáva av
Toyota iQ.
Aston Martin eru annars best
kendir frá James Bond filmum,
so kanska fer Agent 007 í onkrum
komandi filmi at koyra í einum
Aston Martin Cygnet.
Fyrsti Alfa Romeo seldur
Aston Martin
Cygnet er ein
luksusútgáva
av Toyota iQ
Minibilur til
James Bond?
Meinhard Arge Jensen frá
Nordcar handar Sølva Reinert
Hansen nýggja bilin saman
við einum blómutyssi
Mynd: Magnus Gunnarsson