fríggjadagur 26. august 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98
6
Sosialurin
Engell: Valið verður úts
krivað í seinasta lagi mán
adagin
Hans Engell, politiskur
eygleiðari í Danmark, er
sannførdur um, at Vinstri
og Konservativu finna eina
avtalu um bústaðarpakk
an og hinar pakkarnar við
Danska Fólkaflokkin í dag
ella um vikuskiftið.
– Ein spjaðing teirra
millum fer heilt víst at gera
Helle Thorning Schmidt til
forsætisráðharra, sigur Hans
Engell við Portalin.
– Tað verður ein semja,
og
so
fer
Lars
Løkke
Rasmussen at skriva út val.
Eg havi ilt við at ímynda
mær, at VK og DF enda 10
ára samstarv og útskriva
fólkatingsval, tá teir borg
arligu flokkarnir í Danmark
eru í stórari spjaðing um eitt
mál, sum í veruleikanum
einki hevur upp á seg, sigur
Hans Engell.
Hann kallar tað ein »ekl
atantan« ósigur fyri bæði
Lars Løkke Rasmussen og
Piu Kjærsgaard, um tað
ikki eydnast at finna eina
semju.
– Um hetta endar við
spjaðing, so sendir hetta
borgarligu flokkarnar út
í eina kreppu, sum fer at
halda á til langt aftan á fólk
atingsvalið.
– So kunnu tey akk
urát tað sama biða Helle
Thorning-Schimdt um at
taka yvir lyklarnar til for
sætismálaráðið beinanvegin,
tí so hevur VKO ongan kjans
til valið, sigur Hans Engell.
Sambært
Hans
Eng
ell hevur Danski Fólka
flokkurin eina rokning at
gera upp við stjórnina, eftir
at flokkurin hevur atkvøtt
fyri ópopulerum sparingum
í endurvenjingarpakkanum
og afturtøkureformin og
einasta tøkkin var, at tey
ikki sleppa við í komandi
stjórnina.
- Tí leggur Danski Fól
kaflokkurin so hart út
til hesar samráðingarnar
í
leiklutinum
sum
varðhundurin
hjá
ríkis
kassanum
við
sosialari
ábyrgdarkenslu. Tað kann
verða eitt nýtt politiskt
støði, tey eru við at skapa,
sum
fer
at
eyðkenna
flokkinum framyvir, heldur
Hans Engell.
Hann heldur, at tey
koma til eina semju um eina
avtalu og eitt fólkatingsval í
seinasta lagi mánadagin.
Rólant Waag Dam
Tað var fyri sløkum ári síðani,
tann 15. september í fjør, at
nýggju eigararnir tóku yvir
blaðraksturin av Dimmalætt
ing. Roknskapurin er gjørdur
fyri hetta tíðarskeiðið, frá
hálvum september fram til
árskiftið, og hann vísir eitt
undirskot upp á 936.236
krónur. Tað merkir, at
hetta undirskot er
upparbeitt upp á
tríggjar og ein
hálvan mánað.
Í leiðslufrágreiðingini í
roknskapinum, sum er fram
løgd á aðalfundi 2. august,
sigur leiðslan, at felagið hev
ur gjørt týðandi rakstrarlig
ar tillagingar í ár. Tí roknar
leiðslan við,
a
t
r a k s t
urin í
hesum árinum fer at geva
eitt heldur minni hall, og
at raksturin næsta ár fer at
geva avlop - og leiðlsan ætlar
at endurreisa smápartapen
ingin við hesum avlopi.
Men fíggjarliga grundar
lagið er tó ikki komið upp á
pláss, tí leiðslan sigur eisini,
at felagið er í samráðingum
um fígging av rakstrinum,
sum hon vónar bera á mál.
At bløðini eru í tungum
s j ó g v i
sæst á
ø l l u m
brøgd
um.
Roknskapurin
hjá
Sosialinum vart tann lakasti
í fleiri ár, og vísti hann eitt
hall fyri alt árið 2010 upp á
783.000 krónur.
Meðan
eginognin
hjá
Dimmalætting
er
minus
865.000 krónur, so hevur
Sosialurin tó eina eginogn
upp á 8,4 milliónir krónur at
tera uppá.
Ring byrjan hjá nýggju
Dimmalætting
Upp úr sofuni, nú byrja vit aftur
Valið
nærk
ast
Absalon í Smiðjuni
blaðútgáva Fyrsti roknskapurin hjá nýggju eigarunum hjá Dimmalætting vísir eitt so
stórt hall, at allur eginpeningurin er burtur, og at eginognin er negativ við 865.000 krónum
fimleikur Nú fara vit undir vetrarskránna hjá Fimleikafelagnum Ljósinum,
og skráin bjóðar heilt víst okkurt til øll, ið hava hug til at røra seg í vetur
Við tað at fimleikur er ikki
bara fimleikur longur, royna
vit aftur í vetur ymsar stutt
ligar mátar at fáa pulsin
upp.
Í hesum sambandi royna
vit fegin nýggjar leiðir, og í
ár hava vit valt at gera pláss
fyri nýggjum, samstundis
sum vit útbyggja tilboðið
frá í fjør. Av nýggjum kann
nevnast
Effekt
venjing,
sum er ein venjingarhátt
ur, ið hevur til endamáls at
styrkja stóru vøddabólk
arnar, sum vit nýta hvønn
dag, samstundis sum Ef
fekt hjálpir til við at rætta
holdning, og betra um lið
iligheit. Hetta er ein sera
róligur venjingarháttur, og
er tí eisini serstakliga gott
hjá teimum, ið hava trup
ulleikar við liðum, ryggi og
vøddum.
Zumba
og
Senior
Zumba
Aftur í ár bjóða vit
Zumba, ið fær pulsin upp
meðan tú hevur tað stutt
ligt. Sum nakað nýtt, fara vit
eisini at bjóða SeniorZumba
til tey, sum antin eru yvir
vektig, nýbyrjarar ella kom
in upp í árini. SeniorZumba
er spennandi, lætt og sera
stuttligt, og ger undirverkir
fyri kropp, sinn og sál. Vit
ansa sjálvandi eftir knøum
og hoftum, meðan vit røra
okkum og fáa pulsin upp.
Umframt nýggju tilboð
ni eru sjálvandi eisini væl
umtóktu rytmisku- og am
boðsliðini hjá børnum frá
4 ár og uppeftir, Foreldur
og børn, motión og fitball á
skránni í vetur.
Aftur í ár verður fimleika
høllin FIMI karmur um ein
stóran part av virkseminum
hjá felagnum. Umstøðurnar
í høllini eru framúr góðar,
bæði til amboðs-, rútmisk
an-, estetiskan og motións
fimleik, og hesum ger felagið
sær dælt av, við at leggja
stóran part av virkseminum
í vetur í FIMI.
Tey lið, ið ikki eru í FIMI,
fara at halda til í nýggju
hallunum í skúlanum við
Løgmannabreyt, ið eisini
hava bestu karmar at geva
liðunum og íðkarunum.
Nevnd, leiðarar og hjálp
arar eru til dystin fús og
gleða okkum at koma í
gongd við at røra okkum.
Tilmelding
Fimleikaárið
hjá Fimleikafelagnum Ljós
inum byrjar leygardagin 27.
august í FIMI, har tilmelding
verður frá klokkan 10-12.
Í gjár læt ein listaframsýning hjá Absalon Absalonsen
upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Talan er um eina framsýning við umleið 30 máln
ingum, har myndevnini fyri tað mesta eru landsløg
og bygdaløg.
Absalon hevur áður havt sjálvstøðugar framsýn
ingar, og hann hevur fleiri ferðir verið í Smiðjuni.
Framsýningin er opin til og við mikudagin. Opið er
frá kl. 10-19, tó sunnudagin er opið frá kl. 14-18 og
mikudagin frá kl. 10-12.