Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98 Sosialurin Snorri Brend Nakað herfyri sóust fleiri 8-kantaðar grótsúlur úr føroyskum gróti liggja uttanfyri bygningin. Hesar súlurnar skuldu latast Statoil, sum fer at bora á landgrunninum til várs aftur. Grótsúlurnar skuldu síðani nýtast at kanna grótið her, fyri at vita hvørjar borikrúnur eru best egnaðar. Tann kanningin verður gjørd í Houston í Texas, skrivar Sandoyarportalurin. Grótvirkið framleiðir bæði úr føroyskum gróti og útlendskum granitti. Ein av sera væl umtóktu framleiðslum teirra eru brotflísar úr betongi og borðplátur úr føroyskum ella útlendskum gróti. Grót Tey hava úr at gera á Grótvirkinum í Skopun – tey selja bæði til útlendska og føroyska marknaðin neyðhjálp Hetta er 64. túrurin hjá Absalon Matras við neyðhjálp Rumenia Absalon klárur til nýggjan túr Heið­r­að­u Ják­up Heimamissiónin: Grønlandstoymið farið avstað Føroyskt grót til útflutnings skopun Í løtuni tykist nógv virksemi at vera á Grótvirkinum í Skopun neyðhjálp Hetta er túrur nummar 64, sum Absalon Matras av Norðoyri fer á í nátt við Norrønu – hesaferð við nýggjum bussi. Bussin hevur hann keypt úr Madrid, júst fyllur 8 ár Mikudagin 24.aug. fór toymið hjá Heima­missiónini, sum skuldi til Grønlands av­stað. Við toyminum eru 7 fólk, 2 konir og 5 menn. Fýra av teimum vóru eisini við Grøn­lands­toyminum í fjør. Toymið fleyg fyrst til Reykjavíkar, har gist var á Ørkini. Í Reykjavík hevði toymið møt­i hjá Íslendska kristniboðfelagnum (SIK) Hósdagin 25. aug. fer toymið við flúgv­ara til Nuuk. Har skal toymið búgva og ar­beiða út frá sjó­mans­ heiminum. Ætlanin er at hava andaktir og bíbl­i­u­tím­ar á sjó­mans­ heiminum, vitjað umborð á skip­ini, hava andaktir á ellisheimum, sjúkr­a­ hús­inum, í fongslinum, syngja undir guds­tæn­ast­um og annað. Ætlanin er eisini at hava eina føroyska guds­tæn­astu í Hans Egede kirkju. Toymið verður í Nuuk til 5 sept. og verð­ur aftur í Føroyum 7. sept. Toymið takkar fyri stuðul og forbøn, og lovar at lata frætta meiri frá sær seinni. Vilmund Jacobsen 
Á Føroya Sjó­mann­ a­degi nýtti nevndin aftanfyri dagin høvi at heiða skiparan á Brimli gjøgnum mong ár, Jákup Müller, bú­ sit­andi í Saltangará, fyri hansara stuðul í sam­bandi við tiltakið í Klaksvík.

Jákup Müller fekk eitt sera vakurt blóm­utyssi, og tað var Birg­ir W. Høgnesen hjá Rás2, sum í hesi løtu var á staðnum og tók mynd­ina.

Túrurin hjá Brim­li í Klaksvík á Føroya Sjómannadegi var samstundis hin seinasti hjá Jákupi Müller, skipara, sum nú gevst at sigla fyri Fiski­veið­ieftirlitið - eftir trúgva tænastu í mong ár. Dávur Winther Hesin bussurin er størri enn hin burssurin, Absalon hevur nýtt til hesar ferðir. Hann hevur størri maskinu og størt viðførisrúm, so til ber at hava hópin meira við av vørum við til fólkini, Absalon hevur vitja nú í fleiri ár. 

Hesaferð gongur leiðin til norður Rumenia, og vænta tey at vera frammi mikukvøldið í næstu viku. Við í ferðini eru 11 fólk. Av teimum tveir bussførarar, sum kunnu loysa Absalon av, Anskar Hansen og Regin Dam.

 Tá ið tey eru komin fram, leiga tey minni bilar at koyra við til smáu bygdirnar at geva teimum ymiskt, teimum tørvar. Har eru at kalla ikki vegir millum bygdirnar, men koyra tey eftir vølli fyri tað mesta. Við í bussinum eru klæði, skógvar bæði til vaksin og børn, grýtur og pannur, sengur, madrassur og dýnur og mang annað. Ikki er loyvt at hava leikur við til børnini. 

Absalon biður heilsa og siga hjartans takk fyri ta hjálp og beinasemi, hann hevur fingið alla staðir í sambandi við ferðir sínar. Tá ið hesin bussurin er væl løddur, er eftir í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni uppí ein fullan buss afturat.