fríggjadagur 26. august 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98
Sosialurin
Dagfinn Olsen
Talan er um eina gamla
ætlan, ið snýr seg um at
skipa fyri syngið við tiltaki
umborð á Smyrli. Tónleika
hugaði sumbingurin Rúni
Lisberg prátaði herfyri enn
einaferð við kenningar um
hetta, og nú loftaðu FC
Suðuroy stuðlar hesum. Úrs
litið er, at 3. september verð
ur tiltakið »Syngið við um
Suðuroyarfjørð« umborð á
Smyrli. Eftir hetta verður
dansur í Vági.
Kokkurin er góður
Leygardagin 3. september
klokkan 18:30 fer Smyril
av Krambatanga. Umborð
undirhalda Sumbiarkórið og
Suðuroyar Manskór við lætt
ari sangi og undirhaldstón
um. Somuleiðis fara Rúni og
Fróði kanska eisini at tríva í
onkran góðan.
Á túrinum, og meðan
Smyril liggur í Havn, fer
kokkurin at borðreiða við
lambasteik og fløtabakaðum
eplum, og okkurt leskiligt
fæst afturvið.
Klokkan 21:00 fer Smyril
suður aftur, og tá skipa Rúni
og Fróði fyri felagssangi.
Talan verður um sangir, ið
eru kendir manna millum,
og sum eru lættir at syngja.
400 sangheftir eru gjørd.
Hesi eru til keyps og eru
samstundis lutaseðlar.
Skaldið
og
skemtarin
Niels Petur Nolsøe, NePtuN,
fer eisini at undirhalda við
onkrari skemtisøgu á ferðini.
Dansur
Tá komið verður á Kramba
tanga er samband við bussi
til Vágs, har dansur verður í
VB Húsinum. Har leggur Elis
Poulsen fyri við sínum væl
kendu norðurlendsku dansi
tónum. Um 00.30 tíðina fara
Rúni og Fróði á pall at spæla
til dansin, men væntandi
kemur Elis aftur onkra løtu
við væl svingandi tónum.
Sumbingarnir Rúni og
Fróði eru gamlir í garði, og
spældu nógv til dans fyri
nøkrum árum síðani. Teir
byrjaðu í áttatiárunum, men
nú eru kanska eini 10 – 12 ár
síðani, at teir av álvara vóru á
palli seinast.
Gista umborð
Um fólk norðanfjørðs hava
hug at leita sær umborð
á Smyril til »Syngið við
um Suðuroyarfjørð«, og til
Suðuroyar, so ber til at gista
í frálíku kømurunum um
borð á Smyrli eftir avtalu
við tænastuleiðaran. Tað er
FC Suðuroy, ið skipar fyri
tiltakinum »Syngið við um
Suðuroyarfjørð« tann 3. sep
tember.
Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - 322355 - 222355 - 227464
Telduskeið
Uppdatera tínar telduførleikar - kom á
skeið hjá Synergi. Vit hava eina sera fjøl-
broytta skrá við alskyns telduskeiðum.
So óansað um tú enn ikki dugur at nýta
teldu, ella um tú nýtur teldu hvønn dag,
hava vit uttan iva eitt skeið sum hóskar
til tín tørv.
Nýggja teldukoyrikortið
Við at taka tað nýggja teldukoyrikortið
hjá Synergi, fært tú eitt altjóða góðkent
prógv uppá, at tú dugur tey grundleg-
gjandi tingini innan KT, og at tú kanst
nýta internetið og tey mest vanligu for-
ritini. Vel ímillum basic (4 modul) ella fult
koyrikort (7 modul).
Telduskeið 2011
Lær at brúka teldu
12.-13. sept.
KT-kunnleiki*
19. sept.
Pivotskráir og rapport-
eringar í Excel
20.-21. sept.
Windows*
26. sept.
Excel 2 - tey næstu fetini
29.-30. sept.
Access*
3.-4.okt.
Photoshop
6.-7. okt.
PowerPoint*
10. okt.
Internet og Outlook*
17.-18.okt
Myndaviðgerð kvøldskeið 19. okt.
Word*
20.-21. okt.
Excel 1*
21.-22. nov.
InDesign
24.-25. nov.
Arbeiðstøk hava møguleika at søkja ALS
um at rinda skeið fyri seg.
* Kann eisini takast sum partur av teldukoyrikortinum
Telduskeið og teldukoyrikort
Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - 322355 - 222355 - 227464
Kom í gongd við
at brúka teldu
- tey fyrstu fetini í slowmotion
Synergi í samstarv við
12. og 13. september 2011
Hevur tú ella onkur á tínum arbeiðs-
plássi, tørv á at læra at brúka teldu, hava
tit nú møguleikan at læra tað á rættan
hátt – nevniliga í slowmotion.
Kanska er arbeiðsstøðan hjá tær broytt,
ella eisini følir tú bara, at tíðin er komin
at kasta teg útí tað nú.
Tú hevur kanska atgongd til teldu og
internet, men hóast hetta kennist tað
so fremmant og kemur tú tí ikki í gongd.
Ikki tí, tú hevur kanska fleiri ferðir fingið
hjálp frá onkrum góðum starvsfelaga,
vinfólki ella børnunum, men tú følir, at
tað gongur alt ov skjótt fyri seg og fert í
baklás og fært tí hug at geva upp.
Men vón er fyri framman. Tá hini kunnu,
kanst tú sjálvandi eisini.
Kom og lær tað nú. Vit fara stillisliga
fram, og tú lærir bara tað neyðuga.
Dagur
12. & 13. sept. 2011 - Avmarkað pláss!
Kostnaður:
4.375 kr. v/mvg.
Pensiónistar:
3.281,25 kr. v/mvg.
Íroknað tilfar og mat báðar dagar.
Fyrrverandi næmingur:
“Væl fyrireika &
entusiastiskur
lærari”
Astrid Andreasen
Arbeiðstøk hava møguleika at søkja ALS um at rinda skeið fyri seg.
Syngið við um
Suðuroyarfjørð
SYNGI VIÐ Skipað verður í næstum fyri øðrvísi syngið
við tiltaki, har sumbingarnir Rúni og Fróði, saman
við kórum, skipa fyri, og seinni verður dansur við Elis
Poulsen og Rúna og Fróða. Syngið við tiltakið verður
umborð á Smyrli, og dansurin verður í VB Húsinum
Sumbingarnir Rúni og Fróði fara at skipa fyri felagssangi umborð á
Smyrli og at spæla til dans í VB Húsinum 3. september. Hóast gamlir í
garði, eru nú eini 10-12 ár síðani, at teir vóru á palli seinast.
Mynd: Dagfinn Olsen