fríggjadagur 26. august 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98
12
Sosialurin
Kjak
Eyðfinn Magnussen
biologur
Fróðskaparsetur Føroya
Aling av skeljadjórum í dag er ein týðandi
vinna kring allan heim. Árliga framleiðslan
av skeljadjórum er eini 11 milliónir tons.
Hetta er ein fjórðingur av allari alivinnuni.
Eisini í Føroyum hava royndir verið gjørdar
at ala krækling, men ongar skipaðar og
miðvísar kanningar hava tó verið gjørdar av
føroyskum kræklingi. Hetta vildu Finngerð
Jensen og Esbern Patursson gera nakað við.
Tey baði hava í trý ár lisið lívfrøði á Náttúru
vísindadeildin á Fróðskaparsetrinum. Út
búgvingin endar við einari verkætlan, har
studentarnir sjálvir velja sær eitt granskingar
evni. Finngerð og Esbern valdu av lýsa lívfrøð
ina hjá føroyskum kræklingi og at kanna
møguleikarnar, at ala krækling í Føroyum.
Samstarv við Fiskaaling
Verkætlanin er gjørd tøttum í samstarvi við
P/F Fiskaaling og Havstovuna. Kanningar
vórðu gjørdar av gýtingini hjá kræklingi,
mongdini av larvum í sjónum og hvussu
tær broytast gjøgnum árið og hvussu
kræklingurin veksur á teimum ymisku firðu
num. Fyri at gera hesar kanningar, vórðu
trossar settur út á fýra ymiskum støðum: á
Skálafjørðinum, í Kalbaksfirði og í tveimum
støðum í Sundalagnum norðuri við Streymin.
Eisini vórðu ymisk umhvørvisviðurskifti í
firðunum kannað, so sum hiti, streymur og
nøgdin av klorofyl, sum er eitt mát fyri nøgd
in av plantuæti í sjónum.
Sum vegleiðarar og at hjálpa sær við
verkætlanini, hava Finngerð og Esbern havt
Øystein Paturson, sum starvast sum gransk
ari á Fiskaaling og Eilif Gaard, stjóra á Hav
stovuni og eisini starvast sum adjungerandi
lektari í havlívfrøði á Fróðkaparsetrinum
Lívfrøðin
Kræklingur er eitt vanligt skeljadjór, sum
finst í sjóvarmálanum í flestu støðum í
Føroyum. Kræklingurin festur seg á hellu, á
steinar, kaiir og á botni á skipum, sum hava
ligið leingi. Eisini er hann vanligur í áarósum.
Føðina hjá kræklingi er plantuæti, sum hann
fær við at síla sjógv gjøgnum táknurnar.
Gýtingin hjá kræklingi er neyvt stýrd
av hitanum í sjónum. Gýtingin byrjar, tá
hitin er komin uppá einar 10 ºC. Føroyski
kræklingurin byrjar at gýta í mai mánað
og heldur fram til móti endan av juni.
Høvuðsgýtingin er tó í endanum av juni
mánað. Hetta er eisini tað tíðarskeiðið, tá
mest er til plantuæti í sjónum. Sil og rognini
verða gýtt út í sjógvin. Úr tí gitnað rogninum
kemur ein larva, sum fyrstu tíðina rekur runt
í sjónum. Eftir umleið fimm vikum setur
kræklingalarvan seg fastan á einum hóskandi
staði í sjóvarmálanum. Hetta verður gjørt við
at larvan ankra seg fastan við skeggtráðum,
sum hon spinnur og festur í undirlagið. Har
sum kræklingalarvan festur seg, verður so
sitandi har restina av lívinum.
Tá kræklingur verður aldur, verða trossar
hongdir út á sjógv. Trossarnir eru ofta gjørdir
úr neti, sum verða festir í flot ella ein flaka,
sum teir hanga niður úr. Á hesar trossarnar
kunnu larvurnar, sum eru í sjónum festa
seg og vaksa seg stórar, til tær at enda verða
seldar á marknaðinum eini tvey ár seinri.
Best á Skálafjørðinum
Tá Finngerð og Esbern gjørdu úrslitini upp,
vístu kanningar, at úrslitið hilnaðist best á
Skálafjøðrinum; bæði í nøgd og hvat vøkstri
viðvíkur. Á Skálafjørðinum fingu tey 9.2 kg
av kræklingi fyri hvønn meturin av trossa,
meðan nøgdin í eystarumegin í Sundalagnum
var einans 6,3 kg fyri hvønn meturin.
Tíanverri spurdist einki burtur úr roynd
unum í Kaldbaksfirði og Streym
oyarmegin
í Sundalagnum. Á Skálafjørðinum var miðal
støddin á kræklinginum eftir einum ári 43
mm, meðan kræklingurin í Sundalagnum
var einans 34 mm langur. Eisini hevði kræk
lingurin á Skálafjørðinum tað hægsta
matinnihaldið í mun til støddina á skelini.
Finngerð og Esbern meta, at kræklingurin
á Skálafjørðinum eftir tveimum summrum,
hevði havt eina stødd uppá 50 mm, sum
er tað, ið krevst fyri at selja kræklingin á
europiska marknaðinum
Æður og krossfiskar
størstu fíggindar
Deyðliligheitin hjá kræklingalarvunum er
vanliga stór, og bert umleið 1% av teimum
gýttu larvunum yvirliva og kunna festa seg
á eitt fast undirlag. Men eisini her eru nógvir
fíggindar. Kræklingur er føði hjá fleiri dýrum,
sum liva í sjónum, bæði hjá teimum, sum liva
á botni og hjá fugli, sum kavar eftir kræklingi
ella tekur hann í fjøruni. Æða og tjøldur eru
tey fuglasløgini, sum eta mest av kræklingi.
Kanningar í Vaðhavinum í Danmark vísa, at
av teimum 3 milliónum kg av føði, sum æður
nar ótu um árið, vóru 1,2 milliónir kg krækling
ur. Tjøldrini ótu 2 milliónir kg um árið. Ein
fjórðingur av hesum var kræklingur. Tá æður
nar eta krækling, svølgja tær hann heilan, síðan
verður hann knústur í búkinum. Sum krækling
urin veksur, gerst skelin tjykkri, og verður tí
verri at knúsa. Tí vilja æðurnar helst hava
krækling, sum er minni enn 20 mm til longdar.
Æðurnar eta tann besta kræklingin
Kanningarnar hjá Finngerð og Esbern vístu,
at kræklingurin var størstur á Skálafjørði
num og minstur við Streymin í Sundalagnum.
Hetta merkir tó ikki, at kræklingur við
Streymin neyðturviliga veksur seinri enn á
Skálafjørðinum. Mistanki var um, at æðurnar
í Sundalagnum vóru høvuðsorsøkin til, at
kræklingurin har var minni. Nógv er til av
æðu norðuri við Streymin, og tær taka teir
størru kræklingarnar, so skjótt sum hesir
eru vorðin so mikið stórur, at tað loysir seg
hjá æðunum at eta teir. Teir smæstu kræk
lingarnir fáa hinvegin frið fyri æðunum og
verða verandi eftir og tað eru tí hesir smáu
kræklingarnir, sum Finngerð og Esbern
funnu á kræklingatrossunum og mátaðu.
Góði møguleikar at ala
krækling í Føroyum
Í niðurstøðuni sig Finngerð Jensen og Esbern
Patursson, at tey halda, at tað skuldu verið
góðir møguleikar at alt krækling í Føroyum, í
øllum førum á Skálafjørðinum og helst eisini
á øðrum føroyskum firðum, har tað ikki eru
trupulleikar við æðu, gjari og øðrum dýrum,
sum minka um nøgdirnar av kræklingi og
tálma vøkstrinum.
Á Fiskaaling eru tey sera væl nøgdir
við royndirnar og arbeiði hjá Finngerð og
Esbern.
Les bachelorritgerðina hjá Finngerð Jensen
og Esbern Patursson 'Blue Mussel (Mytilus
edulis) in Faroese Fjords: Biology and Farming
Potential’ her (pdf-fíla; 3 MB).
Kræklingaaling í Føroyum
Tað skuldu verið góðir møguleikar at alt krækling í Føroyum. Tað halda Finngerð Jensen og
Esbern Patursson, sum í eini bachelorverkætlan á Fróðskaparsetrinum hava lýst lívfrøðina
hjá føroyskum kræklingi og kanna møguleikarnar at ala krækling í Føroyum
Tað ber til at fylgja við gýtingini hjá kræklinginum við regluliga at taka vatnprøvar úr sjónum.
Eitt fínmeskað net (20µm) verður lorað niður í sjógvin og spakuliga hálað uppaftur. Við hesum
netinum verða kræklingalarvurnar sílaðar úr sjónum. Aftaná verða larvurnar í hvørjum prøva
taldar. Á hendan hátt ber til at lýsa, hvussu nøringin hjá kræklinginum fer fram gjøgnum
summarið. Á myndini síggjast úrslitini frá Sundalagnum (reyða og bláa linjan) Kalbaksfirði
(ljósareytt) og frá Skálafjørðinum (grønt). Flestu kræklingalarvurnar vóru at finna 21. Juni
Eitt ára gamal
kræklingur var
settur á trossar,
sum vóru
gjørdir úr neti
Esbern Patursson og Finngerð Jensen
eftir at tey hava fingið handað prógvið
fyri teirra bacheloruppgávu um
krækling og aling av kræklingi
Um nøkur ár kann kræklingur kanska
gerast ein týðandi vinna í Føroyum