Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98 Sosialurin Edmund Joensen Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Nýggi formaðurin í Javnað­ar­ flokkinum hevur tikið eina avgerð, sum bæði javnaðar­ fólk og sambandsfólk undr­ ast á. Aksel V. Johannesen, floks­ formaður, hevur nevni­liga rullað ein fullveldismann, Sjúrð Skaale, í positión sum oddavalevni – spísskandidat – hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsvalið. Longu nú í skrivandi stund – fáar tímar eftir, at avgerðin er almanna­kunn­ gjørd – hoyr­ist frá góðum og trúgv­um javnaðar­fólkum, at floks­for­maðurin er lopin frá tí, sum hann alment hevur boðað frá. Onnur halda, at javnaðar­ leiðarin hevur gjørt sítt fyrsta álvarsliga politiska sjálvmál. Mær tykir, at bæði eru røtt. Samríkis- ella fullveldisflokkur? Hví man tað vera, at javnað­arfólk beinanvegin reagera? Jú, tað er so upplagt. Í fyrstu røðu síni sum floksformaður stað­festi Aksel V. Johanne­sen nevni­ liga, at Javnað­arflokk­urin er ein samríkis­flokkur. Formaðurin segði við øðrum orðum, at Javnaðar­ flokkurin tekur undir við, at Føroyar eru partur av Ríkisfelagsskapinum. Hetta útloysti miklan róm á floksfundi í Javnaðar­ flokkinum, ið varð sendur beinleiðis út á internetið alheimin at síggja og hoyra. Men so er tað, at Aksel nú setur ein fullveldis­mann til at vera fremsta val­evni floksins til fólkatings­ valið?! Øll síggja, at hetta hongur ikki saman. Trúvirðið hjá Javnaðar­ flokkinum er veruliga í vanda, og stórt spurnartekin kann setast við, um Javn­ að­­ar­­flokk­urin er sam­ ríkisflokkur. Bert tríggir mánaðir síðani Ongin ivi er um, at Sjúrður Skaale er ein dugnaligur og vitugur politikari. Tað er ikki har, at ketan leypur av. Men tað skerst ikki burt­ ur, at tað eru bert gingn­ir smáir tríggir mánaðir, síðani Sjúrður Skaale var limur í Tjóð­­veldi, hvørs evsta mál er at loysa Føroy­ar úr Ríkisfelags­skapinum. Væl at merkja tí sama Ríkis­felagsskapi, sum for­ mað­urin í Javnaðar­flokki­ num alment sigur seg taka undir við. Hvussu hongur hetta saman? Tók frástøðu frá felagsskapinum Tað skerst heldur ikki burtur, at Sjúrður Skaale var ein av motorunum aftan fyri fullveldislandsstýrið, sum hevur gjørt óbótaligan skaða á Ríkisfelagsskapin, ið Javn­aðarflokkurin sigur seg taka undir við. Hvar er trúvirði í tí? Heldur ikki skerst burtur, at Sjúrður Skaale sum eykamaður á Christians­ borg hevur staðið á røðara­ pallinum í Fólka­tingi­num og tikið frástøðu frá Ríkis­ felags­skapi­num, sum Aksel V. Johanne­sen vegna flokk sín heldur vera røttu skipanina fyri Føroyar. Hvørjum teirra skal man trúgva? Sigur flokkin vera sjálvstýrissinnaðan Sjúrður Skaale hevur alt sítt politiska lív verið í skarp­ ari andstøðu til donsku stjórnina. Men nú sigur hann seg vera einasta garant fyri góðum samstarvi við eina komandi stjórn. Skulu vit veruliga trúgva tí? Og hvat var tað fyrsta, ið Sjúrður Skaale tosaði um, nú hann er vorðin javnaðarmaður? Jú hann staðfesti í Útvarpi­num hjá Kring­varpi­ num, at Javnaðar­flokk­urin er ein ”sjávstýrissinnaður” flokkur. Javel. Hvør hevur nú rætt? Sjúrður Skaale ella Aksel V. Johannesen? Er Javn­ að­ar­flokkurin ein sjálv­ stýris­­flokk­ur ella ein sam­ ríkisflokkur? Onki trúvirði Ella fyri at lýsa hesa full­ komnu og fløkjuna á ein annan hátt: Fu l l v e l d i s m a ð u r i n Sjúrður Skaale, sum nú er javn­­­aðar­maður, sigur, at Javnaðarflokkin, ið er sam­­ríkis­­flokkur, er sjálv­ stýris­­sinn­aður. Og Aksel V. Johannesen, sum er javn­ aðar­maður, hevur sett full­ veldis­­mannin, Sjúrð Skaale, ið nú sigur seg vera javnað­ ar­­mann, sum odda­valevni í einum flokki, ið er samríkis­ flokkur. Hetta er sum tikið úr einum skemtileiki hjá Pipar & Salt. Eg veit ikki hvussu tað er við tykkum, sum lesa hesa grein, men eg havi sera trupult við at trúgva Aksel V. Johannesen, Sjúrði Skaale og Javnaðarflokkinum. Og eg taki undir við teimum, sum eru farin at ivast stórliga í, um Javnaðar­ flokk­urin veruliga er ein samríkisflokkur. Hetta er ikki bert eitt politiskt sjálvmál. Hetta er eisini ótrúverd­ ugt út um alt mark. Hvør hevur rætt: Sjúrður ella Aksel? Álvarsligt spurnartekin kann setast við, um Javnað­ arflokkinum er ein samríkisflokkur, nú ein fullveldis­ maður er vorðin oddavalevni floksins til fólkatingsvalið Levi Mørk Eitt av mínum hjartamálum í býráðnum í Havn, er at betra um KT- tænastur til borgaran, við at seta sokallað WIFI- hot­ spottir upp í høvuðs­staðnum, tað gongur framá við tí ætlanini og eitt nú er komi frítt tráðleyst inter­net býar­ bókasavninum, í ungdóms­ húsi­num Klubb 188 í Hoyvík og onkra aðrastaðni. Somuleiðis kemur WIFI - hotsspot í bussleiðina í næst­ um. Har ungdómar, vitjandi, ferðandi og onnur gleðast um hesa tænastu Um onkur skuldi ivast, so verður hetta eisini eitt av mínum hjartamálum til komandi løgtingsval, um eg framvegis eri á listanum. Har endamálið í fyrsta umfarið er, at fáa tráðleyst internet til allar almennir bygningar hjá landinum og har tað er átrokandi. Her hugsi eg um; skúlar, studentaskúlar, strand­fara­ skipini, sjúkrahúsini og bygda­ leiðir hjá landinum. Eitt nú er henda skipan ymsa staðir sum nú er, á læraraskúlanum og á Landssjúkrahúsinum, og tað er frálíkt. Men, enn er langur vegur á mál. Vit skulu eisini endur­ skoða lógirnar hesum viðvíkj­ andi, soleiðis at internet tænastan verður meira frí til frama fyri allar føroyingar, vitjandi, ferðandi og onnur. Eisini skal takast hædd fyri í lógunum, hvat er ein tænasta og ikki, við atliti tað almenna og tað privata. Málið hjá mær, er at allar Føroyar vera ein hotspottur. Her kundi td. Føroya Tele ella onkur annar umsiti hesa tænastu. Somuleiðis skulu allir føroyingar fáa frítt inter­ net samband og breiðband. Hetta hevur Stórabretland júst samtykt fyri sínar borg­ arar. Finnland hevur hesa skipan. Um allar Føroyar bleiv ein fríur hotspottur, er einki at ivast í, at tað hevði verið eitt gott íkast til tað føroyska samfelagið. Um vit vilja vísa áræði og hugsa um nýggjar vinnu­ møguleikar, so er tráðleyst internet um alt landið ein góð íløga til okkum øll. Eg ivist heldur ikki í, um vit vilja og tora frá politiskari síðu, fer tráðleyst internet til allar Føroyar, at geva okkum føroyingum stórar inntøkur langt inn i framtíðina. Eg havi tí eina áheitan til Strandfaraskip Land­sins, um at fáa hesa eina hot­spot skipan til øll strand­fara­ skipini og til bygdaleiðir. - men fyrst til bygdaleiðir og strandfaraskipini Frítt WIFI Hot spots til allar Føroyar Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - 322355 - 222355 - 227464 Tekna teg sum tíðindahaldara og vinn Sum tíðindahaldari hjá Synergi fært tú teldupost við kunning um okkara tiltøk. Sum nakað nýtt hevur tú harafturat hvønn mánaða møguleika at vinna góðar vinningar. So um tú ikki longu ert tíðindahaldari, kanst tú melda teg beinanveg á www.synergi.fo. Fyrsti vinnarin er longu funnin, síggj hvør tað er á heimasíðu okkara. Juli 4 rættir fyri 2 á KOKS! August Stelton kanna September 4 rættir fyri 2 á Hafnia