Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98 14 Sosialurin Kjak Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin At bæði Sambandið og Tjóðveldið royna at sáa iva um trúvirði Javnaðar­ floksins og Sjúrð Skaale er sjálvsagt. Tað er ein meira enn 100 ára staðfest sann­ roynd, at Tjóðveldið og Sam­­bandið liva av hvørj­ um øðr­um. Fær Tjóð­ veld­ið av onkrari orsøk – t. d. fíggj­ar­­kreppu ella ábyrgd­­ar­­­leysum bú­skap­ ar­­­politikki – vind í segl­­ini, ja so veksur Sam­­bandið. Og fær Sam­bandið vaks­ andi undirtøku, so veksur Tjóð­­veldið eisini, vís­ andi til undir­brotlig­heit føroyinga og trælyndi. Og soleiðis hava hesir báðir flokkar í áravís tryggj­­að, at teir yvirliva og vaksa sum politiskir flokk­­ar, men fyrst og fremst sum flokk­ar, tí tey polit­­­isku pro­jektini – loys­­ing og/ella sam­band - koma at kalla ongan veg. Tjóðskaparlig semja er vegurin fram At ein av fyrrverandi limum Tjóðveldis eisini hevur sæð hesa megin­ reglu – og er farin at ress­ ast við, er sjálvandi ein trupul­­leiki fyri Sam­band­ ið og Tjoðveldið, tí tað er hugs­andi, at fleiri og fleiri fara at taka undir við, at vegurin fram ikki er at menna front­arnar í føroyskum poli­tikki, men at vegurin fram sjálv­andi liggur millum hesar báðar vengur. Tey flestu halda, at tað er rætt at standa á egnum beinum, at klára seg sjálvan – og serstak­liga at vera fíggjarliga sjálv­ ber­andi. Tí eigur tað sjálv­ andi at vera megin­reglan handan allar politisk­ar av­gerð­ir – at tær skulu gera okkum betri før fyri at menna Føroyar fíggjar­ liga, og at tær skulu gera okk­­um minni heft av væl­­vild og gávu­mildni frá øðrum. Somu­leiðis má megin­reglan vera, at menna ta demo­krat­isku og fólka­­ræðis­ligu skipan­ ina í Føroyum – eins og samhaldsfesti. Eg havi sjálv fyri lang­ ari tíð síðani ásann­að, at bert við einum stórum meiri­luta í ryggi­num í eitt nú stjórn­ar­skip­an­ar­ lig­um spurn­ing­­um, ber til at fremja politikk á sjálv­ stýris­leið í Føroyum. Javnaðarflokkurin - ein sosialdemo­ kratiskur flokkur Tað merkir sjálvandi ikki at øll skulu vera samd um, hvussu sosia­l­­politikkur, vinnu­ politikk­ur og um­for­deil­ ing­in yvir­høvur av sam­ felagsligu ágóðunum skal skip­ast. Júst tí hava vit politiskar flokkar við ymsum hugsjónum. Sjálv eri eg sannførd um, at tað einans er javn­ aðarpolitikkur ella sosial­demokratiskur poli­tikk­ur, ið borgar fyri, at vit eisini í framtíðini megna at menna eina rætt­vísa vælferðar­ skipan, har tað eru tær breið­astu herð­­arnar ið bera tyngstu byrðar­ar­ nar, men har byrð­ar­nar kort­ini ikki eru tyngri enn, at tað fram­­­vegis er eggj­andi og áhuga­vert at vera íverk­­setari og at teljast millum teirra, ið skapa virðini. Altso at politikk­urin miðar eftir at styrkja sam­halds­­ megina í fólkinum. Tað er sosial­demo­krat­ iska projektið hjá Javnað­ ar­­flokki­num, sum vit nú tíbetur eru fleiri um at fremja í verki. Karaktermorð, sjálvmorð - ella bert skilagóð støðutakan!  Hetta er ikki sørt køvandi og óvisionert, tí enda­málið hjá einum ungdóms­felags­skapi eigur ikki at vera, hvussu vit fáa best burtur úr ALS, men heldur, hvussu gagnnýta vit útbúgv­ing­ina soleiðis, at vit sum samfelag fáa mest burtur úr vitanini. Royndir Óvisionera ætlanin er har­ umframt í andsøgn við eitt annað stig í yvirlýsingini, tí at MFS sigur, at "tað skal gerast lokkandi fyri lesandi, uttanfyri Føroyar, at koma aftur til Føroyar". Tað velst sjálvandi um hugburð og hugmóð, men eg haldi ikki, at tað er serliga sexy ella lokkandi at fara beint upp í ALS, tá ið man er liðugur við loknan lestur. Tá haldi eg heldur, at MFS átti at eggja ungum til at fáa sær dýrabarar royndir í landinum, sum tey nú einaferð búgva í. So kunnu tey liggja fram við og bíða eftir rætta starvinum. MFS Tað er eingin loyna, at Megin­ felag Føroyskra Studenta (MFS) hevur stóran týdning fyri lesandi. Tey eru røsk, eldhugað, og so royna tey at betra um lestrarumstøðurnar bæði í Føroyum og aðrastaðni. Hetta prógva tey eisini við tiltakinum "Vitan", ið verður í Norðurlandahúsinum 27. august. Tískil er tað óneyðugt, at ungu fólkini í MFS eggja nýútbúnum lesandi at fara upp í ALS, ístaðin fyri at eggja teimum at fáa neyðugu royndirnar, so at tey eru klár til arbeiðsmarknaðin. Tað, sum Meginfelag Føroy­skra Studenta er í holt við at gera, er at køva um arbeiðshugin hjá komandi ættlarliðnum. Hanus Samró Formaður í HUXA og valevni hjá fólkaflokkinum MFS køvir arbeiðshugin Í grein herfyri setir Gunvá við Keldu spurning við, um makrelurin nú veruliga er ein sólskinssøga. Hon ivast stórliga av fleiri orsøkum. Ein orsøk er, at útlendskur kapitalur hevur verið inni í myndini, tá ið kvotur eru seldar. Ein onnur, at føroyska vinnan ikki er sloppin nóg væl við, tí hon ikki hevur megnað at kappast við útlendska kapitalin, og ein triðja orsøk er, at ov lítið avleitt virksemi hevur verið á landi og av hesi orsøk, er ov lítið komið inn í kommunukassarnar. Minni er stutt Tað tykist, sum um øll hava gloymt, hvussu var við makrel­veiðuni í fjør. Tá fór so gott sum allur makrel­ urin av landinum og skapti ikki nevnivert meirvirði og arbeiðspláss í Føroy­um. Eisini í fjør, tá ið Fólka­flokk­ urin sat við ræði, loyvdu teir móttøkuskipi við fremm­ andari lágløntari manning. Tá vóru ongi krøv sett til, at føroysk arbeiðsmegi við føroyskari løn skuldi við móttøkuskipunum. Útlendskur kapitalur og manglandi kappingarføri Uppboðssølan hevur enn einaferð avdúkað, at strá­ mannavirksemi er í Føroyum. Vit mugu fyrihalda okkum til, um vit ynskja útlendskan kapital í føroyska fiskivinnu ella ikki. Ynskja vit ikki tað, sum tað tykist, at Gunvá meinar, so skal hon minnast til, at hetta eisini fer at raka fleiri føroysk skip og virki á landi. Annars undrar tað stórliga, at tann liberali Fólkaflokkurin ikki ynskir, at marknaðarkreftirnar skulu virka í Føroyum. Ov lítið avleitt virksemi á landi Kvotan, ið vit ásettu okkum á 150.000 tons, var so høg, at skuldi so nógv sum gjørligt fara til matna, so megnaðu vit ikki sjálvi at innfrysta hesa nøgd, hvørki á landi ella umborð á teimum skipum, ið fiskaðu makrelin. Tí var neyðugt at fáa móðurskip inn, ið kundu taka ímóti. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat úrtøku høvdu fiskimenn fingið, um alt var lagt upp á land í Føroyum. Tá hevði tað hent, at ein stórur partur fór til guano til ein lægri prís. Hvat úrtøku høvdu skipini og teirra manningar fingið, um bert eitt virki, uttan nakra kapping, tók ímóti makrelinum. Makrelurin ein sólskinssøga fyri alt Føroya land Politiskt eiga vit at hava tann málsetning fyri okkara fiskivinnu, at alt okkara tilfeingi verður virkað, so at sum mest fæst burturúr, bæði tá ið tað kemur til virðir og arbeiðspláss. Júst henda málsetning settu vit okkum við makrelinum. Samanbera vit, við makrel­ fiski­skapin í fjør, so er makrel­ urin í ár ein sólskin­søga bæði fyri land og fólk. Meira enn 300 fiskimenn og 31 føroysk skip hava fiskað makrel. Hesir hava fingið góða úrtøku, ið fer at síggjast aftur, eisini í kommunukassunum. Nógv arbeiðið hevur verið á Kollafjørð Pelagic. Vit hava skapt eitt útflutningsvirði á 1,2 mia. Landið hevur fingið eina inntøku á 80 mió við at selja tey rættindi, ið áður vóru ókeypis. Samanumtikið, so hava bæði sjómenn, arbeiðs­fólk, land og vinna fingið munandi meira burtur­ úr makrelinum í ár. Kann altíð gerast betur Vit eiga allatíðina at leggja okkum eftir at skipa viður­ skiftini betur ár undan ár. Tí hevur landsstýrið samtykt, at makrelveiðan í ár skal eftirmetast fyri at kunnu læra av royndunum í ár og útfrá teimum skapa enn betur karmar komandi ár. Eyðgunn Samuelsen Gunvá við Keldu og makrelurin Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), ið hevur til endamáls at arbeiða fyri umstøð­­unum hjá føroyskum lesandi kring heimin, mælir í nýggju yvir­lýsing­ ini til, "at les­andi, sum ikki fáa starv eftir loknan lesnað, fáa pening úr ALS"