fríggjadagur 26. august 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98
Sosialurin
MFS Ráðið
Vit í Javna gleðast um,
at landsstýriskvinnan í
almannamálum hevur
boðað frá, at 32 bústaðir,
ætlaðir fólki við menn
ingartarni, skulu byggj
ast og standa klárir í
2013.
Javni vil gera sítt
til, at byggingin verður
væleydnað. Tí byggingin
skal helst føra til búst
aðir, sum øll kunnu vera
nøgd við, eisini um 50
ár. Tí meta vit, at tað er
av alstórum týdningi, at
brúkarin og harvið Javni
beinanvegin verða tikin
við upp á ráð.
Samstundis,
sum
at bygt verður nýtt,
eiga vit at hava í huga,
at fólk við menningar
tarni hava serligan tørv,
soleiðis, at tey í størri
ella minni mun tørva
tænastu inn í heimið.
Men hvussu ynskja tey
at fáa hesa tænastuna
og frá hvørjum?
Til at fáa boð uppá
hvussu
áðurnevndu
spurningar kunna svar
ast verður skipað fyri
ráðstevnuni.
Innihaldið
fer
at
snúgva seg um 1) hvussu
vit
byggja
bústaðir,
soleiðis at karmarnir
fyri trivnaði og menning
hjá
húsfólkinum
eru
teir bestu. Og 2) hvussu
skipa vit tænastuna í
heiminum við atliti at
trivnaði
og
menning
hjá
húsfólkinum
og
soleiðis, at lívsgóðskan
er í hásæti?
Vit eru í ferð við at
leggja eina sera spenn
andi skrá við dugna
ligum fólki her av landi
umframt góðum kreft
um úr okkara granna
londum. Nevnast kunnu
Jan Tøssebro, professari
í sosiologi úr Noregi og
Fríðrik Sigurðson, aðal
skrivari úr Throskahjálp
úr Íslandi.
Ráðstevnan er ætlað
fólki við menningartarni,
avvarðandi, leiðslu og
starvsfólki, politikarum,
byggiharrum, arkitekt
um, verkfrøðingum og
annars øllum við áhuga.
Tilmelding
kann
gerast við at gjalda 250
kr. á konto 6460 153.962.2
– viðmerkið navn á
luttakara og “luttøku
gjald til ráðstevnu”.
Møtið fjølment
Sigrun Wardum
forkvinna. Vegna Javna
»Mítt heim
– bústaðar
karmar og
lívsgóðska«
Ráðstevnan “MÍTT HEIM –
Bústaðarkarmar og lívsgóðska”
um bústaðarviðurskifti hjá
fólki við menningartarni
verður í Norðurlandahúsinum
26. og 27. septembur
Meginfelag Føroyskra Stu
denta er samt við formanni
HUXA, Hanus Samró, tá hann
sigur, at tað ikki er lokkandi
at vera í ALS. Tað munnu
vera fá, sum ikki eru samd við
HUXA í tí. Hinvegin er tað ein
sannroynd, at tað ikki altíð er
nóg mikið, at “liggja framvið”
fyri at finna arbeiði, ella ber
til “at fáa sær dýrabarar
royndir í landinum, sum tey
nú einaferð búgva í”, síðani
tað ikki bara er í Føroyum, at
tað er arbeiðsloysi.
Lesandi kunnu eftir lokn
an lestur, eins væl og øll onn
ur, gerast arbeiðsleys. Um
rætt skal vera rætt, so er tað
meira sannlíkt, at lesandi
eru arbeiðsleys í eitt tíðarbil,
enn fólk, ið annars eru á
arbeiðsmarknaðinum.
Tað kann ikki vera rætt
at lesandi, ið hava arbeitt við
síni útbúgving í fleiri ár, og
vanliga ikki hava møguleika
til at savna pening saman,
ikki kunnu fáa ALS í Føroy
um. Tað er hvørki “sexy ella
lokkandi”, at verða noyddur
til at liva av foreldrum sínum.
Tað er heldur ikki serliga
visionert av Føroyum, at lata
ein bólk av føroyingum liva
av donskum dagpengum,
eftir at hava livað av donsk
um SU í fleiri ár.
At MFS vil at lesandi skulu
hava møguleikan at fáa ALS,
er ikki tað sama, sum at vit
viðmæla fólki ALS sum eina
lívsleið. Tað merkir bara at
MFS metir tað vera rætt,
at fólk við eini útbúgving,
kunnu búgva í Føroyum, tó
at tey einki starv hava alt
fyri eitt.
Sum visjón er tað gott,
at hugsa sum so, at lesandi
ongantíð eiga at hava brúk
fyri ALS gjaldi. Veruleikin er
tó ein annar. Øll hava brúk
fyri mati. Øll hava brúk fyri
onkrum staði at búgva. Øll
kunnu enda í teirri støðu,
at tey ikki finna eitt arbeiði
alt fyri eitt. Hví tað skal gera
Føroyar minni lokkandi fyri
lesandi, at tey sleppa undan
at bidda frá familju og vinum,
meðan tey leita eftir starvi,
duga vit í MFS ikki reiðiliga
at skilja.
Veruleiki ella visjón
Hetta kunnu vit staðfesta,
eftir at undirritaða í farnu
viku
setti
landsstýris
kvinnuni við mentamálum
ein munnligan fyrispurning
um, hví Føroyar ikki er partur
av Bologneavtaluni, sum er
tann mest týðandi avtalan
innan hægri lestur í Evropa.
Ì 2005 setti eg somuleiðis
tásitandi landsstyrismanni
við skúlamálum ein skriv
ligan fyrispurning, um nær
Føroyar væntandi kunnu
verða partur av avtaluni,
og svarið var tá, at tíðin var
búgvin til at taka upp samráð
ingar við donsku stjórnina um
at lata Bologneyvirlýsingina
formliga galda fyri Føroyar.
Hetta eru 6 ár síðan, og tað
er framvegis onki hent. Eftir
situr man við eini kenslu av,
at tað er “deiliga bekvemt”
at kaga eftir, hvat hini gera,
og síðani royna at gera sítt
besta, og so tekur tað ta
tíð, tað tekur. Hetta er so
amatørkent, at eg havi ikki
orð fyri tí.
Vit verða sjálvsagt noydd
at
vísa
øðrum
tjóðum,
at vit eru ájavnt teirra
støði og binda okkum til
altjóða treytir og skyldur
á útbúgvingarøkinum. Ser
liga er tað umráðandi, tí
hetta kann fáa álvarsligar av
leiðingar fyri okkara lesandi,
sum kanska kundu hugsa sær
at lisið aðra staðni í Evropa
og fingið síni fak góðskrivaði,
sum tey eitt nú hava tikið á
Fróðskaparsetrinum, og um
vit skulu eggja útlendskum
lesandi higar at lesa.
Hvat er Bologne
avtalan
I Sorbonne 1998 bleiv avtala
gjørd millum ráðharrar í
skúlamálum úr Fraklandi,
Onglandi, Týsklandi og Italiu
um eitt felags stev innan
hægri útbúgvingar í Evropa.
Eitt ár seinni verður avtala
undirskrivað í Bologne. Hetta
samstarvið
hevur
síðan
fingið heitið Bologne avtalan,
sum er tann týdningarmesta
avtalan innan hægri lestur
í
Evropa.
Endmálið
við
Bologne yvirlýsingini er at
menna Evropa sum eitt felags
útbúgvingarøkið, har lærarar
og lesandi frítt kunnu ferðast
ímillum lærustovnar.
Grundarlagið
í
hesari
avtaluni er millum annað:
Ein harmonisering av
útbúgvingunum
•
Eitt felags bachelor og
master støði
Ein felags pointskipan
(ECTS-skipanin)
Gera tað lættari fyri
næmingar og lærarar
at lesa og undirvísa á
øðrum hægri stovnum
í Evropa (lestrar- og
starvsmobilitetur)
Útbúgvingarnar skulu
vera lættari at saman
líkna
Fremja evropæiskt
samstarv innan dygdar
mennig
Staðfesta ábyrgdina hjá
viðkomandi stovnum
Eftirmeting av út
búgvingarstovnum
- bæði innanhýsis og
uttanhýsis
Samstarv um felags
mannagond innan
útbúgvingarskipanir
I dag eru heili 47 evropæisk
lond við í avtaluni, og tí kann
tað tykjast løgið, at Føroyar
ikki eru at síggja á listanum
yvir hesi lond, meðan fleiri
smátjóðir sum eitt nú Luxem
bourg og Liechtenstein, eins
og Norra og Ísland, hava
inngingið samstarv.
Tað er av stórum týdningi,
•
•
•
•
•
•
•
•
at aðrir hægri lærustovnar í
Evropa kenna til føroysku
útbúgvingarnar soleiðis, at
føroysk lesandi frítt kunnu
flyta
frá
einum
hægri
stovni til annan í Evropa
uttan at missa tey fak, tey
longu hava tikið - á eitt nú
Fróðskaparsetrinum. Hetta
gevur ein størri fleksibilitet
og
mobilitet
bæði
hjá
næmingum og stovnum.
Uppskot til samtyktar
Eftir sum tað ikki røkist
fyri nakrari loysn eftir so
nógv ár, má tað sigast, at
landsstýrið ikki røkir sínar
altjóða skyldur og uppgávur
á útbúgvingarøkinum. Tí
fer undirritaða at leggja eitt
uppskot til samtyktar, sum
fer at áleggja landsstýris
kvinnuni við mentamálum
at taka upp samráðingar
við donsku stjórnina um at
fáa Føroyar við í Bologne
avtaluna, soleiðis at lesandi
úr føroyum og tær føroysku
hægri
útbúgvingarnar
fáa altjóða góðkenning og
viðurkenning.
Landsstýrið røkir ikki sínar altjóða
skyldur á útbúgvingarøkinum
Annika Olsen
Løgtingskvinna