fríggjadagur 26. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98
16
Sosialurin
Nøvn
Í
dag fyllir kendi útróðrarmaðurin,
Jákup A. Joensen á Eiði 80 ár. Millum
føroyskar útróðrarmenn og onnur, ið hava
havt við fiskivinnu at gjørt seinastu góðu
triðingsøldina, vanliga nevndur Jákup á
Norðsøka.
Jákup hjá Elly, sum hann á Eiði vanliga
varð nevndur, varð føddur líradagin 1931.
Foreldrini vóru Elly og Edvard Joensen,
sum bæði vóru ættað av Eiði og búsett har.
Jákup var nummar fýra í systkinaflokki,
sum gjørdist til sjey. Tríggjar systrar
vóru eldri, og tríggir brøður komu seinni.
Yngsta systirin er farin, men hini systkini
eru enn øll á lívi.
Uppvøksturin var sum hjá smádreingj
um á bygd í teirri tíðini. Pápin fiskaði
um summarið og var heima um veturin.
Mamman passaði hús og heim. Børn og
kríatúr. Til børnini vóru so mikið fram
komin, at tey kundu gera lít í arbeiði.
Hesin mentaliteturinvar jú heilt vanlig
ur á bygd hesa tíðina millum kríggini.
So gingu barnaárini, og skúlagongdin
var tann kravda. Seinni heimsbardagi end
aði, og á 15. árið varð mynstrað umborð á
Auzterlitz í Heygsstøð á Strondum í 1946.
Tilvildin gjørdi, at hann hálva øld seinni
fór í land av sínum seinasta túri júst á
sama staði. Í Heygsstøð. Tá var Norðsøki
seldur Selatraðsmonnum.
At gott varð lagt í beinið frá byrjan, er
mangan komið aftur í ljós, tá tosað hevur
verið um sjólív, fiskiskap og skilafólk í
síni heild. Pápin, Edvard í Skorini, var
bestimaður við Auzterlitz og tiltikna
skiparanum Bartali í Kass. Og frá hesum
byrjunartíðarskeiði á sjónum verður enn
við virðing tikið til hendingar og lærdóm,
ið vóru unglinginum fyri og fylgdu honum
gjøgnum lívið.
Tað gekk sum hjá so mongum, at farið
varð eisini við øðrum skipum, til gjørt
varð av at fara á skiparaskúla. Tá í tíðini
varð talað um setukipara og seinni at taka
longdina. Og eftir sum gamlir floksfelagar
vita at siga frá, hevur ligið rímiliga væl
fyri, og rættiliga ungur fekk hann skip at
føra. Tað var vágsskipið Trúgvi, sum varð
mannað at fara til Íslands.
Her var ungt fólk. Skipari og besti
maður onkrastaðni miðskeiðis í tjúgunum,
og kokkurin eini 16-17 ára gamal. Grannin,
ið var faðir at javnaldrum og vinmonnum
Jákups, hevði – ivaleyst í spølni - sagt, at...
“tá tú fært skip at føra, komi eg við.”
Soleiðis kom ein tilkomin maður í
hendan unglingaflokkin, og ikki var tí
løgið, at eldri íslendingur, sum kom um
borð, spurdi, um hann átti allar hesar
strákarnar á skútuni.
Kalda kríggið gjørdi, at Jákup gjørdist
heimamaður í nøkur ár, tá hann fór at
arbeiða sum vaktarmaður á Loranstøðini
á Eiði. Men tøknin gjørdi so við og við
hesar vaktarmenninar óneyðugar, og í 1970
fór Jákup at rógva út sum bátsformaður
á 60 tonsaranum Njørði á Eiði. Her varð
so at siga støðið lagt undir lívsverki hans
ara, sum byrjaði, tá hann saman við øðr
um í 1972 keypti 60 tonsaran Eystfelli úr
Nólsoy. Hesin báturin, ið gjørdist kendur
undir nýggja navninum Norðsøki.
Hetta vóru ár við nógvum fiski. Stór
rúgva og lítil prísur. Altíð varð tosað um
prís, studning og lítla úrtøku. Nógvir vildu
fiska skjótt, men Jákup ávaraði ímóti at
troyta stovnarnar harðari, enn teir toldu.
-Far varliga við tí tilfeingi, tú hevur.
Gagnnýt tað til fulnar, men drív ikki
rovdrift á tað, náttúran gevur tær. So fært
tú mest burturúr, var filosofi hansara.
Tíðir broytast, og summi duga betri
at fáa burtur úr broytingum, enn onnur.
Stuðulsskipanir, Ráðfiskagrunnur, Kassa
sáttmálar og friðingar koma og fara,
eins og fiskur ferðast út og inn av land
grunninum. Bankar fara á heysin, og Land
grunnurin stendur skralltómur eftir.
Soleiðis stóðu í kreppuárinum 1993
nakrir mans, har Jákup var ein teirra, í
Tinganesi og bóðu um loyvi at sleppa
at royna nýggjar, alternativar leiðir við
hesum smáu útróðrarbátunum, sum
annars høvdu farið sama veg sum bankar
nir. Og í landsstýrinum vóru skilafólk,
sum skiltu ta áheitan um hjálp, hesir
menninir sendu.
Á sumri 1993 fóru nakrir smáir
føroyskir snellubátar á saltfiskaveiðu í
Barentshavinum. Ein teirra var Norðsøki
við Jákupi sum skipara. Hetta stigið var
beinleiðis bjargingin bæði hetta árið og
árið eftir, tá eisini varð farið á langferð
við hesum lítla farinum.
Náttúruviðurskiftini rættaðust upp
aftur, men heilsan fór at ganga undan, so
hvørt sum pensiónsaldurin nærkaðist,
og gjørt varð av at selja Norðsøka. Tó
varð hann ikki heilt sleptur av hondum
kortini, tí onkran túr varð farið til Íslands
við snellu saman við nýggju eigarunum.
Eisini var Jákup fastur fúsur í egningar
skúrinum fleiri vetrar eftir hetta.
Ikki einans sum flótandi útróðrar
maður hevur Jákup sett spor eftir seg.
Eisini sum fakfelagsmaður er hann
kendur sum greiður og støðufastur verji
útróðrarmansins sum nevndarlimur í
Meginfelag Útróðrarmanna í eitt drúgt
áramál. Tey heilt nógvu sum næstfor
maður í felagnum. Skoðsmálið, hann fekk
frá starvsfeløgunum, kann best lýsast við
orðunum hjá einum fráfarandi formanni
og samstarvsfelaga, sum segði hann vera
ein mann,...... “sum altíð var har, tá brúk
var fyri honum. Altíð til reiðar at taka tey
tøk, ið kravdust, og ongantíð trokaði seg
framat eftir valdi”.
Jákup giftist 19. november 1955 Marnu
Nolsøe av Tvøroyri, og settu tey búgv
Uppi á Brekku á Eiði. Her vuksu tey fýra
børnini, Edvard, Óluva, Karin og Anna,
upp, og her eru tey komin aftur við øllum
sínum. Í dag eru ommu- og abbabørnini
hjá teimum báðum 13, og langommu – og
–abbabørnini trý í tali.
Tað hevur altíð verið nógvur aktivi
tetur, har tey bæði, Jákup og Marna hava
verið. Nógv fólk er komið og farið um
gátt teirra, og nógvum hava tey um árini
luttikið í. Viðhvørt hevur tókst, at tíðin
hevur verið ov stutt til at røkka øllum, ið
náast skuldi. Tá ein kennir so nógv fólk,
sum tey gera, er nógv, sum skal passast.
Føðingardagar og aðrir merkisdagar skulu
minnast. Stokkið verður inn á gólvið hjá
vinfólki her og har, ella bara eitt prát, tá
fólk hittast á ferð. Tí ferðast hava tey
dúgliga. Serliga nú, síðan tíðin loyvdi tí
sum pensionistar.
Jákup sat í fleiri ár í kirkjuráðnum á
Eiði. Eitt álit, hann gekk høgt uppí, og enn
fer hann onkran túr eystur í kirkjuna at
greiða vitjandi frá hesum áhugaverda
bygningi. Hann er framvegis aktivur
í dansifelagnum á Látrinum, og hóast
tað kanska verða nakrir færri bardagar
saman við Tíðriki gamla, Olgari danska
og Karlamagnusi, sum árini leggjast til,
tykist ikki vera nakað, sum bendir á, at
har verður friður kortini.
Seinnu árini hevur eitt nýtt ítriv stung
ið seg upp. Tað er eitt ávíst fótbóltsfelag
í grannalagnum, nevniliga EB-Streymur,
sum hann rættiliga hevur kastað tann
stóra kærleikan á. Ikki tí. Sum fyrrverandi
nevndarlimur í Eiðis Bóltfelag, kundi
tað hugsast, at so gjørdist, men at hann
- mestsum á ellisárum - skuldi gerast so
íðin fótbóltsfjeppari, høvdu fleiri helst
ikki væntað.
Okkurt høgg kennist viðhvørt á føti,
treyðugt so, tá ein hevur nátt kempualdri.
Tann, sum er tann sami sum 80 ára gamal,
sum hann var, tá hann var 30, hevur
ongantíð verið nakað.
Regluliga hevur verið vitjað í eldra
tilhaldinum Eiðisstovu seinnu árini, og
vónandi og væntandi fara løturnar har
ikki at fækkast í komandi tíðum.
Nú farið verður um 80 ára hornið,
verður ynskt hjartaliga tillukku við einum
ørindi úr yrking um lívsyrki Jákups á
útróðri, sum vanliga verður sungin í
Eiðisstovu. Liðugt er at draga, og við
góðari veiðu verður kósin aftur sett móti
landi. Hesin túrurin eydnaðist væl, og ikki
so lítið kom burturúr.
Liðin er nú økt av degi,
Jákup fróur er og fegin,
liðugt nú at draga er.
Væl er veitt, og góður hýrur,
fongur er á dekki dýrur.
Skjótt tað móti landi ber.
Hjartaliga tillukku við áttati ára
føðingardegnum.
Edvard
TØKK
Jákup á Norðsøka 80 ár
TØKK