fríggjadagur 26. august 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98
Sosialurin
he
n
d
u
r
ið
sl
e
p
t
u
H
er kann skoytast uppí
umrøðuna
av
Vága
Heina í seinasta parti, at
hann var næstelsta barn hjá
Marini Heinedatter (1826-1911)
og Johan Djonesen (1822-1882)
í Sandavági. Johan var góður
timburmaður og útróðrar
maður.
Hann
var
eisini
fyrsti klokkari, tey vita um í
bygdini.
Sonur
Heina,
Karl
Frederik Johansen, giftist
við Siggu Elisabeth f. Olsen,
sum var fødd í Miðvági. Hon
fór ung til Havnar at tæna
hjá Lützenfólkunum og hitti
Karl. Tey giftust í Havnar
Kirkju 9. november 1904.
Fyrst sjómaður
Karl var upprunaliga sjó
maður, og hann tók skipara
prógv hjá Jens í Dali í 1903.
Myndin, hann hevur teknað
av “Slatrinum”, bendir á, at
hann kann hava verið við
hesum skipi.
Í skattalistanum sæst,
at Karl hevur havt eina
javnt
hækkandi
inntøku
árini 1901 til 1905. Hesi árini
er skatturin 8,9,10, 12 og 14
krónur, sum var meira enn
hjá nógvum øðrum.
Karl var eina tíð stjóri í
Havnar Timburhandli.
Frá 1920 hevði Karl mat
vøru- og slaktarahandil á
horninum Tórsgøta/Steina
gøta. Hetta var beint við
hjá Demm
usi, sum hevði
skógvahandil. Beint hinu
megin gøtuna var biografurin
hjá Dia í Bø.
Ein sum minnist hendan
handil væl er Johan Norðfoss,
sum plagdi at ganga inn
hagar.
Hetta var ein av teimum
hugnaligu handlunum, har
fólk ikki bert komu inn á
keypa. Tey komu eisini inn
at fáa eitt prát. Karl var
lamin og kundi tí ikki gera so
nógv. Hann sat í einum stóli
og skipaði fyri, hvat ið skuldi
gerast hjá teimum, sum
arbeiddu í handlinum. Tann,
sum annars stýrdi handli
num, var dóttirin Elisabeth.
Hetta gav Karl stundir til
at práta við fólk, sum kom
inn á gólvið. Tað var ein
bonkur uttanfyri skivuna,
har tað bar til hjá fólki at seta
seg niður. Ein fastur gestur, í
hvussu er seinnu árini, var
Rubekk í Vágsbotni. Tað
hevur ikki verið keðiligt!
Karl var roknaður fyri
at vera eitt skilafólk, og
hann var eisini reellur. Eitt,
sum hann plagdi at gera,
var húðaskógvar og skøði.
Dánjal J. Danielsen, sum búði
í Tróndargøtu, plagdi at skera
húðirnar til.
Ein av teimum, sum Johan
minnist at arbeiða hjá Karl F.,
var Viggo Dahl Christiansen,
sum seinni fekk handil í
Tórsgøtu.
Handilin seldi eisini kjøt
vørur, og Karl hevði slakt
arí omanfyri húsini. Um
heystið vórðu keypt heil
fylgi av seyði, so tá var nóg
mikið at gera. Tá vóru einir
4-5 mans, sum flettu. Sonur
Karl, Heini, tók sær serliga
av kjøtdeildini.
Tað hevur verið sagt, at
Annette, kona kenda handils
mannin Hans Joensen, plagdi
at fara til handils hjá Karl F.
Onkur spurdi, hví hon gjørdi
tað. Tey høvdu jú stóran
handil sjálvi. Jú, svaraði
hon, tey kláraðu seg, og Karl
skuldi eisini liva!
Vanliga
var
handilin
kallaður hjá Karl hjá Vága
Heina. Men í samband við
umbygging fyrst í 1960-unum
varð avgjørt at kalla handilin
Karl F.
Karl hevði trøð uppi í
Gundadali.
Tá ið Karl doyði í 1940
passaðu systkini handilin.
Men seinni vóru tað Heini
og Sanna, ið áttu handilin.
Uppaftur seinni tók Sanna
burturav við leiðsluni, men
Heini
starvaðist
har,
til
handilin lat aftur
Í 1977, tá ið Bøkjarabrekka
og Jóannes Patursonargøta
skuldu bindast saman, vórðu
húsini hjá Karl F. niðurtikin,
og handilin fór í søguna.
Abbasonurin Steinbjørn
Slættanes eigur áhugaverd
jólakort, sum vísa, hvussu
foreldur
og
børn
sendu
jólakort sínámillum, sjálvt
um tey øll búðu í teirri tá
lítlu Havnini. Tað sæst, at
her hava verið góð og sterk
familjusambond.
Børnini hjá Siggu
og Karl vóru:
Anna Elisabeth (1905-1928),
uppkallað eftir omm
uni í
Sandavági. Hon doyði áðrenn
foreldrini. Tey liggja øll lið
um lið, og hetta merkir, at
foreldrini munnu hava ynskt
at verða jarðað undir liðini á
síni ungu dóttir.
Birgar Johannesen greiðir
frá, at Anna vaks upp í Tórs
gøtu. Eftir loknan barna
skúla fór hon í 1917 í Færøer
nes Mellem- og Realskole og
tók prógv í 1922.
Anna var eina tíð í handli
num hjá pápanum, ið stutt
framm
anundan var farin
at handla. Karl var lutvíst
lamin og setti sítt álit á elstu
dóttrina, ið hevði ætlanir um
at fara av landinum at fáa
sær handilskunnleika. Hon
fer á Brdr. Pohlmanns hand
ilsakademi í Danmark í 1924.
Men Anna fekk tuberklar.
Hon lá meginpartin av 1926 á
Skørping Sanatorium og eitt
skifti á Ríkissjúkrahúsinum.
Í 1928 kom hon heim til
Føroya illa sjúk, og hon doyði
tríggjar vikur, áðrenn hon
hevði fylt 23 ár.
Anna var hendinga dúg
lig til enska og franska
brodering. Eftir hana liggja
dúkar, ið eru sonn listaverk.
Bærint Talius Johansen
(1907-1977), vanliga kallaður
Talis,
uppkallaður
eftir
abbanum í Miðvági. Talis
giftist við Catrinu Frede
rikku f. Hansen (1902-1973)
frá
Gøtugjógv.
Foreldur
hennara vóru Birita, ættað
úr Leirvík og Hans Hansen,
bóndi. Talis arbeiddi nógv ár
í Timburhandlinum og var
kendur fyri at vera dugna
ligur útróðrarmaður. Fyrsta
barnið hjá Catrinu og Talis,
deyðføddur
drongur,
er
jarðaður hjá Siggu og Karl.
Karl var sakligur
stríðsmaður
Elsta sonin uppkallaði Talis
eftir pápa sínum. Karl hjá
Talis gjørdist kendur sum
formaður í Havnar Arbeiðs
mannafelag í 25 ár. Hansara
fremsta eyðkenni var, at
hann dugdi at tinga seg til úrs
lit uttan lemjandi verkføll.
Hann av fyrst og fremst
kendur sum slóðbrótari við
síni eftirlønarskipan, sum tá
var ein nýhugsan á hesum
øki.
Karl var eisini umstríddur
millum sínar fakfelagsfelagar.
Ofta stóð nógv á, men hann
stóð sum ein klettur í brimi,
uttan mun til hvussu nógv
tað leikaði á.
Karl varð formaður í HA
25 ár og náddi júst at fáa
gleði av síni penjsónsskipan,
tá ið hann brádliga doyði 67
ára gamal í febr. 2002.
Heini f. 1908 arbeiddi í
handlinum hjá pápanum.
Hann giftist við Sannu úr
Hvalba. Tey fingu børnini
Siggu, Margith og Karl.
Elisabeth Sidona f. 1910,
giftist við Petur Mohr Pers
son, f. 1906, av Tvøroyri.
Súsanna Sybilla f. 1915,
giftist við Jóhannes Slætta
nes (1912-1986) úr Sandavági.
Hann lat upp heilsølu í Havn
í 1943 í Niels Finsensgøtu.
Framm
anundan hevði heil
sølan verið í heimbygdini.
Hetta var ein familjufyritøka.
Pápi Jóhannes fór longu í
1908 at selja tubbak vesturi
í Vágum.
Serliga
var
Jóhannes
kendur fyri tað sterka svarta
hollendska tubbakið Flag
Shag.
Keldur:
Kári, Poulina og Steinbjørn
Slættanes
Birita Dam og Thea
Johansen
Karl F:
Keypmaður og abbi
kendan fakfelagsmann
Eitt av børnunum hjá Vága Heina var handilsmaðurin Karl F., hvørs
navn framvegis er kent, hóast hann doyði fyri 70 árum síðani
ANNA ELISABETH
JOHANSEN
F. 23.9 1905 - D. 4.9 1928
HERREN GAV HERREN
TOG HERRENS NAVN
VÆRE LOVET
SIGGA ANNA ELISABETH
JOHANSEN
F. 11.8 1878 - D. 16.12 1931
SANDELIG, SANDELIG,
SIGER JEG EDER: DEN
SOM TROR PAA MIG
HAR ET EVIGT LIV
JOHS 6.47
HER HVÍLIR EISINI
LÍTLI BEIGGI
KARL FREDERIK
JOHANSEN
F. 17.4. 1882 - D. 7.7 1940
KOMMER TIL MIG ALLE
SOM LIDER MØJE OG
ERE BESVÆREDE OG JEG
VIL GIVE EDER HVILE
Sigga og Karl F. Johansen
Elisabeth, t.v. saman
við systrini Sanna
Tað var stílur yvir Carl. Her er hansara visitkort
“Venlig Hilsen fra Carl til Sigga.” Skipið er
Slater. So romantiskur var Karl!
Anna, sum er jarðað saman
við foreldrunum, saman
við beiggjanum Talis
Í komandi parti
verður Hans Mohr,
kendur skipari í
Hoyvík, umrøddur