Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98 18 Sosialurin Ítróttur Lukasz ella Finnur? fótbóltur – upptakt Tróndur Arge Talan er um ársins dyst higartil í ár, tá Víkingur og B36 bresta saman í kvøld í Sarpugerði í Gøtu. B36 liggur fremst við 43 stig­ um, meðan Víkingur hevur eitt stig færri á øðrum plássi. Dyst­ urin avgerð ikki beinleiðis hvar Føroya­meistaraheitið 2011 endar, men úrslitið kemur at geva eina greiða ábending. Víkingur ikki ráð at tapa Hetta er seinasti dysturin millum feløgini í hesum kappingar­ár­ inum. Tí er tað av stórum týdn­ ingi fyri Víking, at teir ikki tapa hendan dystin. Gera teir tað, so eru heili fýra stig upp til B36, sum so eisini kann traðka við síðuna av og framvegis halda fast í odda­ sessinum. Endar dysturin við javnleiki ella sigri til Víking, so er munurin ikki meir enn tað eina stigið ella tvey. Skorar Lukasz, so vinnur B36 Menninir, ið avgerð dystirnar fyri oddaliðini eru 23-ára gamli Lukasz Cieslewicz og 22-ára gamli Finnur Justinussen. Teir hava saman við NSÍ framherjunum, Christian Høgna Jacobsen og Klæminti A. Olsen, skotið flest mál í Vodafonedeildini í ár. Fleiri ferðir hevur Lukasz Cieslewicz verið munurin mill­ um javnleik og sigur til B36. Pól­ lendingurin hevur tríggjar ferð­ ir í ár skotið einsamalla málið í 1-0 sigrum hjá B36. Í fimta um­fari móti EB/Streymi, og fyri kortum móti 07 Vestur og B68 í Gundadali. Seinast B36 og Víkingur møttust skoraði Lukasz Cieslewicz annað av málunum í 2-0 sigr­inum í Gundadali. Tað var upp á brots­spark. Í teimum átta dystinum Lukasz Cieslewicz hevur skorað fyri B36 hevur árstals felagið vunn­ið hvørja ferð. Skorar Finnur, so vinnur Víkingur Eins og tá Lukasz Cieslewicz skor­ar fyri B36, so vinnur Víkingur tá Finnur Justinussen skor­ar. Gøtumaðurin hevur skor­ að síni tólv mál í tíggju ym­isk­um dystum. Teir tíggju dystir­nir eru allir endaðir við sigri til felags­ liðið. Bara tí einu ferðina hevur Finnur Justinussen verið einsa­ mallur málskjútti. Átta av teimum tólv málinum eru skotin í Sarpugerði. Hóast nógvu málini, so er Finnur Justinussen ikki í landsliðs­hit­ anum. Sterkastu verjurnar Talan kann blíva um ein mál­ fátakan dyst í kvøld. Ikki tí liðini ikki vilja leypa á, men tí talan er um tvær tær stinnastu verjurnar í landinum, ið møtast. Bæði liðini hava bara latið 18 mál inn í part. B36 verjan hevur í ár fingið tilgongd av Jonas Flint Rasmussen úr Hvidovre. Saman við Odmari Færø hava teir stýrt B36 verjuni við harðari hond. Frammanfyri teir báðar hús­ast B36 liðskiparin, Klæmint Matras. Hann spældi sunnudagin sín dyst nummar 300 fyri barndóms­ fel­agið. Verjan hjá Víkingi er mannað við Atla Gregersen og Erling Jacobsen. Teir eru fastir menn á ávíka­vist A-landsliðnum og U-21 landsliðnum. Saman við Niclasi Niclassen, ið er á verjukenda mið­vøllinum, skulu teir berjast við Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz. Gøtumaður kann avgera fyri B36 Bæði liðini hava sterkan miðvøll. Her er tað tó B36, ið hevur A-lands­liðsleikarar og U-21 lands­ liðsleikarar fram um Víking. Um Súni Olsen, Atli Danielsen og Róaldur Jacobsen byrja inni, so er talan um tveir A-landsliðsleikarar og ein U-21 landsliðsleikara. Navnið, ið tey flestu, serliga í Gøtu, helst hefta seg við, er Súni Olsen. Hann er uppvaksin í GÍ og spældi við Víkingi so seint sum í fjør. Hann hevur bara skotið tvey mál í ár – eitt ímóti Víkingi – men hevur mangan havt næst­seinasta fótin í samband við deyð­bólts­ støður. Hann hevur fyrr skotið góð fríspørk í Sarpugerði, ger hann tað aftur í kvøld? Ein av lyklaleikarunum hjá Víkingi er Evrard Ble, sum ann­ ars tóktist hava mist stevið á Argjum. Í ár er maðurin sum endur­føddur og er ein týðandi liður í uppspælinum hjá Víkingi. Hevur Evrard Ble ein av sínum góðu døgum á miðvøllinum, so koma teir til góðar støður fram­ eftir vøllinum. Tað er neyðugt um Finnur Justinussen skal skjóta sítt 13. mál. Lukasz ella Finnur? Sundalagsmenn megnaðu at temja Lukasz Cieslewicz og B36 við Margáir. Kann Víkingur gera tað sama? Meðan Lukasz Cieslewicz kann dribbla eina verju av og avgera dystin, so skal Víkingur skapa nakrar møgu­ leikar um Finnur Justinussen skal avgera dystin. Tølini siga, at tann av teimum báðum, ið skorar í kvøld vinnur eisini dystin. Skora báðir, ja so verður spennandi. trondur@sosialurin.fo Vodafonedeildin Teir deila oddasessin á toppskoraralistanum við tólv málum í part. Annar er ein bóltsnillingur, sum í neyðini kemur við opinberingini og hevur stolið yvirskrifturnar. Hin er klassiskur framherji, ið sum oftast bert hevur seinasta fótin á Lukasz Cieslewicz: Skorar í miðal eitt mál pr. hvørjar 133 minuttir Mynd: Jens Kristian Vang Finnur Justinussen: Skorar í miðal eitt mál pr. hvørjar 130 minuttir Mynd: Álvur Haraldsen