Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98 Sosialurin Ítróttur fótbóltur - upptakt Tróndur Arge Hesir fýra dystirnir í Voda­fone­ deildini eru skumpaðir eitt sindur bakgrundina av oddabrakinum í Sarpugerði. Tað merkir tó ikki, at tær hava minni týdning fyri tey einstøku feløgini. Í Fuglafirði hev­ ur ÍF ryggin móti múrinum og skal vinna á KÍ fyri at koma undan hættisligu støðuni. Pílurin peikar niðureftir fyri ÍF og teir skulu skjótt finna onkran at skjóta mál fyri teir. ÍF hevur skotið 22 mál í ár. Bara 07 Vestur og B71 hava skorað færri. Fyri KÍ hevur pílurin hug at peika uppeftir aftur. Eftir eina góða byrjan steðgaði KÍ liðið upp, men við javnleikum móti NSÍ og HB hevur KÍ funnið stevið aftur. Minnast til ólavsøku 2010? Fylgir tú B71, so er sannlíkt at ólav­søkan 2010 var ein av teimum minniligu. Tá kom B71 í Gundadali og skuldi eftir øllum at døma hava bank. Úrslitið gjørdist ein 2-1 sigur til gestirnar, sum somuleiðis vunnu steyp. Leygardagin skal B71 helst hava stig um teir skulu gera sær nakrar vónir um at yvirliva í Vodafonedeildini. Liðið tykist vera blivið styrkt síðani summar, men skal hava stig fyri at varðveita vónina. HB skal stutt og greitt vinna dystin. Teir eru á hiemavølli móti liðnum, ið liggur niðast. HB tykist somuleiðis hava fingið fatur á rætta endanum síðani summar, men tað tó bara blivið til tann eina sigurin. EB/Streymur skal vinna Sundalagsmenn skulu helst vinna flestu dystirnar, ið eru eftir um teir skulu vinna FM í ár. Tað kravið er eisini galdandi fyri heimadystin móti 07 Vestur leygardagin. Tað er ongin løtt uppgáva og EB/Streymur hevði fyrr í ár trupulleikar somu mótstøðuni. 07 Vestur fekk aftur stig um vikuskiftið. Hesa ferð á Toftum. Undan kappingarbyrjan mundu tvey flestu vænta, at 07 Vestur fór at flyta niðuraftur, men gongdin í ár bendir á, at tað er minst líka sann­líkt at teir yvirliva sum nakar annar. Grannauppgerð Við Løkin í Runavík verður granna­uppgerð sunnudagin. At síggja til hevur NSÍ sum so einki at spæla fyri. Teir liggja í einum ongamannalandi langt frá triðja og fimta plássi. Men vinna toftamenn grannauppgerðina so eru bara trý stig upp til grannarnar úr Runavík. Eftir eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið hava toftamenn brádliga møguleikan at arga grannarnar, sum í summar megnaðu at spæla javnt móti Fulham. Tað hevði nokk verið prikkurin yvir i’ið, um teir megnaðu at stjala hatta fjórða plássi og Evropa League luttøkuna. trondur@sosialurin.fo Tvær niður­ flytingaruppgerðir Vodafonedeildin Bæði í Fuglafirði og í Havn eru botnuppgerðir í stríðnum at sleppa undan niðurflyting. Við Løkin er grannauppgerð, meðan EB/Streymur er favorittur við Margáir har vágamenn koma á vitjan Føroyska 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 FC Suðuroy 18 14 4 0 56 18 38 46 2 AB 18 12 4 2 51 19 32 40 3 TB 18 11 4 3 45 19 26 37 4 NSÍ 18 9 2 7 44 38 6 29 5 Skála 18 8 4 6 31 27 4 28 6 Víkingur 18 6 4 8 33 36 -3 22 7 FC Hoyvík 18 6 2 10 27 41 -14 20 8 HB 18 5 3 10 26 37 -11 18 9 EB/Streymur 18 5 1 12 30 46 -16 16 10 07 Vestur 18 0 0 18 12 74 -62 0 Føroyska 1. Deild kvinnur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 13 12 1 0 52 8 44 37 2 AB 14 11 2 1 47 15 32 35 3 B36 15 6 2 7 22 30 -8 20 4 Víkingur 14 5 1 8 35 33 2 16 5 Skála 15 3 2 10 18 41 -23 11 6 HB 15 1 2 12 8 55 -47 5 nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 18 13 4 1 41 18 23 43 2 Víkingur 18 13 3 2 35 18 17 42 3 EB/Streymur 17 11 2 4 41 21 20 35 4 NSÍ 18 6 8 4 44 29 15 26 5 B68 18 5 5 8 29 27 2 20 6 HB 18 5 4 9 27 33 -6 19 7 07 Vestur 18 5 4 9 19 44 -25 19 8 KÍ 18 5 3 10 30 33 -3 18 9 ÍF 17 4 4 9 22 27 -5 16 10 B71 18 3 1 14 18 56 -38 10 Føroyska Vodafonedeildin niðurflyting Sandingar hava ikki havt nógv at gleðast yvir í ár, og tykist vegurin niður í 1. deild vissur Mynd: Álvur Haraldsen