fríggjadagur 26. august 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98
20
Sosialurin
28. august verður eitt serligt
minningarhald í Svínoy í
sambandi við at á teiginum,
sum verður kallaður Skota
gravirnar, er settur upp
minnisvarði, og økið annars
sett í serligan stand og inni
girt.
Í 1786 rak ein kópafangari,
“Rachel”, sum var úr Strom
ness á Orknoyum, inn á Svín
oyarvík. Ódnarveður var og
sluppin fórst í briminum. Av
teimum 22 monnunum, sum
við vóru, bjargaðust bert
tríggir, allir úr Stromness.
17 av monnunum, sum sjó
lótust, vórðu funnir aftur og
grivnir í Svínoy. Staðið, har
teir vóru grivnir, hevur síðani
verið kallað Skotagravirnar.
Poul á Fuglberg
Poul Mejer Justinussen -
Poul á Fuglberg, ynskti at
seta økið í virðiligan stand
og gav pening til endamálið.
Tað sigst, at Poul gjørdi hetta
eisini, tí mamma hansara
ynskti, at gravirnar fingu
betri frið. Hon plagdi at gan
ga og hjúkla um tær og royta
grasið, so steinarnir, har
stóðu, sóust betri.
Heitt
varð
á
J.
P.
Gregoriussen um at tekna
eitt uppskot, um hvussu øk
ið kundi skipast, og hevur til
lagingin verið í tráð við hetta
uppskotið.
Ein minnisvarði er reistur,
sum er ein grótsúla, og eitt
akker frá “Rachel” er sett
omaná. Síðani eru 17 steinar
settir kring minnisvarðan,
ein fyri hvønn mannin, sum
grivin er har.
Akkerið, sum er ein stórur
steinur við holi í at draga
enda ígjøgnum, hevur verið
í varðveitslu í heiminum hjá
Amaliu Poulsen í Svínoy í
meir enn 200 ár. Amalia, sum
er gift Dánjal Jóhan Poulsen,
fyrrverandi stjóra á Føroya
Sjómansskúla, hevur játtað
at akkerið nú verður partur
av minnisvarðanum.
Minnispláta frá
Stromness
Í drúgvum samskifti við
býráðið í Stromness, hagani
“Rachel” kom frá, hevur bý
ráðið har latið eina minnis
plátu at seta á steinin. Hen
da plátan verður avdúkað
av
ráðsformanninum
á
Orknoyum, Stephen Hagan,
sum kemur higar til høvið.
(Ráðsformaðurin á Orknoy
um kann í ávísan mun sam
anlíknast við løgmann hjá
okkum).
Sunnudagin 28. august
verður serlig minnisløta og
økið signað. Byrjað verður
guðstænastu
í
Svínoyar
kirkjuni kl. 11.00, har Uni
Næs, próstur, Heri Joensen,
prestur og Elsa Funding,
prestur eru við. Eftir guðs
tænastuna verður farið yvir
til Skotagravirnar, har m.o.
Gunvá við Keldu, borgar
stjóri og Stephen Hagan,
Ráðsformaður halda røðu og
Uni Næs próstur signar økið.
Eftir minningarhaldið í
Svínoy, skal Stephen Hagan,
ráðsformaður á Orknoyum
hitta Kaj Leo Johannesen,
løgmann.
Ritan
Í sambandi við minningar
haldið í Svínoy 28. august
hevur Strandferðslan valt at
broyta ferðaætlanina:
Túrurin kl. 08.45 úr Hvan
nasundi verður ikki sigldur.
Siglt verður í staðin úr
Hvannasundi kl. 09.30 til
Svínoyar – Kirkju og Hattar
víkar, og annars aftur sam
bært
ferðaætlanini
eftir
miðdag
Fyrru ferð úr Hvanna
sundi kl. 14.45.
Eisini siglir Ritan eykatúr
úr Hvannasundi kl. 18.30.
Havið og vit
Soleiðis skrivar Símun Han
sen í Havið og vit - 2. partur
um hendingina, tá ið “Rachel”
fór á land:
Um morgunin 27. nov.
1786 rak ein kópafangari inn
á víkina; nógvur var vindurin
og beint inná og ódn í brimi.
Teir royndu at sleppa útav
aftur,
men
stingunebban
høvdu teir brotið, og lá hann
tí ikki upp fyri Høvdan.
Bæði akkerini vóru tveitt út,
og skipið lá, men hann vaks
brimið í hvørjum, onnur
ketan slitnaði, og tá ongin
møguleiki var fyri at bjarga
sær á land, har teir lógu, tóku
teir og sleptu hinari ketuni,
høvdu forseglið á og stýrdu
skipinum á land undir húsu
num, hvar teir mundu halda
líkindini vera frægast at
koma livandi á land.
Tað eydnaðist einum av
manngini, Charles Rich, at
fáa hendur á eina línu, ið
Serligt minningar
hald í Svínoy
Serligur dagur í Svínoy,
nú ein minnisvarði
verður avdúkaður við
Skotagravirnar, 225
ár eftir at 17 mans frá
Stromness í Orknoyum,
sum fórust við “Rachel”,
vórðu grivnir har. Fólk
frá Stromness eru við til
hátíðarhaldið, sum byrjar
við guðstænastu komandi
sunnudag kl 11.00
Mynd: Dávur Winther
Menn á fundi í lærarahúsunum í Svínoy um aðrar spennandi verkætlanir, s.s. bygdahús, bátasavn
og varðveiting av teimum mongu bátunum í bygdini. Ólavur Hátún er føddur í Svínoy
Mynd: Dávur Winther