Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98 Sosialurin tveitt varð frá landi, og bjarg­ aðist hann í øllum góð­um. Ein annar maður, sum æt Thomas White, varð slongd­ ur upp á land í einum óførum óløgi, og tann triði maðurin, Thomas Mouat, skolaði eisini upp í einum seinni óløgi. Av teim­um 22 monnunum, sum við vóru, bjargaðust bert hes­ir tríggir, allir vóru teir úr Stromnes. Svínoyingar tóku væl ímóti teimum, vístu teim­um størsta beinasemi og blíðskap. Triðja dagin eft­ir fóru teir til Havnar við teimum, tá vóru átta lík rikin upp á land teirra mill­um skiparin, William Mel­win, sum átti ein triðing í skipi­ num. Kópafangarin ella Skota­ skip­ið, sum tað áður hevur ver­ið nevnt, var sluppin “Rachel” úr Stromnes á Orkn­oyum. Hon var 19. nov. farin undir oynna Skerry á kópaveiðu og kom hag­ar dagin eftir í fylgi við einari aðrari slupp, “The Friend­ ship”. Teir fingu beinanvegin 22 kópar, men longu sama dagin ruskaði hann av landsynningi, tað gjørdist rætti­ligt illveður, so ikki var sigl­andi, og átta dagar eftir vóru teir riknir norð undir Svín­oyn­na. Soleiðis verður greitt frá í sjó­for­hoyrinum, sum hildið varð í Havn 4. december. Norð­oya kirkjubók umtalar eisini hendingina og sigur: “Aar 1786 den 27. nov. er et Skip fra Schotland strandet paa Svinø, af hvis Mandskab ickum tre bleve i live, mens 17 opkastede ad Stranden efter­haanden og begravede i Svinø.” Símun Júst í Svínoy hevur greitt frá søguni, sum hon hevur livað í fólkamunni: Ein mánað fyri jól vóru trý skip at síggja eystan fyri Svín­oyn­ na; tað var í lýsingini, og stutt eftir brendi hann á av land­ synn­ingi.Tvey sluppu norð um oynna, men tað triðja skip­ið rak inn á víkina og slapp ikki útaftur; tað hevði brot­ið stingunebban og lá tí so langt frá vindinum. Tað rak á land á Gortatanga. Frá skipinum varð ein lína tveitt, svínoyingar fingu í hana og drógu síðani eina ógvu­ liga tjúkka línu á land. Allir menninir fóru í senn á línu­ na, men beint tá kom eitt ó­løgi, línan slitnaði, og bert trígg­ir komu livandi á land. Hin­ir doyðu allir, meðan alt fólk­ið í bygdini mátti standa og hyggja at uttan at kunna hjálpa. Tá vóru eini 40 fólk í Svínoy, harav 10 menn í góð­ um aldri. Staðið, har kópafangarin fór á land, nevndu teir Gorta­ bukt­in, men síðan var tað nevnt Skotabuktin, eitt lítið inn­vik dygst við lendingina í víki­ni. Til barlast høvdu teir dimm­grátt grót við ljósum ríp­um; hetta grótslagið finst enn í mølini har, og rópa teir tað Skotasteinar. Men nú eru teir flestu brýndir upp í einki av briminum og horv­nir, eins og árini hava kám­að burtur minnið um til­burðin -. Sum kirkjubókin sig­ur, róku 17 lík upp, og vórðu tey jarðað so hvørt, tó ikki í kirkjugarðinum, men fyri handan Forðagarðar ella, sum tey eisini rópa tað, yvi­ri á Skotum, har leiðið enn verður ávíst. Stutt fyri skuldi so nógv verða griv­ið í kirkjugarðinum, at hann var fullur, og fingu teir tí ikki vígda jørð. – Tað skuldi so verið meslingarnir, sum gingu í 1781 – 82, men kirkju­ bókin prógvar ikki hetta. Heitt varð á J. P. Gregoriussen um at tekna eitt uppskot, um hvussu økið kundi skipast. Økið er avhegnað, bonkur settur upp og talva, sum greiðir frá økinum. Tillagingin hevur verið í tráð við hetta uppskotið hjá J. P. Gregoriussen - Tó ikki fylgt til fullnar. Mynd: Dávur Winther Poul Mejer Justinussen - Poul á Fuglberg, ynskti at seta økið í virðiligan stand og gav tí pening til endamálið. Mynd: Frits Johannesen Minnisplátan, sum býráðið í Stromness hevur latið, hagani “Rachel” kom frá, verður avdúkað av ráðsformanninum á Orknoyum, Stephen Hagan, sum kemur higar til høvið. (Ráðsformaðurin á Orknoyum kann í ávísan mun samanlíknast við løgmann hjá okkum)