Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 98 · 26. august 2011 4 satirisk Valrøða Uni Arge ua@sosialurin.fo   Háttvirda mannfjøld, háttvirdu veljarar og háttvirdu føroyingar! Stundin er komin at leggja á annan bógv í politikki, tí føroyskur politikkur er ov stívrendur og stendur bara í stað. Fastløst politisk tankasett eru til fortreð, og prinsipp eru fyri ómøguligar kalar, sum ongin kann samstarva við. Eg fari tí ikki upp í nakran einstakan flokk, men stilli upp fyri allar flokkarnar, og eg skal á sannførandi hátt grundgeva fyri, hví eg geri tað.   Listi A skapar virðini Fólkafloksmaðurin í mær hevur ongan­ tíð fornoktað seg. Mær dámar menn og kvinnur, sum vilja nakað, og sum skapa virðir uttan at grenja ov nógv. Varð Vinnuflokkurin, ið seinni gjørdist til Fólkaflokkin, ikki stovnaður í 30'unum, var svangligt í Føroyum. Í Fólka­flokkinum hava verið allir teir, sum tímdu at skapa nakað her á landi, og sum høvdu dirvi og visjónir. Milliard oman á milliard løgdu teir í lands­kassan, og øvundsjúkan um alt, teir tjentu, var øgilig. Men øvund­ sjúka byggir onki land. Tað gera fólka­floks­fólk. Tey eru lokomotivið, ið skapar framburðin,  meðan  flestu onn­ur trilla tumlar og hækka skattin fyri at pumpa almenna sektorin upp um hægstu tindar til onga nyttu. Fólka­ flokkurin veit, hvat krevst fyri at reka eitt samfelag. Tí stilli eg upp fyri Fólka­ flokkin!   Listi B er tryggleikin Mín innari sambandsmaður hevur altíð verið serstakliga illa krógvaður. Dan­ mark er eitt gott land, og við Danmark hava vit tann tryggleika, sum øll menn­ iskju leita eftir. Er tað ikki frálíkt at fáa 615 milliónir krónur inn á bók hvørt einasta ár fyri onki? Hví skulu vit blaka hesar pengarnar burtur fyri onkran misskiltan stoltleika? Tað er óða­manna­ verk. Tilveran eigur ikki at vera trupul og fløkt. Tilveran eigur at vera einføld og løtt, og eg kenni ongan flokk uttan Sambandsflokkin, sum vil tryggja okk­ um júst hetta. Fá viðganga, at tey kenna seg tryggast undir Danmark, men eg geri tað. Vit eru egið fólk við atgongd inn í eitt sera gott land og víðari út í alt Evropa. Hvat meira vilja vit hava? Eg viðurkenni, at uttan Danmark vóru Før­oyar tilafturskomnar. Tí stilli eg upp fyri Sambandsflokkin!   Listi C er vælferðin Veruleikin er, at vit eru øll javnaðar­ fólk, tí vit vilja øll hava eitt vælferðar­ samfelag. Alt annað tos í politikki er mein­ingsleyst, tí politikkur snýr seg um at tryggja vælferðina hjá tí einstaka. Er ongin vælferð, er onki samfelag. Javn­aðar­rørslan í øllum Evropa er stór og sterk, og ongin dugir so væl at sam­starva tvørtur um landamørk sum javn­aðar­fólk. Javnaðarflokkurin er eis­ini lykilin til tjóðskaparliga semju mill­um føroyingar. Vit eru sjálvstøðugt fólk í landi, sum er í felagsskapi við annað land, og tá vit hava staðfest hetta í stjórnar­skipanini, kunnu vit leggja stríðið um loysing og samband til viks. Hetta keglið heldur bara Tjóð­ veld­inum og Sambandsflokkinum kunstiga á lívi. Vel vælferð, semju og rætt­vísi! Javnaðarflokkurin finnur seg ikki í tómum flosklum, men skapar úrs­ lit við pragmatiskum loysnum. Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin!   Listi D umboðar øll Sjálvstýrisflokkurin er sosialliberalur, og í sjálvstýrispolitikki  tekur hann sum kunnugt fetini stig fyri stig. Vís mær tann føroying, sum ikki tekur undir við hesum politikki, og tú skalt fáa stóra finningarløn, ja, kanska ein finningarhval. Sjálvandi taki eg fult undir við  Sjálvstýrisflokkinum og stilli upp fyri hann, eisini tí flokkurin av sonn­um er mentaður. Tey speiróku okkum fyrr við at rópa okkum Fíni Flokkur, tí vit skuldu vera so ment­ anar­lig, men álvaratos, alt er ikki egn­ Politiskar hugsjónir eru tíðarspilla, og politisk prinsipp standa í vegin fyri møguleikanum at broyta meining, tá tað krevst. Tað snýr seg um at kunna spæla allar leiklutir og laga seg til stevnurnar hjá øllum flokkum fyri at fáa størst møguliga ávirkan. Tí stilli eg upp fyri allar flokkar bæði til fólkatingsvalið og løgtingsvalið og vænti at fáa 100 prosent av atkvøðunum Tí stilli eg upp fyri allar flokkar