fríggjadagur 26. august 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 98 · 26. august 2011
5
ingarskúrar og tonsatøl, og skal eitt
land hava flog, má tað hava kultur
og intellektualitet. Sjálvandi skilja vit
øll livikor í einum lítlum landi, har øll
kenna øll. Við okkara sosialliberala
politikki fevna vit um øll, vit halda
fast við upprunastevnu floksins um
at vinna føroyingum fult sjálvstýri, og
vit binda lættliga politisku mótpólarnar
saman, tá samgongur verða skipaðar. Tí
stilli eg upp fyri Sjálvstýrisflokkin!
Listi E er framtíðin
Mín tjóðveldismaður er als ikki innaní,
men støðugt uttaná. Allir føroyingar
skilja okkara stevnu og taka innast inni
undir við henni. Vit eru og verða sjálv
støðugt fólk, og vit eru eisini sjálvstøð
ugt land, sum bara útnyttar danska
statskassan, tí vit elska at fáa og onki
lata. Tjóðveldi minnir áhaldandi dovnu
síðuna í okkum øllum á, hvat vit eiga at
gera, men okkum dámar best at geispa
og venda okkum á hina liðina. Hugflog
og støðufesti eyðkennir flokkin. Nýggja
stjórnarskipan, nýggjan fiskivinnu
politikk, nýggjan búskapargrunn,
nýskapandi politikk á fólkatingi og
ikki at gloyma meginpartin av teirri
hugsandi elituni í limaskaranum. Tað
er Tjóðveldi! Hví tímir nakar at velja
annan flokk? Progressivitetur er
skrekkurin hjá konservatismuni og
fantasiloysinum, sum eyðkennir hinar
flokkarnar. Teir hata at verða drignir
inn í framtíðina við politikki, teir ikki
sjálvir klára at skapa. Tí stilli eg upp
fyri Tjóðveldi!
Listi F skapar úrslitini
Alt ov leingi hava so fá forðað so
mongum í at koma framá í Føroyum.
Blokerandi minnilutar hava læst før
oyskan politikk fastan við sínum aftur
haldni, og tá framstig skuldu gerast,
fóru stórar ætlanir fyri skeyti, og onki
kom burturúr. Sum liberalur flokkur, ið
stevnir ímóti politisku sjálvstøðuni, er
Framsókn einasti flokkur, sum veruliga
talar til tað, sum øll vilja uppliva, nevn
iliga persónligan og tjóðskaparligan
stoltleika í praktiskum verki. Skrólandi
tjóðveldismenn, ómøguligir sambands
menn, feudalistiskir fólkasfloksmenn
og mjarrandi javnaðarmenn hava
steðgað framburðinum í Føroyum alt
ov leingi, og loksins kom sárt sakn
aða alternativið til stillstøðuna á politiska
vøllin. Ongin makrelsemja uttan
Framsókn, ongin kommunureformur
og ongin stjórnarskipan, tí Framsókn
vil framá, ikki við yvirlýsingum, men í
verki. Tí stilli eg upp fyri Framsókn!
Listi H tryggjar grundstøðið
Meðan allir politiskir flokkar blæsa seg
upp um sjálvstøðu, vælferð og vinnulív,
gloyma teir, hvørjum kletti føroyingar
og allar Føroyar standa á. Í 1000 ár
hevur kristindómurin tryggjað, at
føroyingar hava verið eitt hampiligt,
eyðmjúkt, gestablítt, mentað og gud
røkið fólkaslag. Fólk avnokta ofta nú
á døgum átrúnað, tí átrúnaður skal
standa í vegin fyri humanismu og
fólkaræði, men fátækur er tílíkur pá
standur, tí við ongum kristindómi var
ongin humanisma, ið jú byggir á júst
næstrakærleikan og virðing fyri ein
staklinginum. Lærdu vit ikki um
næstrakærleikan frá barnsbeini av,
høvdu vit heldur onki mentað fólka
ræði, har tvívegis virðing jú er ein
fortreyt. Politikkur er mangan ein fløkja
av orðum og stríði, men Miðflokkurin
byggir á tað góða, ið setir seg upp
um alt tílíkt uppslítandi togarí og ber
yvir við tí. Tí stilli eg upp fyri Mið-
flokkin!
So kæru veljarar! Hetta er grund-
in til, at eg stilli upp fyri allar flokkar.
Eg vil loysa meg úr hugsjónarligum
leinkjum og ogna mær allar hugsjónir
í senn. Tit kunnu fata hetta sum skemt,
tit kunnu kenna tykkum upplýst og
kveikt, ella tit kunnu fata hetta sum
eina neyðuga hondbók fyri vingli
skøltar. Í øllum førum ynski eg tykk
um øllum eitt gott val – og vænti mær
atkvøðuna!
Skal nakað koma burtur úr politikkinum, mugu vit øll umboða øll sjónarmið, tí tá loysna
allar fastlæstar støður. Hugsjónir og prinsipp eru ein farin tíð!
kolasja: jens kristian vang