Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 98 · 26. august 2011 6 Hondarbeiði Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fyri góðum ári síðani kundu havnarfólk, sum løgdu leiðina framvið Vágsbotni seta seg á bundnar beinkir og njóta sjón­ina av litføgrum bundnum pelum og stakitti. Tað var listakvinnan Katarina í Geil, sum saman við sjey gentum í Komm­ unu­skúlanum høvdu bundið upp á býin! »Knitting-grafitti« sum hetta verður kallað uttanlands, er spreitt um allan heimin og verður bundið upp á bæði trø, pelar, súkklur og standmyndir. Katarina í Geil, sum tók stig til bindingna í Vágsbotni sigur, at í Havn vóru afturmeldingarnar mestsum bara positivar. – Fleiri greiddu frá, at tey gjørdust ikki sørt kløkk, tá tey komu gangandi fram við Skálatrøð og gingu seg á ein bonk, klæddur við litfagurt stríputum toyi á ryggleni og setri, eisini vóru beinini vorðin svørt og grøn stríput. Komin longur heimeftir var brekkan niðan á Bryggjubakka móti Havnar Kirkju vorðin nakað festligari, og uttan fyri Boysensgarð stóð ein ælabogalittur bonkur. Fólk royndu beinkirnar og tóku í stakittini á veg heimeftir bara fyri at vita, hvussu tað kendist og uppliva ta øðrvísi kensluna. Samanbera grafitti Nógv samanbera bindigrafitti við van­ ligt grafitti og gerast ørg um, at fólk eru so positiv til bindingina men ikki til málingina. Politi uttanlands sær eisini mill­um fingrarnar við bindigrafitti, meðan málningarnir verða fjernaðir skjótast gjørligt. Í Havn fór alt lógliga fram. Katarina bað um loyvi frá Mentannarnevndini og borgarstjóranum. – Sjálv haldi eg, at munur er á málaðum og bundnum graffiti. Málaða graffiti kann vera meiri protest-merkt, meðan tað bindigraffiti, ið eg havi sæð og upplivað, meiri er ein humoristiskur háttur at prýða og fyrihalda seg til bæði eksteriør og interiør í almenna rúminum. ‒ Eisini kann tað málaða vera heldur trupult og kostnaðarmikið at fáa burtur, Tey binda upp á tey hørðu almennu støðini, tey brodera eina heilsan á setrið í bussinum, og tey hekla egnar merkistaskir. Tey eru partur av eini bleytari kollvelting, sum vilja gera heimin meira vinarligan Handarbeiðis kollvelting