Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 98 · 26. august 2011 7 meðan bindigrafittiin ongan skaða ger og bert krevur ein saks, so er alt við tað gamla aftur, greiður hon frá. Brodera setur Ein annar háttur at prýða um almenna rúmið er tað, sum Ulrika Erdes ger í Suðursvøríki. Hon broderar lítlar heilsanir á bussetrini »Klem« – eitt hjarta – ein fugl ella bara eitt »Hej«! Í samrøðum hevur Ulrika Erdes sagt, at hon hevur broderað eini 100 buss- og toksetur og sær tað heila sum eitt listaverk. Eisini í Svøríki hava umdømini frá fólki bara verið positiv, og nógv eldri hava takkað henni og biðið hana hildið á fram. Handarbeiði ger almenna rúmið bleytari og litfagrari. Vit eru von við hart tilfar sum asfalt, betong og glas. Katarina í Geil kallar tað eina »feminisering« í eini meiri maskulint merkt­ari linjuføring. Hekla merkistaskur Ein verulig protestrørsla, ið vil fremja skapannarhugin ístaðin fyri status­strembandi pengagrískheit eru kvinnurnar, sum hekla egnar merkis­ taskur. Á heimasíðuni deila tær mynstur út so at ein og hvør kann fara inn og hekla sær eina Chanel ella Louis Vuitton tasku. Tað er frítt fram at kopiera beinleiðis ella at gera sín egna variant av taskunum. Ein av grundarunum sigur soleiðis um átakið: ‒ Hetta er eitt støðugt átak sum byrjaði 2007, og øll eru vælkomin við. Eg vil, at tey sum gera hesar task­ur­nar skulu brúka tær so, at fólk síggja okkurt annað enn bara tær somu merkis­ taskurnar. Við at velja heklinálina sum amboð meinar hon, at nógv kunnu luttaka eftirsum tað er so lætt at læra seg at hekla. Vitjið heimasíðuna www. counterfeitcrochet.org um áhugi er fyri at gera egnar merkistaskur! Bindigrafitti, broderað á setur og heklaðar merkistaskur – ein máti at feminisera heimin kanska, men heilt víst eisini ein háttur at gera heimin stutt­ligari at liva í. Ulrika Erdes broderar á buss- og toksetur Bindigrafitti er spjeitt um allan heimin – eisini í Føroyum Heklaðar merkistaskur – tú er heilt víst orginell!